mikudagur 13. juli 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 13. juli 2011 · Nr. 80
Sosialurin
– Tað frøir, meg at síggja,
at nú eru nógv ung
dómshús og ungdóms
tilboð komin nógvastaðir
frá kommunalari síðu,
runt um í landinum.
Í Havn eru nú skjótt 4
ungdómstilboð og 2 onn
ur eru á veg. Eisini á Eiði,
Tvøroyri,
Vestmanna,
Klaksvík og Toftum eru
nú ungdómshús. Hetta
er at frøast um.
Sum støðan er í dag,
eru tað fleiri kommunur,
sum ikki hava ráð til at
gera eitt ungdómshús
ella ungdómstilboð til
teirra ungu.
Nógvar
kommunur
eru sera illa fyri fíggjar
liga og hava ikki ráð, at
fíggja slíkt ungdóms
virksemi.
Vit vita væl, hvussu
nógv fyribyrgjandi ar
beiði er í tílíkum ung
dómsarbeiði.
Summar
kommunur hava hóast
alt hølir til endamálið.
Men tær vanta pening
til rakstur fyri at bjóða
tílíkt
ungdómstilboð
til teirra ungu og tað
er ikki neyðugt at hava
opið hvørt kvøld. Um
opið var einar 3 ferðir
um vikuna, hevði bøtt
væl um støðuna.
Eg haldi at tað er upp
lagt, at landið stuðlar
kommununum á hesum
øki. Sum nú er ber til at
søkja mentamálaráði um
stuðul til ymist ungdóms
arbeiði frá sokallaðu”
tippi pengum”. Hetta er
sjálvsagt kærkomið og
gleðiligt.
Hetta við, hvør skuldi
fingið pening av “tippi
pengunum”, kundi verði
víðkað á ein ella annan
hátt. Soleiðis, at komm
unur sum eru illa fyri
fíggjarliga kundi fingið
stuðul til at byrja slíkt
fyribyrgjandi ungdóms
virksemi. Ella, at ein
onnur
stuðulsskipan
kom í staðin.
Eg haldi eisini, at nú
verandi
ungdómshús
runt landið kundi slopp
ið undan at goldið MVG,
á sama hátt sum aðrir
felagsskapir,
sloppið
undan herfyri.
Vit hava sjálvandi
eisini aðrar felagsskapir
sum gera eitt gott fyri
byrgjandi
barna
og
ungdómsarbeiði.
Eitt nú hava vit enn
Barnabati, sum ger eitt
megnar
arbeiði
fyri
okkara børn og ungu.
Her
hava
landsins
myndugleikar gjørt av,
at skera teirra játtan so
mikið nógv, at tey noyð
ast næstan, at lukka
teirra virksemi niður av
somu orsøk.
Hinvegin er tað sjálv
andi gleðiligt, at vit fáa
ein nýggjan musikkskúla
í Tórshavn. Tað er minni
gleðiligt, at vit ikki hava
ein eftirskúla í Føroyum
og ungdómar fara av
landinum
av
somu
orsøk. At vit ikki hava
ein eftirskúla, er ikki ein
góð politisk raðfesting
inn í framtíðina.
Hetta gongur jú alt
út yvir okkara framtíð,
og framtíðin er jú børn
ini og tey ungu. Tí er
tað neyðugt at vit føra
skilagóðan
barna
og
ungdómspolitikk um alt
landið.
Tað er nógv annað
sum eg kundi tikið við
her, men hetta er nakað
av tí, sum vit mugu rað
festa hægri og øðrvísi.
Ungdóms
politikkur
Levi Mørk
valevni fyri allar Føroyar
Javnaðarflokkurin
– má raðfestast
hægri og øðrvísi!
Sirkussið um uppskotið til
stjórnarskipan fyri Føroyar
heldur fram.
Løgtingið var sirkusman
esja fyrr í ár, og nú er stjórnin
komin við nýggjum íkasti til
sjónleikin.
Høvuðsniðurstøðan
í
brævinum frá donsku stjórn
ini til landsstýrið herfyri er:
uppskotið til stjórnarskipan
stríðir við Grundlógina, og
verður tað samtykt í verandi
líki, hevur stjórnarskipanin
onga lógarkraft. Stjórnarupp
skotið kann, heldur stjórnin,
síggjast sum byrjanin til
loysingina.
Samríkisfólk taka undir
Landsstýrið reageraði í einum
tíðindaskrivi, har tað m.a.
stendur, at ”ríkisrættarliga
støðan skal vera greið”.
Fjølmiðlar
bera
eisini
tíðindi frá landsins hægsta
embæti um, at ”eingin orsøk
er hjá Lars Løkke ella øðrum
dønum at stúra fyri stjórnar
skipanaruppskotinum”.
Javel.
Sambandsfólk og samríkis
fólk kunnu bert taka undir
við hesum sjónarmiðum.
Sjálvandi skal ríkisrættar
liga støðan vera greið. Og
lógaruppskot úr Føroyum
skulu ikki skapa stúran
nakrastaðni.
Sjálvskapti veruleikin er
bara ein annar.
Konflikt í 11 ár
Fakta er, at stjórnarskipan
aruppskotið leggur upp til
eina ógreiða ríkisrættarliga
støðu.
Tankin um og arbeiðið
við stjórnarskipanini varð
fyri 11 árum síðani, av full
veldislandsstýrinum,
púra
tilvitað tveitt inn í politisku
skipanina. Endamálið var at
skapa eina standandi konflikt
í Ríkisfelagsskapinum.
