mikudagur 13. juli 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 13. juli 2011 · Nr. 80
Sosialurin
Inntøkurnar av ómaksgjøld
um og øðrum eykagjøldum
góvu í fjør flogfeløgunum
112 milliardir krónur, og
sambært einari greining hjá
ráðgevarafyritøkunum Idea
Works og Amadeus var tað
50 prosent meiri enn árið
fyri. Hetta eru ráðgevarar
nir komnir til við at kanna
roknskapirnar hjá 47 flog
feløgum.
Ole Kirchert Christensen,
sum er stjóri í teirri donsku
ferðameklarafyritøkuni
Travelbroker, sigur, at høvdu
flogfeløgini ikki havt inntøk
urnar av ómaksgjøldum og
øðrum eykagjøldum, høvdu
tey havt hall, tí inntøkurnar
av sjálvum ferðaseðlunum
røkka ikki til raksturin.
Tølini hjá IdeaWorks og
Amadeus vísa, at tað eru
serliga tey amerikonsku flog
feløgini, sum forvinna nógvar
pengar burtur úr ymsum
gjøldum. Mest kom í kassan
hjá United Continental, sum
fekk 26 milliardir krónur fyri
annað enn ferðaseðlar, og
í hølunum á teimum komu
Delta og American Airlines.
Hesumegin Atlantshavið var
tað lágprísfelagið Ryanair,
sum lá ovast við knappliga
seks milliardum krónum.
Fíggja bíligu ferðirnar
Ole Kirchert Christensen sig
ur, at tølini hjá lágprísfelag-
num Norwegian vísa, hvussu
góðan
mun
ómaksgjøld
og onnur eykagjøld gera. Í
fjør fekk felagið 1,1 milliard
norskar krónur burtur úr
gjøldunum, men avlopið hjá
felagnum var bara 200 milli
ónir krónur.
– Tað er sostatt inntøk
urnar frá ómaksgjøldum og
øðrum
eykagjøldum,
sum
gera tað møguligt hjá flog
feløgunum at bjóða fólki bí
ligar ferðaseðlar, sigur Ole
Kirchert Christensen, sum
væntar, at avlopið av ómaks
gjøldunum fer at veksa við
rúkandi ferð í komandi árum.
Eisini hotellini
Tað eru ikki bara flogfeløgini,
sum fáa sær størri inntøkur
burtur úr ymsum eykagjøld
um til at fíggja bíligari tilboð
við. Eit nú hava hotellini lært
av flogfeløgunum. Fyrr var tað
vanliga, at morgunmaturin
var íroknaður prísin fyri
kamarið, men í dag er tað
vorðið rættiliga vanligt, at
fólk skulu gjalda eyka fyri
morgunmatin, og so kostar
tað kanska eisini at hava bilin
standandi uttan fyri hotellið.
Hotellini hava eisini lært
av
lágprísflogfeløgunum,
tá tað ræður um at finna
upp á nýggj gjøld. Eitt nú
kunnu gestirnir fáa boð um
at rinda eitt orkugjald fyri
tann streym, sum teir hava
brúkt, meðan teir hava búð
á
hotellinum.
Harafturat
kemur so eitt avgjald fyri
reingerð, og koma fólk ov
tíðliga á hotellið ella fara
ov seint útaftur, kemur eitt
avgjald afturat.
arni@sosialurin.fo
(Kelda: DR)
Nú verður verri
at goyma seg
www.taks.fo
www.als.fo
www.sansir.fo
ALS og TAKS eru farin at samstarva
um at tryggja, at rættar upplýsingar
verða latnar teimum. Stovnarnir fara
við samstarvinum at lata hvør øðrum
neyðugar upplýsingar, um illgruni er
um óreglusemi. Samstundis verður
eftirlitið styrkt. Tí fer at vera trupult at
goyma seg longur.
Hevur tú illgruna um óreglusemi við
Arbeiðsloysisskipanini, ber nú til
dulnevnt at boða frá á als.fo.
Meira fæst at vita um eftirlitið á als.fo
og taks.fo
Vit rinda bíligar ferðaseðlar
við nýggjum ómaksgjøldum
Tey seinastu árini er prísurin á flogferðaseðlum lækkaður munandi, men tað ger kortini ikki so stóran mun
í kassanum hjá feløgunum, tí tey fáa so mikið meiri burtur úr ómaksgjøldum og ymsum eykagjøldum
Uttan inntøkurnar av ómaksgjøldum hevði lágprísflogfelagið Norwegian havt stórt hall í fjør
Amerikanska United Continental forvann 26
milliardir krónur burtur úr ómaksgjøldum í fjør