fríggjadagur 15. juli 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 15. juli 2011 · Nr. 81
Sosialurin
Nøvn
Føðingar
3. juli fingu Rigmor Mortensen og Hallur Danielsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði
3400 gr.
6. juli fingu Jóna Hansen & Jesper D. Christoffersen,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði
4000 gr.
7. juli fingu Paulina Dam og Hjalti Lamhauge, Kolla
firði, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3395
gr.
8. juli fingu Fríða Óladóttir Hansen og Tórálvur
Poulsen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur
og vigaði 3600 gr.
10. juli fingu Fía og Lennard Myllhamar í Sandavági
ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3905 gr.
13. juli fingu Poula Grunnveit úr Haldórsvík og Fróði
Viderø Jacobsen av Viðareiði ein son. Hann vigaði
3600 gr og var 52 cm langur.
TØKK
Drekkivatnið var ikki dálkað
við metalum í sambandi við
eldin umborð á Athenu.
Tað vísa kanningar, sum
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
hevur gjørt av vatninum
eftir at eldur var í Athenu.
Í hesum sambandi tók
Starvsstovan
vatnssýn
á
Skála og Skálafirði, sum
síðani vórðu kannað fyri
metal.
Talan var um at kanna
vatnið fyri blýggj, kadmium,
krom, kopar, kyksilvur, nikk
ul og sink.
Úrslitini av kanninging
unum var, at onki óvanligt
var at finna.
Í
kanningini
hevur
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
samanborið vatnsýnini við
markvirðir í eini kunngerð
um drekkivatn, sum ætlanin
er at seta í gildi, umframt við
úrslit, sum annars er kent í
drekkivatni í Føroyum.
Áður er vatnið kannað fyri
lukt, smakk og pH og heldur
ikki í hesum sambandi var
nakað óvanligt at finna.
Athena dálkaði ikki drekki
vatnið við Skálafjørðin
Frá mánadegnum komandi,
18. juli, til mikudagin 20. juli
hevur Ludvík Breckmann
listaframsýning í Laðahús
inum við Áarvegin í Havn (í
hølunum, har Kjallarin fyrr
var, yvir av Café Natúr).
Sýningin letur upp við
fernisering kl. 14 mánadagin,
og er hølið opið teir tríggjar
sýnisdagarnar somu tíðir, frá
kl. 2 til kl. 6, seinnapartin.
Ludvík sýnir eini 20 lista
verk fram hesaferð, harav
tey flestu eru málningar í
olju og akryl, og nakrar vatn
litstekningar.
Hetta
er
tann
fimta
listaframsýningin,
Ludvík
hevur luttikið í, harav tvær
ferðir einsamallur við egnum
verkum.
Ludvík listasýning í Laðahúsinum