mikudagur 13. juli 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. juli 2011 · Nr. 80
16
Sosialurin
G! Í morgin, hósdagin, byrjar festivalurin, sum broytir Syðrugøtu frá at vera ein púra vanlig føroysk bygd, meinlík
so mongum øðrum, til eitt sentrum fyri tónlistarligari nýhugsan, skapandi list og skeivari tankagongd. Á hesum
báðum síðum varpa vit ljós á skránna og tær upplivingar, vit serliga gleða okkum til og kunnu viðmæla
G!-festivalurin 2011
Hetta má u
Movits!
Vælsvingandi og festligi svenski bólkurin er eitt navn, vit
ikki einans skulu leggja til merkis á ársins G! Festivali, men
sanniliga eisini á altjóða tónatindunum komandi tíðina.
Eftir eina sending í tiltiknu sjónvarpssendingini The
Colbert Report hjá Stephen Colbert struku teir beint til
tops hittlistum hjá bæði iTunes og Amazon. Movits svinga
á svenskum og kennir tú ikki bólkin, er lagið »Fel Del Af
Gården« eitt gott stað at byrja.
Fallulah
26 ára gamla Maria Apetri, sum býr handan songkvinnuna
Fallulah, hevur av sonnum staðfest sítt navn ein tónleikari,
ið skal takast við stórum álvara. At popptónleikarin hevur
rumenskt blóð og hevur útbúgvið seg vestan hav, hoyrist
aftur í tónleikinum, har íblásturin frá bæði balkan og
indierákinum troyngja ígjøgnum. Lagið »Bridges« varð
mest spælda lagið á útvarpsrásini P3 hjá DR í Danmark í
2010. Hoyrdi tú ikki hetta lagið, so hevur tú ivaleyst hoyrt
»Out Of It«, sum var eyðkennislagið til sera vælumtóktu
sjónvarpsrøðina Lykke, sum varð víst á DR í ár. Hevur
tú einki hoyrt av hesum, eigur tú heilt víst at lurta eftir
Fallulah hóskvøldið.
Hamferð
Doom-metal kalla teir sjálvir tónleikin. Hamferð vann
tónleikakappingina Sement 2010 og varð eisini kosin Ársins
Nýggi Bólkur á Planet Awards í fjør. Hamferð, sum spælir
harðan og myrkan rocktónleik, hevur spælt fleiri konsertir
kring landið síðani bólkurin varð stovnaður í 2008.
Haraftrat hevur Hamferð givið út fløguna »Vilst er síðsta
fet«, sum millum annað telur eina endurinnspæling av
sálminum »Harra Guð, títt dýra navn og æra«. Sangurin er
at finna á YouTube og lýsir væl, hvat Hamferð er fyri nakað.
Meshuggah
Uttan iva størsta navnið, sum
nakrantíð hevur vitjað í Føroyum
innanfyri metalumhvørvið.
Svenski bólkurin hevur havt sera
stóra ávirkan á metaltónleikin,
sum hann er í dag og stutt eftir
midnátt fríggjakvøldið fáa
føroyingar høvið at upplivað
mætu mennirnar í bólkinum á
Gøtusandi. Bólkurin er 24 ára
gamal, hevur eitt ótal av útgávum
í skjáttuni og ein fjepparaskara
í Føroyum, sum ivaleyst er eina
uppliving verdur í sær sjálvum.
Við Meshuggah á G! er lagt upp
til eina av teimum tungu, men
samstundis heilt stóru løtunum í
søgu festivalsins.
Swanga Dangah
Hetta verður bæði forkunnugt, fríkst og
føroyskt. Swangah Dangah eru fyrstu
føroysku gangsta-rappararnir nakrantíð. Teir
tríggir Sten Róin, Kári og Ragnar frá Svanga í
Havn, hava vit løgum sum »Gentan er farlig«
og øðrum prógvað, at teir teljast millum heilt
áhugaverdu nøvnini, sum eru ávegis upp á
føroyska tónleikapallin. Lagið »Frá bygd yil
bý« hevur staðfest hetta við maner, og nú
vit bíða eftir fløguni frá bólkinum, sum er
ávegis, gleða vit okkum til at hoyra bólkin í
feita karminum, sum Grundin er.
Lagt til rættis: Rólant Waag Dam
FRÍG
HÓsDAGUR
sAnDUR
sp
sAnDUR
spæLipLáss
GRUnD
16
00: ro
25: ka
00: guðrun&bartal
40: andy irvine (ir)
17
10: ma
20: annamarie
Zimakoff
18
00: mar
rev
50: nive
40: giPs
10: sPÆlimenninir
19
10: lisa í dali
40: mirror men
20
20: Petur Pólson
10: sic
21
00: amne
10: budam
40: movits! (se)
00: Hamferð
22
00: travis (gb)
50: mugison (is)
23
40: Högni
50: fallulaH (dk)
00: dj mrgillis (se)
00
30: mesHuggaH (se)
50: Humanwoman (is)
01
30: Picture
book (FO
02
00: Übernörd
03
SK
14.–16