mikudagur 13. juli 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. juli 2011 · Nr. 80
20
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
Í juni mánaði í 2007 komu táver
andi heimsmeistarnir til Føroyar.
Ongantíð áður og ongantíð síðani
hevur føroyska landsliðið spælt
móti einum verandi heimsmeistara.
Maðurin, ið lyfti heimsmeistara
steypið upp um høvd eftir finalu
sigurin, er ongin minni enn Fabio
Cannavaro. Maðurin, sum árið fyri
gjørdist fyrsti verjuleikarin, ið bleiv
kosin heimsinsbesti leikari. Hann
er við á ferðini og um armin hevur
hann liðskiparabandið.
Yvirav honum stendur ein enn
størri maður – likamliga væl at
merkja. Hóast Rógvi Jacobsen um
hetta mundið er føroyameistari við
HB og nærkast metinum sum mest
skorandi føroyski landsliðsleikarin,
so er langt upp til heimsins besta
heimsmeistara.
»Himmalvíður munur á
Cannavaro og Matarazzi«
Sjálvur dysturin endar við einum
2-1 sigri til Italia. Hóast Fabio
Cannavaro er í miðverjuni, so
megnar italska verjan ikki at verja
fyri klaksvíkinginum, tá hann fær
eitt gott innlegg úr høgru. Rógvi
setur pannina á og skorar eitt
vakurt og minniligt mál.
– Eg minnist væl tann dystin.
Fabio Cannavaro var blíður og
vinarligur gjøgnum allan dystin.
Tað var ein himmalvíður munur á at
spæla yvirfyri honum og so Marco
Matarazzi, sum allatíð skuldi spæla
harður, sigur Rógvi Jacobsen.
Eftir dystin býttu Rógvi og
Cannavaro um troyggju.
– Vit avtalaðu at býta um
troyggju, men hann segði at vit
skuldu gera tað aftaná vit vóru
komnir inn í FSF húsið. Har stóð
hann so og bíðaði og var sera fyri
komandi. Hann er ikki av størstu
monnum, so troyggjan er í minna
lagi, sigur Rógvi Jacobsen góð fýra
ár eftir dystin.
Troyggjan liggur
í eini skuffu
Tá Sosialurin ringir fyri at frætta
um troyggjuna, fer Rógvi at yvast
hvar hon liggur. Eftir eina løtu
kemur hann fram til, at hon helst
er í Klaksvík.
– Allar landsliðstroyggjurnar
liggja í eini skuffu. Eg havi ikki
hugsa um at hongt hana upp, men
tá eg síggi hann spæla, so hugsi eg
um at eg eigi eina troyggju av hon
um, sigur Rógvi Jacobsen víðari.
– Eg haldi at beiggi mín hevur
spælt innandura í henni onkuntíð,
men annars verður hon ikki nógv
brúkt, sigur Rógvi Jacobsen, sum
í returdystum í Italia skoraði sítt
tíggjunda mál í landsliðshøpi. Tað
er met.
Alt byrjar í Napoli
Fabio Cannavaro var føddur í Napoli
í 1973. Sum ungur spældi hann við
Bagnoli, men longu sum 15-ára
gamal hevur Napoli fingið eyguni
fyri góðum fótbóltseginleikunum
hjá honum. Í 1988 gongur leiðin á
fyrsta sinni til Napoli. Fyrstu árini
var hann bóltadrongur, meðan
leikarar sum Diego Maradona og
Ciro Ferrara ráddu fyri borgum.
Rógvi Jacobsen um troyggjuna hjá Fabio Cannavaro:
Hon er í m
Fótbóltur Hann er bara 177
sentimetrar til hæddar, men ein av størstu
verjuleikarunum í fótbóltssøguni. Hann er
blíður og fittligur á vøllinum, men ein marra
at spæla ímóti. Hann hevur spælt fleiri
landsdystir enn nakar annar italiumaður,
og er fyrsti og einasti verjuleikarin, ið er
kosin til heimsins besta fótbóltsleikarar.
Í farnu viku boðaði Fabio Cannavaro
frá, at hann gevst at spæla fótbólt
Heimsmeistari á Tórsvølli
Fabio Cannavaro og Rógvi Jacobsen í hornatøkum í
landsdystinum millum Føroyar og Italia á Tórsvølli, juni 2007
Mynd: Álvur Haraldsen