mikudagur 13. juli 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. juli 2011 · Nr. 80
8
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Tað gongur illa at fáa fígging
til ætlanina at gera undir
sjóvartunnil undir Tanga
fjørð, ímillum Streymoy og
Eysturoy.
Tað gongur so illa, at vandi
er fyri, at øll verkætlanin fer
fyri skeyti.
Tað viðgongur Ingi Høj
gaard, nevndarformaður í
felagnum, sum ætlar at gera
tunnilin.
Fyri at fáa loyvi at gera
tunnilin, skal felagið veita
landsstýrinum trygd fyri
fíggingini
Og
freistin
at
veita
trygd fyri fíggingini er úti 1.
august.
Ongin fígging
Men hóast tað sostatt ikki
eru meiri enn góðar tvær vik
ur eftir, er enn ongin fígging
í eygsjón, staðfestir Ingi Høj
gaard.
– Vit royna framvegis,
men tað er ikki lætt at fáa
fígging í hesum døgum, sigur
hann.
Hann staðfestir eisini, at
tey hava ikki givið skarvin
yvir og tí royna tey framvegis
at útvega fíggingina.
Teir royna bæði í Føroyum
og uttanlands.
– Í dag er fíggjarliga um
hvørvið ikki tað sama, tað
var fyri nøkrum fáum árum
síðani, leggur hann afturat.
Men er talan um eina so
góða íløgu, sum tað hevur
verið ført fram, at hetta er,
hví er tað so ein trupulleiki
at fáa fígging?
– Tað nyttar lítið hvar tú
og eg og landsstýrið halda
um eina íløgu, tí veruleikin er,
at ein íløga er ongantíð betri
enn
fíggjarmarknaðurin
heldur
hana
vera,
sigur
nevndarformaðurin.
Og hann viðgongur, at
spurningurin um fígging er
komin so stutt enn, at nú
bara góðar tvær vikur eru
eftir av freistini, er vandi fyri,
at tey ikki røkka á mál og at
verkætlanin
tískil
dettur
niðurfyri.
Leysasøgur hava gingið
um, at tunnilsfelagið ætlar at
fáa landskassan at veðhalda
fyri fíggingini.
Men tað avsannar Ingi
Højgaard.
– Vit kunna landsstýrið
alla tíðina, men vit hava ikki
biðið um trygd fyri fíggingini.
Tað stendur í avtaluni við
landsstýrið, at vit skulu út
vega fíggingina sjálvi og tað
halda vit okkum til, sigur
hann.
aki@sosialurin.fo
Ikki lætt
Nú bara góðar tvær vikur eru eftir av freistini, hevur tað f ramvegis ikki eydnast at fáa fígging til undirsjóvartunnilin
ímillum Streymoy og Eysturoy og nevndarformaðurin viðgongur, at tað er ikki lætt
Skálafjarðartunnilin
hongur í klønum tráði
ONGIN FíGGING Tað gongst so illa at fáa fígging til ætlanina at gera undirsjóvartunnil
ímillum Streymoy og Skálafjørð, at vandi er fyri, at ætlanin dettur niðurfyri
Tað er
ikki lætt at
fáa fígging
í hesum
døgum
Tey hava ikki givið
skarvin