Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. juli 2011 · Nr. 81 10 Sosialurin Kjak Jan Haldansen Vestmanna Hví koma tey og mark­erða seg nú alment? Er tað tí at val verður um stutta tíð ? Er tað tí at velj­ar­anir hjá hesum fólk­um hava sagt frá og sagt at teir stuðla teim­um ikki til næsta løgtingsval? Bjørn hevur veljarar úr Klaks­vík og hetta rakar velj­ar­­ar hjá hon­­­um. Alfred Olsen hevur velj­ar­ar av Toft­um og har um leiðir og hetta rakar velj­ar­ar hjá hon­um. Marius Dam hevur velj­ar­ar úr Vágum og rakar tað ávíka­vist eisini teir og sama er við Edvu´sa veljarum. Hesi fýra fólkini siga at grundarlagi sum kunn­gerðin byggir á er ov veik. Tað vil við øðrum orðum siga, at hesi fýra fólk­ini vita betur enn Hav­stovan og onnur sum virka innanfyri hetta øki og tí kann ein spyrja” hví skulu vit so hava serfrøðingar”. Víðari siga tey, at tey eru ikki spurd ella kunnaði um alt máli. Hví skal landstýris­ maðurin spyrja tey um alt og mundi Bjørn Kallsoy gera tað, tá hann sat sum lands­stýrismaður í fiski­ vinnumálum ? Nei, tað er gott við polit­ ikk­arum sum hava rygg og ikki hokna í knøðunum tá røttu avgerðinar skulu takast og tola trýsti sum kem­ur uttanifrá.Hetta hevur Føroya land brúk fyri um vit skulu koma framá. Hetta broti niðanfyri er tikið út úr heimasíðuni hjá fiskimálaráðnum: Viðvíkjandi øki­n­um inni við land vísa kann­ingar hjá Havstov­uni, at saman­hangur er ímillum gróður í sjónum og støddina av fiski inni við land. Er gróðurin góður á landleiðini, er lutfalsliga lítið av stórum toski inni við land. Øvugt koma sonevndir slánar (t.e. rakfiskur) inn móti landi, tá gróðurin er vánaligur. Orsøk­in er, at gróðurin inn­ ast við land er góður uttan mun til, um gróðurin á land­­ leiðini er vánaligur. Smá­­fisk­ ur verður tó ver­andi inni við land, uttan mun til gróð­urin í sjónum. At friða økið inni við land merkir tí, at smá­fiskurin verður vardur í frið­aða økinum í friðaða tíðar­skeiði­ num og fyri tí reiðskapi, sum friðað verður fyri. Friðaða økið er sum kunn­ ugt úr hálvum upp í 3 fjórð­ ingar úr landi og tekur støði í tilfari frá Havstovuni. Har ivi er um, hvørt bert smá­fisk­ ur er, ella ein blanding av ávika­vist smáum og stór­um toski, kemur ivin smá­fiski­ num til góðar – og tá verður hildið fast við at friða økið. Viðmerkjast skal, at síðu­ gevinst­urin er, at størri tosk­ urin (slánar­nir) eisini verður vardur, sum er væl sætt í altjóða høpi, herundir hjá MSC og ICES. Orsøkin er, at verður spurt, hvat Føroyar gera fyri at verja ávikavist smáfiskin og rakfiskin, so er hetta ein partur av einari sonevnd­ari ”recovery plan”. Í tilmælinum frá Hav­stov­ uni fyri 2011 verður eisini vís á, at tað er umráðandi at verja smáfiskastovnin, so eg fari bert at spyrja Bjørn og co. ”Hvørji argumentir vilja tey hava fyri at hetta skal tekkjast teimum” ? Og hvørju egin ella familjuer áhugamál eru tað tit verja? Politikkarar fáa kaldar føtur tá røttu avgerðinar verða tiknar Jógvan Ravnsfjall Klaksvík Tað má sigast, at tað var ein stórur hátíðardagur í Mið­ vági nú sunnudagin á vestan­ stevnu, har okkara stóra og fjølbroytta skald, Mikkjal á Ryggi, átti mest sum allan dagin. Fyrst hátíðarguðstænasta við fullsettari kirkju, har bisp­ ur prædikaði, meðan kirkju­ fólkið við fullari megi sang sálmar eftir Mikkjali. Síðani var stór hátíðarløta hinumegin vegin, tá