mikudagur 13. juli 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 13. juli 2011 · Nr. 80
Sosialurin
Hiace
fæst
bara
høgra
stýrdur eftir 1. januar 2012.
Og bara eystanfyri. Viss
ikki Toyota enn einaferð
snýtir
vanliga
brúkaran,
so fer núverandi “norður
lendska” útgáva av Hiace
úr framleiðslu í oktober og
sølan steðgar tann 1. januar
2012. Eystanfyri koyra tó
spildurnýggir Hiace – men
teir eru høgrastýrdir!
Hiace sá fyrstu ferð dag
sins ljós í 1967 og hevur
síðan verið at sæð um allan
heim sum vørubilur, bussur,
minivan,
MPV,
taxabilur
og sum Van. Tann fyrsti
sum kom fekst eisini í eini
Commercial-útgávu
sum
campingbilur.
Eystanfyri
hevur Hiace verið mest stolni
bilur í mong ár – ikki orsakað
av bilinum sjálvum, men
av teimum einastandandi
haldbæru motorunum, sum
verða seldir svart sum báta
motorar. Fyrstu 10 árini fekst
hann bara við bensinmotori.
Fyrsta sniðið helt í 10 ár,
og varð mest seldur í Afrika,
har hann varð brúktur til
ferðafólkaflutning. Nógvir
av teimum koyra enn. Í 1977
kom Hiace í nýggjari út
gávu, og nú kundi veljast
millum bensin ella diesel.
Triðja ættarlið kom í 1982
og fjóðra í 1989, men tað
sniðið kom ikki til Føroya.
Men 1995-sniðið gjørdist tað
mest selda her um leiðir og
helt í veruleikanum líka til
seinasta sniðið kom. Sniðini
frá 2000 og fram síggjast
ikki um okkara leiðir. Teir
eru higartil bara framleiddir
høgrastýrdir og verða seldir
í Japan, Thailandi, Suður
afrika og ymsastaðni í Mið
eystri.
Teir fáast við 2,5 og 3.0
litra D-4D diesel ella 2.0 ella
2,7 litra VVTi-bensinmotori.
Hesir motorar svara væl og
virðiliga nýggju ES-krøvu
num, men bilurin verður
bara ikki framleiddur til
okkara marknað. Í USA
eru feløg, sum bjóða sær
til at umbyggja teir til
vinstrastýring – tað sama
er galdandi fyri slagskipið
Toyota Crown. Men tað kost
ar!
Í Danmark hevur Hiace
verið mest seldi vørubilur
í 15 ár tilsamans í harðari
kapping við VW Transporter.
Í Noregi eru seldir fleiri enn
110.000 Hiace bilar seinastu
44 árini, harav 66.000 fram
vegis koyra. Men verandi
Hiace hevur longi bara verið
seldur í Danmark, Noregi,
Finlandi og Írlandi – við
Noregi sum nógv størsta
marknaði.
Tann
1.
januar
koma
nýggj ES-krøv í gildi, so
kallaðu Euro 5 krøvini um
útlát, og ongin ætlan er hjá
Toyota at uppgradera tann
“norðurlendska” Hiace til
hesi krøv. Tað merkir, at
innflutningurin steðgar 1.
januar 2012, men framleið
slan av seinasta “norður
lendska” sniðinum steðgar
longu í oktober.
Tó hevur Toyota á sín van
liga duldarfulla hátt boðað
frá, at okkurt nýtt verður at
frætta í heyst. Toyota er kent
fyri at pella fyri fjølmiðlu
num. T.d. minnast mong, tá
Toyota boðaði frá, at nú var
Corolla farin í søguna, fyri
stutt eftir at senda tann
vakrasta Corolla nakrantíð á
marknaðin.
Vert er at leggja til merk
is, at Hiace-bilarnir, sum
verða framleiddir til heima
marknaðin hjá Toyota, væl
og virðiliga svara øllum
ES-krøvum mong ár fram í
tíðina, sum jú eisini er gald
andi fyri øll onnur Toyota-
snið við nýggju motorunum.
Spurningurin er so, um
tað loysir seg at flyta róðrið
yvir í vinstru síðu, “bert” fyri
at nøkta tørvin á okkara leið
um. Ella um Toyota lumpar
okkum einaferð enn. Livst
so spyrst. Við Hiace fer tann
trúgvasti og mest álítandi
starvspartnarin hjá føroysku
vinnuni í søguna.
ójr
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hósdagin
kl. 16.10
Fer Hiace í søguna?
Í sambandi við at sølan av
Toyota Hiace eftir øllum at
døma steðgar um okkara leiðir
seinni í ár, hevur Óla Jákup
Rólantsson skrivað hesa grein,
har hann spyr, um trúgvasti
samstarvspartnarin hjá føroysku
vinnuni nú fer í søguna
Toyota Hiace árgang 1967
Toyota Hiace sum vit kenna teir -hesin er árgang 2009