mikudagur 13. juli 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. juli 2011 · Nr. 80
12
Sosialurin
Kjak
Tórbjørn Jacobsen
José Manuel Barroso leikaði
óður ídag, tí metingarstovn
urin Moody, í kjalarslóðini
av hellenska kollapsinum,
hevði
givið
portugisiska
búskapinum
tg-minus,
ella junkstatus, junkmæti.
Dominoárinið
hóttir,
ein
búskaparligur
skógar
eldur kann fara ígjøgnum
Europu, og mangt bendir
á, at vælkenda albylið er
einasti
heilivágurin,
fyri
at linna sváru pínuna sum
frægast, í eina tíð. Líkamikið
hvat vit annars halda um
Moody´s
og
greinarar
teirra, so bendir alt á, at
íleggjarar lurta meira eftir
teirra
búskaparfrøðingum
enn europeisku fíggjarmála
ráðharrunum, sum nú bróta
vakt í Bruxelles.
Stórsta politiska nýggjheitin
í Føroyum er, at ímyndin av
politiskari deyðvekt, Sam
bandsflokk urin,
er
farin
av um tvøran. Íhaldið í
flokk inum hevur meldað
pass, tí fiskimálaráðharrin,
við fullum biologiskum legi
timiteti, noktar teimum at
slakta ungfiskin á innaru
uppvakstrarøkjunum.
Val
fepur og taburettskriði ger
um seg, og loyalitetur og
agi í føroyskum politikk i
er skjótt fjarandi, nú sjálvt
eykatinglimir,
fólk
sum
dumpaðu fyri fólksins áliti,
koma sær at taka heilar
flokk ar sum gíslar í stórum
og meginregluliga týðandi
málum.
Føroyski
búskapurin
er
upp á seg helst frægari fyri
enn hin grikski og tann
portugisiski, hóast javnvágin
í heimastýrisfinansunum er
ørandi skeiv, og táið búskap
urin er minkandi í mun til
londini vit vanliga samanbera
okk um við, má okk urt gerast
fyri at fáa takholt aftur á
gongdini. Hesin sami met
ingarstovnurin,
Moody´s,
vitjar okk um av og á, og
seinast fingu vit ein sendara,
tá vit vórðu degraderað í
reytingini,
sum
sambært
fígg jarmálaráðharranum
kann fara at hava eina
hækkandi rentu við sær.
Ein lítið hugalig støða, táið
almenna skuldin er alsamt
vaks andi við næstan tveim
um milliónum krónum um
dagin.
Metingarmenninir
settu
orð á trupulleikan, og hóast
teir høvdu ávísar vónir til
fíggjarnevnd
løgtingsins,
so funnust teir harðliga
at
fíggjarlógarhallinum,
høvdu lítla væntan um, at
landsstýrið fór at gera nakað
fyri at bøta um búskapin,
serliga fóru teir illa við
fiskivinnupolitikk inum,
og endasalutturin var ikk i
til at fara skeivur av: “If
Moody's
perceives
that
the Faroe Islands will face
difficulties in rebalancing
its finances and achieving
the Parliament's approved
deficit reduction plan, this
could result in a downward
rating adjustment of one or
more notches.” Teir ávara
við hesum føroyingar, at
vit
saktans
kunnu
fara
fleiri karakterir niður eftir
skalanum, um vit ikk i taka
betri partar fyri okk um í
búskapar- og fíggjarmálum.
Um góðar tvær vikur skal
Jóhan Dahl í seinasta lagi
prógva, um hann megnar at
venda gongdini, ella rættari,
um hann megnar at skipa
ein
fiskivinnupolitikk
á
vinnarabreytini heldur enn
kóvboy-biologiska ørskapin
hjá Fólkaflokk inum, sum nær
um hevur forkomið okk um
botnfiskastovnarnar. Støðan
er so ring, at hon valla kann
gerast verri, alternativið er
skjótt eitt moratorium, eftir
at sami flokk ur annaðhvørt
hevur sitið við ábyrgdini
av
fiskimálaráðnum,
ella
hevur stjórnað sambands
manninum Kalsø, sum sat
í fyrru ABC-samgonguni,
síðani tað sum skuldi eitast
at vera ein sjálvregulerandi
skipan,
fiskidagaskipanin,
varð sett í verk.
