Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juli 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 13. juli 2011 · Nr. 80 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge FK Qarabag úr Agdam í Aserbadjan ljóðar ikki av nógvum, men gongdin í Evropa seinastu tvey árini benda á, at nógv er broytt. Felagið hevur bara vunnið eitt meistaraheiti í Aser­badjan, síðani kapping var um­ skipað í 1992. Tað var í 1993. Men í 2008 bleiv liðið úr Agdam kollvelt, tá fyrr­verandi stórspælarin í Aser­ badjan, Gurban Gurbanov, tók við starv­inum sum venjari. FK Qarabag vinnur meistaraheitið Í 1992 verður besta deildin í Aser­ badjan umskipað, soleiðis at feløgini fáa størri ávirkan. Síðani tá hevur FK Qarabag vunnið meistaraheitið eina ferð. Kappingin var skipað so­ leiðis, at talan var um finalu í lands­ kappingini. FK Qarabag vann final­ una 1-0 á Khazar Sumgait. Síðani tá hevur tað ikki eydnast teimum at enda á ovastu rók í lands­kappingini. Nærmast kom fel­agið í 1996-97, tá liðið endaði á øðr­um plássi, trý stig aftanfyri numm­ar eitt. Umframt einsamalla meistara­ heitið, so hevur felagið eisini vunn­ ið steypakappingina tríggjar ferðir. Í 1993, 2005-06 og í 2008-09. Fíggjarlig bjargin í 2001 og kollvelting í 2008 Liðið tók í 1996 lut í evropskum fótbólti á fyrsta sinni. Fyrstu árini gekk illa og liðið tapti samanlagt stórt fyri liðnum sum FCK, sum vann 10-0 samanlagt í 1998-99. Fel­agið kemur um hetta mundið í fíggjar­lagt óføri, men verður bjargað í 2001 av eini Holding fyri­ tøku. Í 2008 verður fyrrverandi stór­ leikarin hjá Aserbadjan, Gurban Gurbanov, settur sum venjari. Hann fær skil á liðið, sum vinnur steypa­ kappingina. Árið eftir kemur liðið í fjórða umfar í Europa League. Teir vinna á norska Rosenborg, finska FC Honka, áðrenn teir tapa samanlagt móti Twente úr Hollandi. Í fjør gekk eins væl og liðið kom aftur til fjórða umfar, har teir taptu samanlagt móti týska Borussia Dortmund. Á vegnum vunnu teir millum annað á polska stórliðnum, Wisla Krakow. Í ár er liðið komið í annað umfar við at vinna greitt á litaviska Banga Gargzdai. Bronsa í fjør FK Qarabag bleiv í fjør nummar trý í heimligu kappingini. Toppskorari í deildini var FK Qarabag framherjin, Giorgi Adamia, við 18 málum. 30 ára gamli framherjin er úr Georgia og er tann útlendski leikarin, ið hevur spælt flestar dystir í Aserbadjan. Annars kann nevnast, at leik­ vøllurin hjá teimum eitur Guzanli Olympic Complex Stadium og hevur pláss fyri áleið 4.300 áskoðarum. Miðaltalið til ein dyst í Aserbadjan er í ár komið upp um 2.000, fyri fyrstu ferð síðani kappingin í 1992 bleiv umskipað. FK Qarabag seldi í januar 2010 Vagif Javadov til FC Twenti í Hollandi fyri yvir 10 milliónir krónur. Tað er tað mesta nak­að felag í Aserbadjan hevur mót­tikið fyri ein leikara. FK Qarabag favorittur UEFA metur Vodafonedeildina verða 51. bestu, ella triðringastu lands­kappingina í Evropa. Vit eru bara frammanfyri Andorra og San Marino. Heimliga kappingin í Aser­ badjan er nummar 37 á listanum hjá UEFA. Eitt frammanfyri lands­ kappingina í Slovenia. Í lands­liðs­ fótbólti eru teir ikki seedaðir nógv betri enn vit. Teir eru nummar 112 á FIFA listanum, meðan Føroyar eru á einum 114. plássi. Hevði talan verið um landsdyst hevði tí verið torført at gjørt annað liðið til stórfavoritt, men tað tykist greitt, at FK Qarabag er eitt væl sterkari lið enn EB/ Streymur. trondur@sosialurin.fo Fakta: FK Qarabag Meistaraheiti: 1993 Steypakappingar: 1993, 2005-06 og 2008-09 Leikvøllur: Guzanli Olympic Complex Stadium (4.300 áskoðarar) Venjari: Gurban Gurbanov EB/Streymur fær oyruni í maskinuna Europa league Hóast mótstøðan hjá EB/Streymi ikki ljóðar av nógvum, so sannlíkt at FK Qarabag er eitt sera sterkt lið eftir føroyskum mátistokki. Søgan er ikki rík og liðið hevur bara vunnið eitt meistaraheiti, men seinastu tvey árini hevur liðið tikið seg nógv fram. Dysturin verður hóskvøldið kl. 19.00 í Gundadali FK Qarabag í dysti móti Borussia Dortmund Gurban Gurbanov, venjari Tróndur Arge Tað er ikki á hvørjum degi, at eitt føroykst lið fær høvið at royna seg móti einum liðið, sum hevur verið í eini Champions League finalu. Teir ljósabálu úr Skåne høvdu sítt besta tíðarskeið í 70’inum. Teir megnaðu í 1979 at koma í finaluna í European Champions Cup, sum tá var heitið á tí sum vit í dag kenna sum Champions League. Á veg til finaluna vinna teir tá á franska Monaco, ukreinska Dynamo Kyiv, pólska Wisla Krakow og í hálv­final­ uni móti eysturríska Austria Wien. Í finaluni tapta teir fyri Nottingham Forest við máli, sum Trevor Francis skorar. Søguríkt Malmø FF Teir hava vunnið svenska meistara­ heitið 16 ferðir og steypakappingina 14 ferðir. Stutt eftir 2. heimsbardaga byrjar at ganga væl hjá felagnum. Teir vinna fleiri meistaraheiti. Í 1965 verður Antonio Durán settur sum venjarin. Undir leiðslu av spaniól­ anum gongur Malmø FF síni bestu tíð á møti. Liðið verður svenskur meistari í sjey ferðir upp á tólv ár. Í 1990’inum gongur illa og liðið vinnur einki. Tað endar við at teir í 1999 flyta niður. Men í nýggju øldini gongur væl betri. Við einum ungum Zlatan Ibrahimovic á liðnum flytur liðið upp aftur. Undir nýggjari leiðslu kemur felagið fyri seg og vinn­ur svenska meistaraheitið í 2004 og aftur í 2010. Nýggjan leikvøll Malmø fekk í 2009 nýggjan leikvøll, ið hevur pláss fyri yvir 21.000 áskoð­ arum til Champions League dystir. Malmø verður somuleiðis mett at verða ríkasta felagið í Svøríki. Í 2001 selur Malmø Zlatan Ibrahimovic til Ajax fyri góðar 70 milliónir krónur. Tað er tann dag í dag, tað mesta eitt svenskt felag hevur fingið fyri ein leikara. Torfør uppgáva HB hevur fyrr fingið javnleik í Svøríki. Tað var móti Elfsborg fyri nøkrum árum síðani. Men sann­ leikin handan tann javnleikin er, at Elfsborg vann fyrra dystin greitt 4-0 í Gundadali. Gongdin hjá HB hev­ur eisini verið óvanliga vánalig í ár, so tað er ilt at ímynda sær at HB skal fáa nakað við heim úr Svøríki. Hinvegin, so er Sigfríður Clementsen einasti venjarin í heim­ inum, sum hevur megnað at spælt seg víðari í evropskum fótbólti við einum føroyskum liðið. trondur@sosialurin.fo Fakta: Malmø FF Meistaraheiti: 1943-44, 1948-49, 1949-50, 1950-51, 1952-53, 1965, 1967, 1970, 1971, 1974, 1975, 1977, 1986, 1988, 2004 og 2010 Steypakappingar: 1944, 1946, 1947, 1951, 1953, 1967, 1972-73, 1973-74, 1974-75, 1977-78, 1979-80, 1983-84, 1985-86, 1988-89 Leikvøllur: Swedbank Stadium (21.000 sitipl.) Venjari: Rikard Norling Malmø hevur sterka søgu Champions League HB skal í kvøld kl. 19.00 í Malmø, dystast móti svensku meistarunum, Malmø FF. Malmø er millum søguríkastu svensku feløgini og hevur uppfostrað leikarar sum eitt nú heimsstjørnuna Zlatan Ibrahimovic Ein ungur Zlatan Ibrahimovich setur ferð aftur á felagið