Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juli 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. juli 2011 · Nr. 80 10 Sosialurin Kjak Høvuðsendamálið tykist vera, at tá eru tær nýggju kommunurnar nóg stórar at kunna átaka sær enn fleiri uppgávur, sum nú liggja undir landsstýrinum. Í fyrsta lagi verður hugsað um eldra­ økið. Sum næsta stig hevur skúlaøkið verið nevnt. Kommunurnar ørkymlaðar Hóast mangt er sagt og skriv­ að um komm­unu­bygn­aðin í mong ár, tykjast fleiri komm­ unur rættiliga at verða tiknar á bóli, hugsa vit um tær útmeld­ingar, sum komnar eru, síðani hesar nú fingu knívin á barkan frá lands­ stýrinum. Klaksvíkingar óttast fyri, at kommunan ikki longur verður hin næststørsta, nú vandi er fyri, at Eysturoyggin fer at yvirhála. Har eru tí røddir frammi um at leggja Norðuroyggjar saman við, um ikki annað, enn einum parti av Eysturoynni fyri at varðveita annað-plássið. Eingin orsøk er til panikk í Havn, tí har legst afturat alla tíðina, nú bæði vest­ menningar og kvívík­ingar tykjast at vilja koma upp í høvuðsstaðar­kommununa. Vesturi í Vágum vilja sørv­ ingar ikki hoyra talan um at koma upp í eina samlaða Vága-kommunu. Sørvingar vilja helst liva sítt egna lív. Tað vilja fuglfirðingar eisini. Einaferð vildu eisini strandingar koma upp í Tórshavnar kommunu, eins og onkur kommuna á Sandoynni. Nakrar sjálvbodnar komm­ unusamanleggingar hava verið, og talið er komin niður ímóti helmingi, enn tær hava verið. Hinvegin er lítið sann­ líkt, at talið á kommunum kemur sjálvboðið niður á tað, landsstýrið kundi hugs­ að sær, men vit mugu tó ásanna, at fyrsta treytin fyri, at ein kommunalreformur skal eydnast, er, at partarnir, t.e. kommunurnar, kenna allar avleiðingar til fulnar,- fyri­munir og vansar, og at veruligur vilji er til nýtt sam­ starv. Tvingsilsgiftur verða í dag ikki hildnar at vera serliga skilagóðar. Framvegis stórur ójavni Sambært uppskotinum um størri kommunalar eindir tykist landsstýrið einki at hava ímóti, at Tórshavnar komm­una í fólkatali fer at telja umleið helmingin av saml­aða fólkatalinum í Føroy­ um. Næststørsta komm­unan verður umleið 1/5 av fólka­tali­ num í høvuðsstaðar­komm­ ununi, og minsta kommunan umleið 1/17 part. Við hesum er ilt at fáa eyga á, hvussu framtíðar kommunurnar kunnu fáa eins stóran ágóða av stórrakstrar­fyrimunum, sum talan hevur verið um. Harafturat er rættiliga ymiskt, hvussu er við aldurs­ býtinum og býtinum millum fólk í lønandi vinnu og teimum, sum fáa almanna­ veitingar. Er munur í dag um sokallaðar ríkar og fátækar kommunur, verður hesin bert munandi størri eftir ætlaðu samanleggingarnar. Fyri at viga nakað upp ímóti hesum ójavn­um, verður tosað um komm­ un­­ala útjavn­ing og aðrar ser­­skip­anir m.a. við Sand­ oynni. Spurningurin er bara, um skipanin tá ikki verður enn meira fløkt. Har­ afturat er ikki óhugsandi, at motiva­­tiónin verður tikin frá teimum kommunum, sum veru­liga hava roynt at fáa sær eitt trygt inntøku­ grundarlag og tí hava tað rímiliga gott í dag. Nærdemokrati ómodernað? Tað er ein orsøk, at vit fingu so nógvar kommunur, sum vit einaferð høvdu. Orsøkin var tað, vit kall­aðu nær­ demokrati. Lat meg nevna eitt dømi úr Suðuroynni. Fyri væl meira enn 100 árum síðani var øll Suður­ oyggin ein kommuna. Í 1873 varð landið, sambært nýggj­ ari kommunuskipan, býtt sundur í kommunalar eindir, av hesum var Suður­oyggin ein, men tað vardi ikki leingi, at oyggin varð ein og sama kommuna, tí longu í 1878 fór Hvalbiar Sókn burturúr. So við og við fóru aðrar sama veg. Vágur gjørdist sjálvstøðug kommuna í 1907. Orsøkin var, at øll týdningarmikil mál viðvíkjandi bygdini, skuldu viðgerast saman við fólki úr hinum sóknunum, og sum vera man, høvdu hesi ikki eins stóran áhuga fyri viðurskiftunum í Vági sum bygdarfólkið. Tá Vágur gjørdist sjálv­ støð­ug kommuna, kom veru­­lig gongd á. Vegir vórðu gjørdir, byggigrundir, havn­ in, skúlin og annað, sum bygd­ini tørvaði, og fólka­ talið øktist í hvørjum. Vág­ bingar høvdu fingið ræði á egnum viðurskiftum, eins og aðrar bygdir fingu á sínum viðurskiftum. Hetta varð