Tað er herskin lestur, sum
millumtjóðastovnurin ICES
og
nationali
havgransk
ingarstovnurin
Havstovan
hava
latið
mr.
Jóhan
Albinus Dahl. Eilif ger eina
heldur mjúkari lending enn
útlendsku fiskifrøðingarnir,
men harfyri skal sterkur
ryggur og rímiliga dyggir
akslar til at lyfta hesa byrð
una
ígjøgnum
politisku
skipanina.
Hann
mælir
til at haka í við 10%´um
í
fiski dagatalinum
hjá
lemma- og partrolarum og
við ikk i minni enn 25%´um
hjá línuskipum, størri og
minni úrtróðrarbátum og
smærri
trolbátum.
Hetta
er heilivágurin sum gransk
araestablishmentið meinar
kann
gera
fiskidagaskip
anina fríska aftur, takið,
ið kann reka brunan úr
fiskidagaskipanini
aftur.
Alternativt mæla bæði ICES
og Havstovan til, at ein
recovery planur, ein endur
byggingarætlan,
verður
gjørdur yvir eitt ítøkiliga
ásett tíðarmál. Hetta er
í
samsvar
við
semjuna,
sum Tjóðveldi, Framsøkn,
Sambandsflokk urin og Javn
aðarflokk urin gjørdu fyrr
í ár undir heitinum “Tættir
í
framtíðar
fiskivinnu
politikk i”: “Flokk arnir eru
samdir um, at øll veiða veidd
í føroyskum sjóøki í seinasta
lagi í 2015 skal verða fiskað
samsvarandi búskapar- og
lívfrøðiliga
burðardyggum
krøvum. Lívfrøðilig burðar
dygd skal í hesum førinum
skiljast soleiðis, at vísinda
ligu tilráðingarnar/tilmælini
skulu fylgjast, tá ið fiski
orkan, kvotur og fiski dagar,
verður ásett. Og hartil, at alt
tilfeingið kemur til høldar.”
Sambært machiavelliskum
logikk i hevði tað skilabesta
verið, at skorið nóg djúpt
beinanvegin.
Búskaparligi
batin hevði komið tað fyrr,
men hesum loyva politisku
barrierurnar í heimastýris-
parlamentinum
neyvan,
somikið vita vit av royndum,
og bakbitið frá Edvu, Bjørn,
Marius og Alfred ger ikk i
málið lættari at handtera,
serliga eftir at talsmaður
teirra, hin politiskt merglopni
Kalsø, ætlar at krøkja ung
fiskaleiðirnar
uppí
áset
ingina av fiskidøgum fyri
næsta fiskiár, sum byrjar 1.
september 2011. Signalið er
líkasum varpað upp undir
hválvið, nú hann roynir
at stýra Garðamanninum
aftur á góðu og gomlu fólka
floksslóðirnar, táið tað ræður
um at reka fiski vinnupolitikk
í Føroyum. Búskapur og
reyting eru týdningarleys,
tað ræður um at sæta
onkrum hissini áhugamáli og
ikk i samfelagnum. Í seinasta
enda snýr tað seg eittans
um egnar atkvøður, og tá er
tað farið at líkjast vulgerari
egoismu. Eini nalvaskoðandi
dyrkan av sær sjálvum.
Nú skal alt standa sína
roynd. Semjan millum teir
fýra flokk arnar skal standa
sína roynd, og ikk i minst
skal Jóhan Dahl fram til tann
grøna pultin fyri at prógva,
um hann er uppgávuna
vaksin, at stjórna meginráði
landsins. Fiskimálaráðnum.
Tímin er at kalla komin, tí
fjúrtan dagar ganga skjótt,
táið tú tekst við eitt so
komplekst mál sum hetta.
Fyri samfelagsins sakir má og
skal fiskivinnupolitikk urin
fáast á beint aftur, vinnuliga
uppdriftin
má
mennast,
skal
vælferðarsamfelagið
hóra undan, og her eru bara
tvær slóðir, tvær strategiir,
at elta: At fylgja Havstovuni
prinsipalt ella subsidiert.
