mikudagur 13. juli 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. juli 2011 · Nr. 80
24
Sosialurin
Miðvikan
S
jálvt íslendskir søgumenn
hava váttað, at tað vóru
føroyingar, ið komu til lands
á
Eysturlandinum,
sum
lærdu íslendingar á hesum
leiðum at fiska og at virka
fiskin.
Men sjálvsagt hava føroy
ingar eisini lært nógv av sín
um sambandi við Ísland. Eitt
av hesum hevur verið fryst
ing av agni. Tað var Jógvan
Rasmussen úr Klaksvík, sum
stóð fyri hesum. Hansara
søga er eisini ein partur av
okkara søgu »til lands«.
Tað vóru tríggir brøður
úr Grótinum, ættaðir av
Skipanesi, sum blivu sera
kendir í Klaksvík. Teir vóru
Jógvan, Klávus og Kristian.
Foreldrini
vóru
Bergithe
Marie Joensdatter og Jógvan
Rasmussen.
Húsini í Grótinum á Skipa
nesi standa enn, og eru tey
fyrstu hús í gomlum sniði,
tá koyrt verður inn eftir
Skálafjørðinum.
Frida Zachariassen, dóttir
Jógvan, greiðir frá í bók um
pápa sín, at skúlagongdin
var hjá Jóannes í Saltnesi.
Tey høvdu landalæru eftir
sjókortum, sum lógu á lofti
num í skúlanum í Saltnesi.
Hetta
kann
hava
skapt
hugflogið hjá Jógvani.
Tey vóru seks systkin, og
av teimum fóru hesir tríggir
til Klaksvíkar og komu teir
at seta síni merki á nýggju
heimbygdina.
Sum ungur smíðaði Jógvan
saman við pápa sínum. Hann
kom 19 ára gamal í 1890 til
Klaksvíkar til mostur sína á
Vágsheygnum.
Jógvan kom við
íshúsum
Í 1897 var Jógvan eisini eitt
rend í Vestmanna og arbeiddi
hjá tí tiltikna framburðs
manninum Ólavi av Heygum.
Tá ið Háskúlin byrjaði í
Klaksvík í 1899, var Jógvan í
fyrsta flokkinum.
Men Jógvan vildi royna
nakað annað. Serligan áhuga
hevur hann havt fyri Íslandi,
har hann róði út í fleiri ár.
Á
heysti
1895
kemur
Jógvan heim úr Íslandi.
Faktorin, Johan Christian
Djurhuus, spyr Jógvan, um
nakað nýtt var úr Íslandi.
Hann visti í hvussu er eini
stór tíðindi. Tey vóru, at
nú vóru íslendingar farnir
at frysta sild til agn. Hetta
uppfinnilsi var komið til
Íslands frá íslendingum í
USA. Jógvan greiddi frá,
hvussu sildin varð fryst,
hvussu hon var goymd í
frostrúmum, og at hon helt
seg feska í langa tíð.
Jógvan spurdi eisini Fakt
orin beinanvegin, um hann
ikki skuldi lata gera ein frost
kassa til handilin. Goymslu
hús til ís høvdu teir jú, so tað
skuldi borið væl til.
Hetta helt Faktorin ikki
í fyrsta umfari vera áhuga
vert fyri føroyingar. Men
Jógvan gavst ikki so. Hann
royndi støðugt at arbeiða
uppá Faktorin, sum annars
var av fremstu framburðs
monnum.
Jógvan royndi eisini at
fáa aðrar hugaðar fyri hes
um hugskoti. Men svarið var
frá øllum, at víst kundu teir
trúgva, at tað bar til at frysta
sildina, men at fiskur kundi
taka slíkt agn, trúðu teir
einki uppá!
Ein dagin á vári í 1897 hevði
handilin í Klaksvík fingið
nakað av sild úr Eysturoy. Tá
bjóðaði Jógvan sær til at vísa
Faktorin, hvussu teir frystu
sild í Íslandi.
Hvussu var og ikki. Nú
fekk Faktorin brell, og hann
sendi í 1898 Jógvan til Íslands
at
kanna
nærri,
hvussu
eitt frystihús skuldi gerast.
Jógvan helt hetta ikki vera
neyð ugt, tí hann visti væl,
hvussu hetta skuldi gerast.
Men Faktorin helt, at nú mátti
hetta fyrireikast til lítar.
Hetta gjørdist so fyrsta
frystihús í landinum. Tað
vísti seg at rigga heilt væl.
Útróðurin kom at geva mun
andi meira av sær. Skjótt
komu onnur hesum frysti
húsum á baki. Tað næsta
kom í Havn. Robert Joensen
hevur eina gjølla frásøgn
um hesa søgu í síni bók um
útróðurin 1845-1945.
