Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juli 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. juli 2011 · Nr. 80 22 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge Aganevndin hjá Fótbólts­sam­band­ inum kom í gjár við sínum úr­skurði í málinum um ólógliga penga­ flutningin til EB/Streym. Aga­ nevndin hevur dømt EB/Streym eina bót á 400.000 krónur. Bótin skal gjaldast yvir eitt tvey ára skeið – í 2011 og 2012. Kassameistari útihýstur í 12 ár Høvuðspersónurin í málinum, ein fyrrverandi kassameistari í felag­num, er útihýstur frá øllum virk­semi í føroyskum fótbólti í 12 ár. Nú­verandi formaðurin og ein nevndar­limur fingu eisini dóm upp á 12 ára útistongsul frá fót­ bólts­virksemi, men Aganevndin hevur sett teirra revsing niður til 6 ár. Hetta tí Aganevndin heldur, at Loyvis­umsitingin hjá FSF hev­ ur ikki havt fullgott eftirlit við EB/ Streymi, og tað eru linnandi um­ støður. Aganevndin tekur ikki støðu til spurningin um altjóða luttøku hjá EB/Streym í ár. Aganevndin sigur, at helmingurin av ólógliga penga­ flutninginum var í tí tíðar­skeiðnum, tá ið EB/Streymur vann sær rætt til europeiska luttøku í ár, men Aganevndin vísir í hesum parti av málinum til føroysku loyvis­nevnd­ ina ella loyvisnevndina hjá UEFA. Aganevndin hjá FSF er mannað við hesum kvinnum: Ingunn Eiriks­dóttir, forkvinna, Anni á Hædd, næstforkvinna, og Sissal Kristiansen, nevndarlimur. Av­ gerðin hjá Aganevndin kann kær­ ast til Yvirkærunevndina. trondur@sosialurin.fo Bót og útihýsing til EB/Streym Fótbóltur EB/Streymur fær 400.000 krónur í bót, og formaðurin í EB/Streymi og tveir nevndarlimir verða útihýstir frá fótbólti í longri áramál Tróndur Arge – Hetta er eitt keðiligt mál fyri føroyskan fótbólt. Í ringasta føri kann hetta koma at fáa óhepnar avleiðingar fyri føroyskan fótbólt úteftir. Tí er týdningarmikið, at vit viðgerða málið rætt, sigur Christian Andreasen. EB/Streymur kann kæra dómin til yvirkærunevdina innan fimm dagar. – Nú skal kærunevndin standa sína roynd, staðfestur Christian Andreasen. Í úrskurðinum var aganevndin ikki blíð mótvegis loyvisnevndini, sum aganevndin metti ikki hevði gjørt sítt arbeiði til lítar. – Málið er avgreitt frá okkara síðu. UEFA setur krøv um at eitt nú loyvisnevndin og kærunevndin skulu arbeiða óheft av okkum. Okkara lutur í hesum málinum er avgreiddur, tá vit løgdu tað fram fyri aganevndini, sigur Christian Andreasen. Loyvisnevndin verður sett fyri tvey ár á gangin á Aðalfundinum hjá FSF. trondur@sosialurin.fo Harmur FSF forseti Fótbóltur Christian Andreasen er harmur um støðuna, sum er íkomin