Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juli 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 13. juli 2011 · Nr. 80 Sosialurin G!-festivalurin 2011 upplivast The Tennesee Mafia Jug Band Eitt av heilt skeivu og sermerktu innsløgunum, fyriskipararnir handan G! borðreiða við. Fimm mans frá Nashville-leiðini í Tennesee, sum syngja um lív og gamlar dagar. Tað ljóðar ikki so festligt, men bólkurin ber orð fyri at vera ógvuliga undirhaldandi, nærlagdur og sjarmerandi upp á tann ordiliga gjøgnumførda og bygdasliga mátan – bæði tá tað kemur til tónleik, klæðir og framførslu. Á The Marty Stuart Show hevði bólkurin eina frálíka framførslu, sum eisini sæst á YouTube, um tú ikki kennir bólkin og annars ynskir at fáa eitt bíligt grin á einum tónlistarligum støði, sum avgjørt ikki er lágt. Hellzapoppin Tað mest svaka og ørvitiskenda tiltakið, sum ber til at uppliva í Gøtu hetta summarið – kanska Føroyum við. Hellzapoppin eru amerikumenn, sum gera alt tað, tú kanst og ikki kanst ímynda tær. Eta eld, svølgja svørð, ganga á glasi og so framvegis. Teir hava eisini verið partur av konsertferðum hjá Marilyn Manson, Rammstein, Slipknot og mongum øðrum og hava verið at sæð í sendingum sum eitt nú The Tonight Show with Jay Leno og Ripley’s Believe It or Not, sum burdi borga fyri góðsku. G! Festivalurin garanterar, at framførslan ikki hevur sæð sín líka í Føroyum áður, men tað burdi næstan verið óneyðugt. Brynjolfur Eftir at hava verið høvuðsvertur fyri og spælt á størsta pallinum á Distortion tiltakinum í Keypmannahavn í vár, kemur Brynjolfur heim at spæla í lítlu Grundini á G! Hóast hann hevur framført á G! áður, er talan um spennandi vitjan, tí Brynjolfur hevur ment seg ómetaliga nógv, síðani hann flutti av landinum fyri fýra árum síðani. So hevur tú ikki hoyrt dugnaliga og nærlagda mannin á palli í longri tíð, so er Grundin absolutt eina vitjan verd, leygarkvøldið. LEYGARDAGUR sAnDUR spæLipLáss GRUnD 12 00: barnaskrá: verkstaðir sjónleikur skattaveiða angela, rógvi og vinmaðurin, Hannebal, smølfarnir, nissur. 13 ÍGGJADAGUR 14 00: barnaskrá pæLipLáss GRUnD 15 00: laksagrilling 20: astrid samuelsen lív & tHe Zoo tHe sHallow man (dk) cody (dk) od sinclair (gb) atrina Petersen 16 arius 17 40: benjamin rstin & tHe velators e nielsen (gr) sy train 18 30: skálmöld (is) 19 10: orka 20 10: guðrið Hansdóttir esty vinnari m 21 00: blind boys of alabama (Us) 22 20: tHe tennessee mafia jug band (Us) 23 30: týr 00: sugardaddy & HoneyPie 00 40: HellZaPoPPin (Us) 20: lorne asHley (Uk) e O/Uk) 01 50: Páll finnur Páll 20: brynjolfur 20: swangaH dangaH 02 50: Hallur joensen 40: sexy laZer (is) 00: Herr gott 03 KRÁ 6. JULI 2011 Budam Hevur fyri kortum latið nýggja fløgu av hondum, og er komin aftur av konsertferð í eitt nú Fraklandi. Annars hevur tað verið ógvuliga avmarkað, tað áhoyrarin í Føroyum hevur hoyrt til Búa Dam og bólk hansara seinastu tíðina. Tí er talan um eina forkunnuga framførslu, nú Budam aftur spælir á G!, har hann áður hevur havt minniligar framførslur á spæliplássinum. Orka Orka er mest originali og alternativi bólkurin, Føroyar higartil hava fostrað. At hvør einasta framførsla er eina vitjan verd, hava teir staðfest bæði í Føroyum og uttanfyri oyggjar okkara. Heimagjørdu ljóðførini og skeivu rútmurnar hava givið bólkinum kultstatus her heima, og uttanfyri klettar okkara telist Orka millum mest umbidnu føroysku nøvnini. Við nýggjum tilfar av fløguni Óró umframt frálíka tilfarinum, bólkurin áður hevur gjørt, skulu undanførslurnar vera sera góðar, fyri ikki at leita sær oman á sandin tíðliga leygarkvøldið.