Valið
stendur
ímillum
tilmælta niðurskurin fyri
næsta fiskiár, ella drúgvaru
loysnina, - umvegis eina
endurbyggingarætlan. Báðar
loysnir eiga at vera upp
vigaðar við eini brúks skyldu
skipan, sum ger, at ídnastu
veiðimenninir
ikk i
verða
darvaðir í sínum virksemi.
Okk ara politikk ur hellir til
fyrru loysnina, men vit kunna
í ringasta føri taka undir við
seinru loysnini, kann semja
og ein meiriluti finnast fyri
henni. Tjóðveldi hevur sum
avgjørda meginreglu, at vit
halda tær avtalur vit eru
partar av, eisini semjuni sum
gjørd var í Tinganesi hin 20.
apríl í ár. Í aðrar mátar er
fiskivinnupolitikk ur floksins
somikið nágreiniliga lýstur
hesi seinastu mongu árini,
innan- og uttantings, at
ikk i skuldu áneyðir verið
fyri endurtøkum í hesum
viðfanginum.
Tað liggur éin, ja, kanska
liggja tvær milliardir krónur,
og bíða eftir okk ara politisku
avgerðum. Bara í hesum
segmentinum.
Burturav
skeiva javnvágin í serliga
toska- og hýsuveiðini liggur
tríati túsund tons undir
meðalveiðini í eina heila
øld. Rogn, livrar, skræða og
innvølir eru tilfeingi, sum
enn bíðar eftir sjálvsagdari
virðisøking, - tí eru vit í tí
hepnu støðu, í mun til so
mong onnur, at potentialið
leypur næstan á okk um, fyri
at sleppa at lynna munandi
betri undir búskap okk ara.
José Manuel Barroso fór
úr sínum góða skinni í dag,
táið hann royndi at flyta
fokus, frá sær sjálvum, sum
europeiskur búskaparligur
brandsløkk jari. Ein ráðgev
ingar- og metingarstovnur
stóð fyri skotum. Moody´s.
Hetta
minnir
ikk i
sørt
um vaksnar menn, sum í
rámasta álvara siga, at Hjalti
og Eilif hava skuldina fyri,
at
fiskastovnarnir
undir
Føroyum eru so illa fyri.
Íhaldni 4-bandin í Sambandi
num vendi eisini ranguna
á vreiðuni út í dag. Lands
stýrismaður teirra og skila
góða
semjan
við
aðrar
flokk ar vóru stungin niður
á alljósum degi. Íhald fyri
íhaldisins sakir. Ein vitleys
støða, ikk i bara í mun til
tilmælini frá Moody´s, um
broyttan fiskivinnupolitikk ,
men serliga í mun til tann
einastandandi møguleikan
vit eiga í sjálvsagda alterna
tivinum, at vaksa um føroy
ska búskapin, umvegis ein
búskapar- og lívfrøðiliga burð
ardyggan fiski vinnupolitikk .
Stundandi Ólavsvøkan er
markamótið, táið fæst at vita,
um tað ber ella brestur fyri
teimum hugaligaru Føroyum
at búleikast í. Politikk ur
er ikk i bara at vilja okk urt,
hann er at vilja broytingina
av skeivum og stadnaðum
strukturum, sum altíð forða
menningini, verða teir ikk i
støðugt endurskoðaðir, bøttir
og broyttir.
Fiskivinnupolitikk ur
land
sins skal hava sum høvuðs
mál, at ríkidømið í havinum
verður umsitið sum varandi
grundarlag undir føroyska
samfelagnum,
og
hesum
máli røkk a vit bara, um
stovnarnir
verður
røktir
samsvarandi
einum
bú
skapar- og lívfrøðiliga burðar
dyggum máli. Hareftir verður
búskapurin, - og trivnaður og
lív og lagna fólksins.
Fiskidagar og junkmæti
Óhomogena samtøkan av europeiskum londum, sum kontinentalkapitalurin hevur savnað
í ein superkapitalistiskan handilsfelagsskap, er í svárum trupulleikum. Trøini vuksu ikki
inn í himmalin, sum ætlað varð, og nú sita fremstu fíggjaroddvitarnir í hesum gamla
heimspartinum nátt og dag, í sveittabroti, í eini roynd, at fáa lesningin upp á slætt aftur