einaferð kallað nærdemo­ krati. Bygdarfólkið var moti­ ver­að til sjálvt at fremja fram­burð á lokala økinum. Tess nærri myndugleikin lá hjá borgarunum, tess størri ávirkan hevði hvør einstak­ ur borgari at mynda sítt nærumhvørvi. Nú er nærdemokrati, sum skilst, ikki modernað longur. Størri eindir er loysnin á øllum trupulleikum. Men við uppskotinum hjá lands­ stýri­num er øll orsøk at ótt­ast fyri, at vit hvørki fáa ágóðar av nærdemokratii ella stórfyrimunum fyri allar kommunalu eindirnar. Ongar kommunur Er tað nú so, at nær­demo­ kratiið einki hevur at siga longur, men at vit skulu hava so fáar kommunalar eindir sum gjørligt, so hesar kunnu avlasta landsstýrið við sínum uppgávum, áttu vit kanska at umhugsa ein heilt annan møguleika við tí í huga, at vit hóast alt ikki eru fleiri enn sløk 50.000 fólk í hesum landi, og hvør umsitingarligi yvirbygningur má lagast eftir tí. Um tað veruliga er so, at besta loysnin er fægst møgu­ lig­ar kommunur, hví so ikki taka stigið fult út og siga EINGIN kommuna, soleiðis at vit fáa EITT stýri í landinum heldur enn tvey. Og taka vit so danska yvirharradømið á ávísum økjum við eisini, so hava vit trý vald. Við EINUM stýri sleppa vit undan tveimum løgum av umsiting, lands- og komm­ unalum. Vit sleppa und­an fyribrigdum sum rík­um og fátækum komm­unum. Vit sleppa undan komm­un­alum útlíkningum. Vit sleppa und­ an eljustríðn­um um upp­gávu- og valds­býti millum land og komm­unur. Allir borg­arar verða líkasettir, uttan mun til hvar í landinum teir búgva, og hvussu hvør kommuna er fíggjarliga fyri. Í einum lítlum landi sum okkara er mark fyri, hvussu stórur fyrisitingarligi yvir­ bygnaðurin kann vera. Hevði tað tí ikki verið eitt hugskot at hugsa eitt sindur øðrvísi og meira einfalt, soleiðis at færri verða at klippa hvørjum øðrum og heldur gjørt størri nyttu í onkrum øðrum samfelagshøpi? Tórfinn Smith Kommunufløkjan tykist nú at vera fullkomin Nú fyrsta dagin skulu verandi føroysku kommunurnar siga landsstýrinum sína hugsan um ætlanir landsstýrisins um nýggjan kommunubygnað. Ætlan landsstýrisins er, at vit frameftir skulu hava sjey ella átta kommunur Lítið vardi tað út­ róð­r­­ar­mannin, at Johan Dahl meinti tað í ram­­­asta álvara, tá hann bað teir menn, sum hava út­­róður sum livibreyð, bara fara og finna sær annað arbeiði, orðini vóru søgd av Løgtings­ sins røðara­palli, uppá bæði ein frekan og aro­ gantan mára. Nú er kunngerð lýst, og treytin fyr at fáa A- loyvi í bólki 5 er, at ein fiskar meiri enn fyri 400.000 um árið, teir sum ikki klára tað koma niður í 5B loyvi, og eru tí bólkaðir saman við frítíðarfiskarum. Bólkur 5 er mest samansettur av eldri fiski­­monnum, sum hava stríðst á sjónum eitt langt lív, teir eru nú blivn­ir eldri menn, og nógvir av hesum monn­ um hava keypt sær ein útróðrarbát, at lívbjarga sær við. Flestir av hesum av hesum fiska við snellu og eru tað bara heilt fáir snellumenn, sum koma uppum tær 400.000 kr. og koma av tí sama niður í bólk 5B, saman við frítíðarfiskarum, sjálvt um útróðrarmaðurin bert hevur útróður sum livibreyð, men tað hevur frítíðarfiskarin ikki, tá so fiskidagarnir í bólki 5B eru uppbrúktir, so steðgar allur fiski­skapur og hvat skal útróðrar­ maðurin tá liva av, tá hann hevur ein dýran bát at forrenta. Eg fari tí at spyrja øll tykkum sum manna Løgtingið, eisini Johan Dahl landsstýrismann í Fiskivinnumálum er tað so livandi galið í hes­um landi nú, at um ein ikki er limur í Starvsmannafelagnum - Lærarafelagnum ella siglir við Strandferðsluni, ja so hevur ein lítlan og ongan rætt, at liva og virka í tí landi sum eisini útróðrarmaðurin livir í. Tí fari eg at heita á politikarnar, stovna ein bólk 5C til frí­tíðar­ fiskarar, og lat snellu­ bátarnar í bólki 5B hava loyvið. at fiska og lívbjarga sær. Útróður sum livibreyð Mortan Johannesen Lítið vardi tað út­róð­r­­ar­ mannin, at Johan Dahl meinti tað í ram­­­asta álvara, tá hann bað teir menn, sum hava út­ róður sum livibreyð, bara fara og finna sær annað arbeiði, orðini vóru søgd av Løgtings­ sins røðara­­palli, uppá bæði ein frekan og aro­gantan mára