Konfliktin er týðilig, og
forvirringurin
er
totalur.
Sjáldan hevur framtíðar ríkis
rættarliga støðan sæð ógreið
ari út enn júst nú.
Men sjálvandi.
Tinganes fer nú at leggja
seg í seðlarnar fyri at greiða
ríkisrættarligu
fløkjuna.
Nógv munnu seta sína vón
til, at ein sambandsflokkur
og ein samríkisflokkur, ið
stjórna landinum, kunnu
tryggja, at Føroyar ikki fáa
Ríkisfelagsskapin at ridla
av óstabiliteti og politiskum
ógreidleika.
Álvarsligar avleiðingar
Hetta um, at ”eingin orsøk er
hjá Lars Løkke ella øðrum
dønum at stúra fyri stjórna
rskipanaruppskotinum”, er
áhugavert.
Í grundini vendir tað
øvugt: tað eru føroyingar, ið
hava orsøk at stúra fyri upp
skotinum til stjórnarskipan.
Stórur vandi er á ferð, um
loysingarkreftirnar
vinna,
og Løgtingið gongur ímóti
Grundlógini.
Loysingin ber automat
iskt í sær, at danskur ríkis
borgararættur ikki longur
verður fyri føroyingar.
Ítøkiliga merkir tað m.a., at:
Føroyar skulu úr Ríkinum
Føroyingar fáa ikki
longur reytt ES-pass, ið
er atgongumerkið til øll
rættindi hjá donskum
ríkisborgarum
Við manglandi ES-passi
num missa føroyingar
lykilin inn í ES, sum teir
hava havt, hóast Føroyar
eru uttan fyri ES
Føroyska bankakervið
verður loyst úr stabilu
skipanini í Ríkinum
Ongin statstrygd verður
fyri uppsparing hjá
føroyingum
Ríkisveitingin fellur
burtur
Útreiðslurnar á fíggjar
lógini bólgna, m.a.
av manglandi Ríkis
veitingini og nýggjum
dýrum yvirtøkum
Hallið á fíggjarlógini økist
Skuldin hjá lands
kassanum veksur
Rentufellan gerst
veruleiki
Tey veiku í Føroyum
verða rakt av versnandi
vælferð
•
•
•
•
•
•
•
•
•
•
•
Sparingar, brúkara
gjøld, afturlatingar og
niðurleggingar verða
veruleiki
Almenn størv verða
skorin burtur
Persónsskatturin og
partafelagsskatturin
hækka
Livistøðið lækkar
Rætturin til ókeypis
útbúgving í Danmark
fellur burtur
Føroysk lesandi í Dan
mark missa rætt til SU
og SU-lán
Føroysk lesandi í Dan
mark missa rætt til
nýggja R-frádráttin
Føroyskt mentan og
gransking missa møgu
leika fyri at fáa fígging
úr Ríkinum, sum t.d. Salt
silo-stuðulin og stuðulin
til týðandi havgransk
ingina á Havstovuni
Røðin av avleiðingum endar
ikki her. Í hesi grein er bara
ikki pláss fyri meira.
Jú, sanniliga stendur nógv
upp á spæl í sirkussinum um
uppskotið til stjórnarskipan.
Politiska hondgranatin
ger stóran skaða, um hon fær
loyvi til at sprongjast.
Sjáldan hava so nógv havt
so nógv brúk fyri politiskum
greidleika frá so fáum sum
júst nú.
•
•
•
•
•
•
•
•
Edmund Joensen
løgtings- og fólkatingsmaður
fyri Sambandsflokkin
Politisk hondgranat
Uppskotið til stjórnarskipan er ein hondgranat, ið er tveitt inn í politisku skipanina
fyri at gera skaða og skapa ruðuleika í Ríkisfelagsskapinum. Ríkisborgaraskapurin
og øll tilhoyrandi rættindi, sum føroyingar eiga í dag, eru í vanda
Eg lesi við áhuga, tá ið tú
skrivar. Skilamaður er tú, tað
tekst ikki frá tær; men eg má
siga at eri eri sera skuffaður
av skriving tíni, við tað at tú
er alt og negativur yvir tað
nógva. Eg skilji tað so illa, tí
eftir mínari metan, hevur
tú verið ein maður, har tað
nógva hevur eydnast tær væl,
og eg meti teg at hava eitt gott
lív saman við tínum.
Tú skrivar ein hóp um
pensiónsdagarnar. Sjálvur havi
eg verið pensiónistur í 10 ár, og
eg má siga at tað kundi verið
verri. Eg skal ikki klaga, tað
er ongantíð so at ikki okkurt
kundi verið betri. Sjúkrahús
verki havi eg tíverri roynt ein
hóp hesi árini. Hvussu væl
man verður passaður har, tað
kann bara ikki beskrivast. So, í
so máta eru vit ikki illa fyri.
Annars havi eg eitt upp
skot, tað eru so nógvir sum
sleppa undan vanligum skatti.
Hvussu hevði tað verið at til
slógu tykkum saman um eina
pensiónsskipan, so tit fóru
burturúr vanligu skipanini?
Tað vildi lætt um hjá vanliga
borgaranum. Og síðan sessast
saman við hinum kommunum
í oynni og finn útav, hvat gott
tú kann gera fyri oynna, tí tað
má tað vera sum tíðirnar eru.
Góða eydnu.
Sólvit Simonsen
Góði Linjohn