Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. juli 2011 · Nr. 81 8 Sosialurin Snorri Brend – Tað er uppá ein máta so, at søgan endurtekur seg. Fyri nógvum árum síðani byrjaðu fólk at flyta av útoyggjunum og inn á meginøkið. Í dag er túrurin komin til tær størru oyggjarnar, Sandoynna og Suðuroynna, vísir Bergmann á. Henda veruleika hava nógv longu sæð, men ikki eins mong gjørt nakað við. Men fólkini aftanfyri Fore­ sight-verkætlanina ynskja at vera framsíggin, og heldur taka smá stig, fyri at røkka hesum málinum. Og nógv er at gera í hes­ um sambandi á teimum báð­um sunnastu oyggjum okk­ara: Fólkatalið minkar; tey ungu flyta burtur; talið av kvinnum í burðarførum aldri minkar; fá størv eru, og nærum eingi til útbúgvið fólk; frítíðarmøguleikarnir eru smáir, og ringt er at koma til og frá. Úti í teimum smáu sam­ feløg­unum er ein haraftrat í eini bíðistøðu, tí ein veit ikki, hvat til dømis hendir við tí kommunala bygnaðinum, um tey fáa ein undirsjóartunnil, um virki verða latin upp, um arbeiðspláss verða skapt ella líknandi. Tosað hev­ur verið bæði um ein Suð­ur­oyar­grunn og eina Suð­ur­oyar­ætlan, men enn er langt á mál. Støðan er hon, at so leingi sum ein bara bíðar, hendir einki. – Vit hava eisini merkt tað á fólki, at tey eru á mangar mátar í hesi bíðistøðuni. Tíbetur eru uppaftur onnur, sum ikki bara vilja sita og bíða, men sum vilja bróta upp um ermar og soleiðis skapa sína egnu framtíð - hon er ikki bara nakað sum kemur. – Ein kann sjálvur vera við til at stýra henni, vísir hann á. Síðsti maður sløkkir Hóast mong eru dapurtskygd um møguleikarnar hjá oyggj­ unum báðum at reisast aftur, fer framskygda verkætlanin til verka við góðum hugi. Tey hava sett fyri, at røkka nøkrum realistiskum mál­um fyri Sandoy og Suður­ oy hesi komandi 19 árini: Í 2030 skal tað verða so, at tey ungu støðast; barna­ familjurnar venda aftur, tí vinnu­møguleikarnir eru vorð­nir betri; tilboð til allar aldursbólkar skulu finnast, eins og trivnaðurin er í há­ sæti. – Eingin hevur tosað um, at »síðsti maður sløkkir«, hóast tey kanska mangan eru vorðin skuffað av landsins myndugleikum og givnum lyftum. Men nú er so ein verkætlan sett í verk við tí fyri eyga at skapa attraktiv lokalsamfeløg, har fólk fara at trívast bæði í Sandoy og Suðuroy, slær Bergmann fast. Við Foresight-verkætl­ an­ini ynskir ein at hyggja fram­eftir - so langt fram sum til 2030 - og finna fram til, hvat rættast er at gera. Tað serstaka er, at ein her ikki bert ger brúk av serfrøðingum, men hevur spurt tey lokalu um, hvat tey halda. Soleiðis vórðu hildnar verk­stovur í Suðuroy og á Sandoynni seinasta vetur, har væl av fólki frá ferða­vinnu, vinnulívi og øðrum áhuga­ bólkum møttu upp og har ein, hóast alt fekk tikið nógv ymiskt fram, sum kann bøta um ta negativu menningina, sum nú fer fram. – Vit settu spurningin: »Hvat skal Sandoyggin verða í 2030?