Fuglaframi og íshús
Fuglaframi var eitt blað, sum
Sverre Patursson í Kirkjubø
gav út árini 1898-1902. Her er
eisini eitt áhugavert íkast til
íshúsasøguna.
Jógvan í Grótinum hevur
eina grein um hetta evni
tann 10. apríl 1900, har hann
millum annað sigur:
Íshús
Tað eru vist teir flestu út
róðrarmenn, sum trúgva, at
hann, sum hevur best agn
og er driftigur, fiskar mest.
Hetta slær oftast til. Nógv
sýnist eisini at vera gjørt fyri
at fremja fiskiskap okkara.
Frosthús eru bygd í Klaksvík
og í Havn, so hereftir verður
ofta sild at fáa til agns, um
langar tíðir verða, sum einki
veiðist av henni.
Tí haldi eg, at teir flestu
útróðrarmenninir áttu at
bygt sær íshús, hvør bygd í
felag. Hetta halda nokk nógv
vera vitleyst snakk, tí eitt
sovorðið hús kostar fleiri
túsund krónur, og føroyingar
eru ov fátækir til at kasta so
nógvan pening burtur uppá
óvist.
Men eg haldi hetta tó ikki
vera so dýrt, sum mangur
sigur. Antin eitt tílíkt hús
verður bygt við grót ella flag
veggjum, ger umtrent tað
sama fyri at goyma ísin. Bara
má ansast eftir, at breiða
væl útyvir hann við hoyggi,
málmi ella turkaðum kava.
Loft og nógvir bitar mugu
ikki havast í húsinum, tað er
bara til at minka um plássið
innan í teimum.
Sovorðin hús brúka teir
mangastaðni í Íslandi.
Hevur ein fingið íshús,
tørvar ein fyri tað fyrsta ikki
annað enn nakrar pannur og
ein kassa (sum eg skal greiða
frá fyri hvørjum, ið skrivliga
ella munnliga ynskir at fáa
at vita, hvussu hann skal
brúkast ella smíðast) til at
goyma sildina í. Tað er nógv
betur fyri smáar bygdir at
eiga eitt sovorðið hús, enn
at nakrir menn liggja heima
bestu útróðrardagar til at
royna eftir agni, sum ofta
mann spillast, áðrenn veður
verður at brúka tað.
Klaksvík, 10. mars 1900
Jógvan Rasmussen
Henda greinin man hava
vakt ans og hevur skapt
áhuga fyri íshúsum. Tann 12.
mai er ein, sum undirskrivar
seg Z., sum í Fuglaframa
heitir á Jógvan um at greiða
gjøllari frá mannagongdini
við frysting.
Men tá er Jógvan farin
til Íslands til lands. Tann 31.
juli kemur svar í Fuglaframa,
og tað er úr Markhellum á
Seyðisfirði í Íslandi. Jógvan
sigur í greinini, at tíverri sá
hann ikki umrøddu grein
fyrr enn hann var farin til
Íslands tann 23. mai, men onk
ur góður maður hevði sent
honum greinina til Íslands.
Í hesi drúgvu grein dagfest
28. juni greiðir Jógvan gjølla
frá bæði um, hvussu íshúsini
verða bygd, og hvussu fryst
ingin fer fram. Stutt sagt er
hon við eini blanding av kava
ella ísi og salti.
Væl mann hava hilnast, tí
tað var skjótt, at íshús vóru
í nógvum bygdum, og nógva
staðni síggjast slóðir eftir
teimum enn.
Rýmdi úr útróðrinum
til París
Abbasynir
Jógvan,
Poul
Havn og Grímur Rasmussen
úr Klaksvík hava greitt frá
hesum tilburði:
Hetta hevur helst verið í
1900, tá ið Jógvan var á Eystur
landinum og róði út. Saman
við honum var í hvussu er
beiggi hansara Christian.
Men tá frætti Jógvan um
heimsframsýningina,
sum
var í Paris hetta árið. Fyrsta
heimsframsýningin
hevði
verið í 1889. Tað var í hesum
sambandinum, at Eiffeltornið
var bygt.
Endamálið við hesi fram
sýning í 1900 var at staðfesta
tøkniligu
menningina
í
19. øld og at skunda undir
menningina í 20. øld. Fram
sýningin vardi frá 15. apríl
til
12.
november.
Nógv
var gjørt burtur úr. Tað
vóru ikki færri enn 76.000
Jógvan í Grótinum:
Kom við frystitøkni úr Íslandi
Í framhald av frásagnum frá Norrøna-ferðunum til Íslands skal verða greitt frá
Jógvan í Grótinum, sum eisini eigur sína serliga søgu í samband við Ísland
Magdalena og Jógvan í Grótinum í 1921
Seyðisfjørður um ta tíðina, Jógvan róði út har