Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-13, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juli 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 13. juli 2011 · Nr. 80 Sosialurin Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo framsýningar, og tann fyrsta undirgrundsbreytin í París var gjørd í samband við hesa framsýning. Hetta var sera freistandi fyri ein mann sum Jógvan, sum hevði so stórt hugflog. Jógvan gjørdi ikki vandari enn, at hann gjørdi av at fara á hesa framsýning. Hetta var nú ikki bert sum at siga tað. Fyrst skuldu hann sleppa sær til Reykjavíkar at fáa fart til meginlandið. Hetta var vist á rossabaki. Siglingin hevur tikið sína tíð og síðan var tað leiðin til París. Aftaná at hava sæð framsýninina gekk so leiðin sama veg til bátsfelagarnar á Eysturlandinum. Tá var útróðrartíðin um at vera liðug. Tað varð sagt, at beiggin og hinir bátsfelagarnir vóru ikki sera blíðir, sum kanska ikki er nógv av siga til. Grímur minnist abban hava átt eitt lítið modell av Eiffeltorninum, sum hann man hava havt heim við sær sum minni frá ferðini. Fær sær smiðju Í 1898 hevði Jógvan í Gróti­ num bygt sær jarnsmiðju í Klaksvík og varð ofta leit­að til hansara fyri at fáa motor­ in umvældan. Hansara smiðja er tann fyrsta í Klaks­­­­vík, sum tekur henda tátt­in upp. Tað kom at hava týdn­ing fyri útróðurin, at um­­vælingar, sum annars mátti verða gjørdar í Havn, nú kundi verða greiddar á staðnum. Hetta minkaði um mistar útróðrardagar. Jógvan var til lands á sumri, og so arbeiddi hann í smiðjuni um veturin. Í 1901 giftist Jógvan við Magdalenu dóttir Poul á Dalinum í Uppsølum. Havfrúgvin Útróðurin gekk tá fyri seg við árabátum. Men í 1905 verður Havfrúgvin bygd. Hon var liðugt bygd í juli. Hetta er fyrsti bátur, ið sjálv­­ur siglir úr Klaksvík til Íslands at rógva út. Við vóru Jógvan í Grótinum, Julius Biskupstøð, Poul í Køkinum, Kunoy og Hans í Ánunum. Framm­an­undan var hin part­ urin av manningini farin og vóru teir Klávus í Gróti­ num, Poul Kristoffur í Gøtu og Niclas í Ánunum. Klávus varð annars kendur sum for­ maður í Klaksvíkar Arbeiðs­ mannafelag. At hava motorbát var eitt framúr framstig. Hann kundi eisini sleipa hinar bátarnar út, og so kundu teir reka við streyminum og fiska. Julius og Jógvan høvdu við motorin at gera. Teir fóru so til Íslands og høvdu eina hampiliga reisu yvir. Teir fingu nógv burtur úr. Teir saltaðu fiskin at byrja við. Tá komu norðmenn til Íslands at keypa fisk kontant. Hetta man hava loypt rættiligt brell á Jógvan, tí longu veturin 1906/07 letur Jógvan saman við øðrum góðum monnum Jarnheys byggja hjá Lias í Rættará í Havn. Báturin var merktur til ca. 8 tons og hevði 8 hesta motor. Jógvan átti aðra helvt­ ina og ein íslendingur hina. Í 1912 legðist Jógvan uppá land, røkti heimaarbeiðið av bátinum og smíðaði. Jarnheys høvdu teir gangandi líka til 1929. Ein fiskibátur av Guds náði var Jarnheysur. Hann hevði eisini vala manning við Kristian í Grótinum sum formanni. Motorbátafelagið Tann 8. apríl 1912 varð í Sam­ komuhúsinum í Klaksvík hildin ein fundur, har nakrir motorbátaeigarar møttu. Til hendan fundin varð Jógvan í Grótinum boðin. Á hesum fundi vóru sam­ ráðing­ar tiknar upp við Jógvan um, at hann skuldi sleppa vár­­róðurin fyri at liggja heima og umvæla smærri motor­­brek. Aftur­ fyri skuldi tryggj­ast honum ein miðal fiski­­part fyri ein várróður. Hetta endaði við einum sáttmála millum Jógvan og nakrar motorbátaeigarar, at hann skuldi leggja seg heima frá 15. februar til 10. mai at umvæla motorar. Umframt gjald fyri um­ vælingar skuldi Jógvan hava kr. 400 tey fyrstu trý árini og síðani kr. 300 árliga. Um fleiri bátar lógu sam­ stundis, skuldi ein trí­manna­ nevnd gera av rekki­fylgjuna av umvælingunum. Tað hendi seg, at illstøða gjørdist við útróðrarmenn, sum ikki hildu seg fáa motor­ in nógv skjótt um­vældan. Tað var kanska einki løgið í tí. Hvør mistur útróðra­dagur kundi jú kosta dýrt. Framburðsmaður á øllum økjum Tá ið Jógvan doyði í 1957 skrivaði John Reid Bjartalíð millum annað: Eftir 1929 fekst Jógvan mest við smíð og jørðarbeiði, og at tað er vala handaverk bera trøðin og grótgarðar hans besta prógv um. Hann smæddist ikki frekar ælingar og sjask, um hann var á veltilendinum. Jógvan var væl meira enn hetta. Hann var mentamaður, lesandi og vitandi. Hann var dyggur søgumaður, ávirk­­­að­ur av íslendingum. Jógvan var stak ávirkaður av íslend­sk­ ari søgu eins og hann var tað í Føroya søgu. Jógvan hevði sjón­ar­ring sum fáur. Hann hevði stóran áhuga fyri skúla­ málum og mentamálum og ikki minst vinnulívsmálum. Her kom hann eisini at hava stóra ávirkan á mongum økjum. Í fleiri skeið sat hann í sóknarstýrinum og øðrum týðandi nevndum. Tá menn fóru undir at byggja svimjihylin i 1904, var Jógvan ein hin ágrýtnasti. Eisini sýndi hann bæði offur­ vilja og ágrýtni, tá Sam­komu­ húsið varð reist umleið 1899. Samkomuhúsið mundi vera tað størsta og besta av sínum slag í Føroyum tá. Jógvan var vitugur og livandi persónur. Sum limur í sóknarstýrinum dugdi hann at síggja, at skúlin var tann vitin, sum mátti farast væl um. Og hann gjørdi sítt besta. Eisini sá Jógvan, at skuldi tann rætti vøksturin koma, galt um at fáa el. Hann legði tí alla orku í at fáa el til bygdina. Saman við øðrum góðum monnum kom hetta í lag í 1930. Áhugavert var at koma á tal við ein slíkan mann, fullur av vitan um tær ymisku rembingarnar her á landi, i vinnu so væl sum til andslívið. Jógvan hevði gott skil á sínum pengaviðurskiftum. Hetta er fyrsta síða í hansara “viðskiftabók” við »Gránufelagsverzlan á Vestdalseyri« í 1907 Fýra av systkjunum í Grótinum. F.v: Jógvan, Anna Kristina, sum giftist til Gøtu, Christian og Klávus Grundarlagið fyri fyrstu frystingina var kavi. Her eru menn í Vestmanna á veg at avreiða kava í 1920. Teir fingu vist fyri leypin. Mynd: Fornminnisfelagið Í komandi parti verður greitt frá eiðisgentuni Maria f. Poulsen, sum endaði i Canada, tá hon giftist við canadiskum hermanni, sum hon hitti undir krígnum