« Hetta skuldi ikki vera ein ynskidreymur, men heldur eitt veruligt boð uppá, hvussu langt ein kann røkka við ávísum tiltøkum, og hvussu ein kemur hartil í góðum samstarvi, greiðir Bergmann íðin frá. snorri@sosialurin.fo Í 2030 verður gott at búgva í Suðuroy MENNING – Tað kann kanska undra mangan, at vit tosa um eina menningarætlan heilt fram til 2030. Sannleikin er, at tá ein soleiðis brýtur upp úr nýggjum, so krevur tað sína tíð at fáa alt at virka. Men eg ivist onga løtu í, at í 2030 eru vit komin rættiliga langt, sigur Bergmann Finnsson, ráðgevi í Vestnorden Foresight-ætlanini. Henda verkætlanin hevur til endamáls at menna útsett øki í Grønlandi og Íslandi, eins og Sandoy og Suðuroy. Hon er eitt samstarv ímillum Føroya Kommunufelag, kommunufeløgini í Íslandi og Grønlandi og granskingarstovnar í londunum. TRIVNAÐUR ANNO 2030 Sambært verkætlanini Vestnorden Foresight skal vera bæði liviligt, fólkavøkstur og menning í Suðuroynni (myndin) og Sandoynni um 19 ár. - Tað krevur tíð, men eg vænti at okkurt fer at spyrjast burtur úr longu í heyst, sigur Bergmann Finnsson (innfeldur), ráðgevi í verkætlanini Mugu sam­starva Eftir at hava viðgjørt hetta evnið lokalt, var tíðin nú komin at hava eina sonevnda tjóð­ar­ verkstovu, og varð henda hildin í farna mánaði við umboðum fyri vinnulívið, íverk­ setarar, ferðavinnu og onnur. Eitt evnið var møgu­ leikin at búgva burturi og arbeiða í Havn, og eitt annað evni var møgu­leikin at kunna skapa nakað nýtt á oyggj­unum báðum, so­leiðis at tær kunnu verða bornar fram og vera í menning, eisini um 19 ár. Eitt hugskot var, at fara inn í fólkaskúlan og kvøldskúlan at tosa um íverksetan, soleiðis at fólkaskúlin kann gerast ein meiri verkligur skúli eisini. Enn er alt bara hug­skot. Næsta stig­ ið verður at fáa sett okkurt av hesum góðu hugskotunum í verk, í samstarvi við komm­ unurnar í økinum, vinnulívi og innan tað almenna. - Ja, júst hetta við samstarvinum varð nógv tosað um. Vit eru bert 48.000 fólk og skulu vit koma nakra leið fram, er neyðugt at samstarva. - Og gongst soleiðis sum vit vóna, kann okkurt av tí, vit hava tosað um, so smátt fara í gongd longu í heyst, greiðir Bergmann Finnsson frá. Ein forðing fyri menning av Sandoy og Suðuroy er sjóvegis ferðasambandið, sum helst heldur mongum aftur í at vilja ferðast mill­ um heim og arbeiði. Henda trupulleikan hev­ur ein eisini tosað um í Foresight-verkætlanini, tí eingin ivi er um, at í okk­ara teldutøku verð ber saktans til at kunna arbeiða heima í størri mun enn áður - tey sonevndu fjar-arbeiðsplássini. – Vit tosaðu millum ann­að um, at um tú hevur eitt vitanarstarv ella ert í almennu fyrisitingini, so kann ein saktans arbeiða bæði 30 og 40 prosent av tíðini heima við hús. Og soleiðis kann ein suðringur hava arbeiðsstað sín í Havn, hóast hann býr har suðuri, vísir Bergmann á. Ein heilt annar møgu­ leiki er so, at tá og um ein slík skipan fæst at virka, so kundi ein givið hesum fólkum eitt ávíst stað at arbeitt í, soleiðis at tey kunnu njóta gott av vitanini og royndunum hjá hvørjum øðrum. Arbeiða heima hjá tí almenna Eingin hevur tosað um, at »síðsti maður sløkkir«, hóast tey kanska mangan eru vorðin skuffað av landsins myndugleikum og givnum lyftum