Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juli 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 13. juli 2011 · Nr. 80 Sosialurin Ítróttur Í 1992 spældi hann sín fyrsta dyst fyri teir ljósabláu og fram til 1995 gjørdist tað til samanlagt 68 dystir. Sjey ár í Parma Napoli var í fíggjarliga trongum skóm og felagið valdi at selja frynt­ liga miðverjan til Parma. Í Parma hevði Fabio Cannavaro nøkur góð ár. Hann gjørdist fastur maður á italska landsliðnum og Parma vann mill­um annað UEFA Cup og italsku steypakappingina. Eftir sjey ár og yvir 250 dystir fyri liðið úr skinku­býnum, stóð Inter Milan fyri framman. Nær við og næstan Inter Milan keypti Fabio Cannavaro fyri góðar 170 milliónir krónur á summri 2002. Um hetta mundið royndi Inter Milan alt hvat teir kundu fyri at koppa AC Milan, AS Roma og Juventus av toppinum. Men heldur ikki við Fabio Cannavaro bar til. Liðið endaði numm­ar tvey í Seriu A og kom í hálv­finaluna í Champions League yvir tvey ár. Scudetto og niðurflyting Í 2004 skifti Fabio Cannavaro til Juventus. Loksins eydnaðist honum at vinna italska meistaraheitið. Bæði í 2005 og 2006. Men okkurt var, sum tað ikki skuldi verða í Juventus og Italskum fótbólti. Mutur og svik varð avdúkað í Calciopoli sakini, ið skakaði fótbóltsheimin. Juventus varð tvungið niður í Seriu B. Stutt frammanundan var hann kosin til heimsins besta fótbóltsspælara av FIFA í 2006. Tann fyrsti og higartil einasti verjuleikarin, ið hevur fingið tann heiðurin. Tvey meistaraheitið í Madrid Saman við venjarinum, Fabio Capello, skifti Fabio Cannavaro frá Juventus til Real Madrid. Har spældi hann í trý ár. Tvey tey fyrstu árini gekk væl og Real Madrid vann meistaraheitið bæði árini. Árið eftir gekk ikki eins væl og miðverjin boðaði frá, at hann nú fór aftur til Juventus. Eftir eina rímuliga byrjan upp á kappingarárið byrjaði at ganga illa og samstarvið millum hann og Juventus endaði eftir eitt ár. Hann royndi seg eitt ár í miðeystri, men knæið helt ikki til at spæla fótbólt meir. Í juli 2011 boðaði hann frá, at hann setti fót­ bólts­skógvarnar á hillina. Italska landsliðið Fabio Cannavaro spældi sín fyrsta landsdyst í 1997 móti Norður Írlandi. Hann er í dag tann leikarin, ið hevur spælt flestar dystir fyri Italia. Samanlagt 136 dystir. Hann hevur spælt í fýra HM endaspølum, frá 1998 til 2010, og tveimum EM endaspølum, 2000 og 2004. Í 2008 var hann skaddur og spældi ikki í tí EM endaspælinum. Besta avrikið hjá Italska lands­ liðnum var uttan iva heims­ meistara­heitið í 2006. Við Fabio Cannavaro á odda stóð verjan hjá Italia sterk. Bara tvær ferðir endaði bólturin í italska málinum. Fyrru ferð var tað sjálvmál, og seinnu ferð var tað við brotssparki frá Zinedine Zidane í sjálvari finaluni. »Vit eru priviligerað« Tað er ikki hvørjum oyggjasamfelagi beskorið at fáa vitjan av heimsins besta heimsmeistara. Men tað hava Føroyar havt, og tað skilur Rógvi Jacobsen enn betri í dag. – Tá hugsaði eg ikki so nógv um tað, men í dag dugi eg væl at síggja, at vit eru priviligerað at sleppa at royna okkum móti so stórum fót­bóltstjóðum, staðfestur Rógvi Jacobsen at enda. Vit hava spælt móti einum manni, sum hevur skrivað sín egna kapitul í fótbóltssøguna. Hann var heimsmeistari og verður í eftir­ mælinum bólkaður saman við verju­legendum sum Franco Baresi og Paolo Maldini. trondur@sosialurin.fo minna lagi Føddur: 13/9: 1973 Føðistaður: Napoli, Italia Hædd: 1.77cm Kona: Daniela Cannavaro Børn: Christian Cannavaro(1999), Martina Cannavaro(2001) og Andrea Cannavaro(2004) Yrkisleið: 1992-1995: Napoli; 68 dystir, 1 mál 1995-2002: Parma; 289 dystir, 6 mál 2002-2004: Inter Milan; 74 dystir, 3 mál 2004-2006: Juventus; 95 dystir, 7 mál 2006-2009: Real Madrid; 116 dystir, 0 mál 2009-2010: Juventus; 27 dystir, 0 mál 2010-2011: Al-Ahli Dubai; 16 dystir, 0 mál Samanlagt: 659 dystir, 19 mál Italia: 136 landsdystir, 3 mál (Italskt met) Vunnin heiti: Parma: Coppa Italia: 1998-1999 og 2001-2002 Supercoppa Italiana: 1999 UEFA Cup: 1998-1999 Real Madrid: La Liga: 2006-2007 og 2007-2008 Supercopa de Espana: 2008 Italia: UEFA U-21 EM vinnari í 1994 og 1996 Heimsmeistari: 2006 Persónligir heiðrar: FIFA Heimsins besti fótbóltsleikari: 2006 Ballon d’Or: 2006 Besti leikari í Seria A: 2006 Ársins italski leikari: 2006 Ársins verjuleikari í Seriu A: 2005 og 2006 Juventus vann í 2004-2005 og í 2005-2006 italska meistaraheitið við Fabio Cannavaro á liðnum. Juventus fekk frátikið bæði heitini í Calciopoli sakini FAKTA Fabio Cannavaro Tá hugsaði eg ikki so nógv um tað, men í dag dugi eg væl at síggja, at vit eru priviligerað at sleppa at royna okkum móti so stórum fót­bóltstjóðum Cannavaro troyggjan Rógvi Jacobsen og Fabio Cannavaro skiftu um troyggju eftir landsdystin á Tórsvølli. Her er Rógvi avmyndaður við troyggjuni góð fýra ár eftir dystin Mynd: Álvur Haraldsen