Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juli 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 13. juli 2011 · Nr. 80 Sosialurin Í blaðnum fríggjadagin verður ein viðmerking frá stjórnmálafrøðinginum Boga Eliasen, um hvørjar orsøkir munnu verða til stóru útskiftingina og um hvørjir bygnaðarligir trupulleikar eru í verandi politisku skipan. RN Heðin Zachariassen Fólkaflokkurin 317 atkvøður Heðin Zachariassen úr Streymnesi hevur avgjørt ikki at stilla uppaftur til komandi Løgtingsval. Hann sigur seg nú verða lidnan í politikki, og at tað nú er tað vinnuliga, hann fer at takast við. Heðin Zachariassen hevur verið løgtingsmaður síðani 2002, og eitt stutt skifti var hann eisini í landsstýrinum áðrenn løgtingsvalið í 2008. Á síðsta løgtingsvali fingu Heðin Zachariassen og Bjarni Djurholm líka nógvar atkvøður, men tapti Heðin lutakastið um at gerast eykamaður, og hevur tí ikki verið á tingi síðani Fólkaflokkurin fór í andstøðu. Heðin Zachariassen hevur boðað leiðsluni í Fólkaflokkinum frá, at hann stillar ikki uppaftur til komandi Løgtingsval, og tískil verða 317 atkvøður, í høvuðsheitum í Norðurstreymoy, leysgivnar. Poul Michelsen Framsókn 341 atkvøður Eftir í longri tíð at hava verið ónøgdur við politisku linjuna í Fólkaflokkinum, valdi Poul Michelsen at taka seg úr Fólkaflokkinum og seta á stovn nýggjan flokk, Framsókn. Poul Michelsen hevur umboðað Fólkaflokkin frá 1984 til 1990 og aftur frá 2002. Men at enda gjørdist ónøgdin við førda politikkin so stór, at hann, saman við Honnu Jensen, sum eisini stillaði upp fyri Fólkaflokkin, valdi at taka seg úr og stovna Framsókn. Í seinastu veljarakanningunum hevur Framsókn staðið seg væl, og uttan iva fara fleiri atkvøður úr Fólkaflokkinum, men eisini úr øðrum flokkum, at enda hjá Poul Michelsen. Andrias Petersen Javnaðarflokkurin 270 atkvøður Andrias Petersen hevur umboðað Javnaðarflokkin á tingi síðani 2002. Síðan 2008 hevur hann verið fast varafólk á tingi fyri onnur, ið hava tikið sess í landsstýrinum. Hóast royndur í politikki, hevur Andrias Petersen bert verið í andstøðu í tvey ár, millum 2002 og 2004. Óli Breckmann Fólkaflokkurin 312 atkvøður Óli Breckmann, sum í nógv ár hevur umboðað Fólkaflokkin á løgtingi, er enn ikki avgjørdur, hvørt hann fer at stilla uppaftur ella ikki. Tað hevur ljóðað, at Óli ikki fór at stilla uppaftur, men hann sigur seg nú ikki verða avgjørdan, og at tann spenningurin má standa til uppstillingin er liðug. Óli Breckmann varð fyrstu ferð valdur á Løgting í 1974, og varð afturvaldur líka til seinasta løgtingsval, tá hann bert var nakrar fáar atkvøður ov stuttur. Óli Breckmann hevur eisini sitið á Fólkatingi frá 1984 til 2001. Jóannes Eidesgaard Javnaðarflokkurin 1094 atkvøður Eftir at tað hevur rumblað í Javnaðarflokkinum leingi og omaná fleiri vánaligar veljarakanningar, valdi Jóannes Eidesgaard at taka seg aftur sum formann í Javnaðarflokkinum, fara úr landsstýrinum og boða frá, at hann gevst í politikki eftir komandi løgtingsval. Jóannes Eidesgaard varð fyrstu ferð valdur í løgtingið í 1990, og var formaður í flokkinum frá 1996 til februar í ár. Hann hevur verið landsstýrismaður í fleiri reisum, og frá 2004 til 2008 var hann løgmaður. Marjus Dam Sambandsflokkurin 289 atkvøður Marjus Dam hevur í nógv ár verið umboð hjá Sambandsflokkinum í Vágum. Hann er fyrstu ferð valdur á ting í 1998 og sat inntil 2008. Eftir at Føroyar gjørdust eitt valdømi var hann ov stuttur at sleppa beinleiðis inn, men tá Sambandsflokkurin kom í samgongu aftur á heysti í 2008, kom hann aftur á ting sum varamaður. Anfinn Kallsberg Fólkaflokkurin 550 atkvøður Ein av absoluttu mastodontunum í føroyskum politikki valdi at takka fyri seg, meðan hann enn fann hurðina. - Eg havi sitið í øllum álitisstørvum í føroyksum politikki. Eg havi verið løgmaður, fíggjarmálaráðharri, fiskimálaráðharri, fíggjarnevndarformaður og tingformaður. Samstundis er eisini tíðin at trimma flokkin til eitt valstríð, segði Anfinn Kallsberg, tá hann 20. januar í ár valdi at gevast í politikki við virknaði beinanvegin. Anfinn Kallsberg hevur verið ein av absoluttu atkvøðuslúkunum hjá Fólkaflokkinum, og við Anfinni verða heilar 550 persónligar atkvøður leysgivnar, í høvuðsheitum í Norðoyggjum og Klaksvík, har Fólkaflokkurin hevur staðið sterkur. Tveir manns eru, sum kunnu fara at kappast um hesar nógvu atkvøðurnar. Teir eru Katrin Dahl Jacobsen Javnaðarflokkurin 283 atkvøður Katrin Dahl Jakobsen hevur umboðaða Javnaðarflokkin á tingi síðani 1998, tó ikki árini 2004 til 2008, tá hon var varafólk. Hon hevur ongantíð verið landsstýrisfólk, men telist tó millum royndu politikararnar í Javnaðarflokkinum, og hevur havt fleiri álitissessir.