minnis­ varðin av Mikkjali var av­ dúk­aður av bróðirdóttrini frammanfyri Beitishúsini, har Mikkjal var føddur og vaks upp. Aftaná kundu vit inni í Beitishúsunum hyggja at og lurta eftir tónamyndini um Mikkjal, ið meistarliga varð framførd av skyldmanninum saman við framúr tónleik­ arum og kóri. Og ikki nokk við tað. Vit kunnu siga, at Mikkjal eisini átti sín lut í teirri framsýning, ið var í Rygg­ stúni aftaná, har fólk gingu í gomlum klæðum, og við goml­um arbeiðs­amboðum vístu fram hvussu tað gamla arbeiðs­lívið var, tað sum Mikkjal so sera væl dugdi at greiða frá í sínum mongu yrkingum. Sum formaðurin í Vága komm­unu tók til, var og er í Mið­­vági eitt ríkt mentanar­lív. Ja tað mugu vit sanna, øll vit sum vóru í Miðvági henda dagin, alt har ið okkum stóð í boði, og tað sum var at síggja og hoyra. Tað gjørdist okkum ein ríkur dagur, sum seint verður gloymdur. Til lukku tit øll, ið skipaðu fyri, og fingu alt hetta í lag. Tit hava ikki bert gjørt eitt megnarverk fyri Miðvág og Vágoynna, men fyri allar Føroyar, við at heiðra okkara stóra skald, Mikkjal á Ryggi. Til lukku miðvingar og føroyingar allir Tað er ógvuliga hugstoyt­andi at hoyra Bjørn Kalls­oy og onnur, nú lands­ stýrismaðurin tekur avgerð um at verja ung­fiskin á landgrunninum Tey eru Føroya framtíð saman við teirra javn­ aldrunum, tey sum enn ganga í skúla, tey sum hava tikið prógv, og tey, sum lesa her og uttan­ lands, ella sum longu arbeiða eftir lidna skúla­ gongd og útbúgving. Vit tilkomnu vóna og vænta, at okkara ung­dóm­ ur undir útbúgving fer at lyfta og føra Føroyar fram til eitt hátøkniligt ‘vitanarsamfelag’. Vit eru samd um, at tað er gott at hava ein væl lærdan ungdóm, hóast tað nú knípur at finna arbeiðspláss til øll. Tað er helst altíð betri at vera arbeiðsleysur við útbúgving enn at vera óskúlaður uttan arbeiði. Tað hevur stóran týdn­­ing, at so nógv ung­ fólk fáa eina verkliga, vinnuliga ella tøkniliga útbúgv­ing. Tey hava lætt­ ari at fáa ella at stovna nýggj arbeiðs­pláss í vinnuni. Tað er gott at hava ein fjølbroyttan almennan sektor, sum kann geva ungum arbeiði eftir lidna útbúgving. Men tað er í vinnuni, at nýggj og størri virði verða skapt, sum fíggja bæði tann vinnuliga, tann privata og tann al­­menna geiran í búskapinum. Her kemur eisini hægri útbúgving og gran­ sking inn í myndina. Útbúgving kostar í fyrstu syftu, bæði teim­ um, sum læra og lesa, og tí almenna, sum fíggjar læru­stovnar og lestrarstuðul. Men útbúgving er eis­ ini inntøkur í longdini. Løg­tingið eigur í mest møgu­ligt mát at stuðla hægri útbúgving, ser­ liga teim­um tekn­isku, handils, sjó­ farts- og vinnu­­­­há­skúl­un­um og Fróð­­skap­ar­­setrinum. Tað hevur stóran týdn­ ing, at føroyskt vinnu­lív og gransking samvirka okkara búskapi til frama. Løgtingið samtykti eitt uppskot um Gransk­ ing­ardepil í Føroyum. Dep­il­in átti at verðið bygd­ur og settur í gongd sum skjótast. Føroyar sum gransk­ ing­arland kundi drigið útlendskar gransk­arar at sær. Tey høvdu havt pen­ ing, granskingar­stuðul, við sær heimanífrá, sum kom okkara útbúgvingar­ skipan tilgóðar. Aftur til Hoydalar. Nú Studentaskúlin og HF-skeiðið flyta út í Marknagil um fá ár, átti løgtingið og býráðið at tosa saman. Hevði tað ikki verið eitt hugskot at brúkt Hoydalar til eitt framtíðar uni­versi­ tetsøki ella granskingar­ depil? Tað er, sum Hoydalar og ungdómur hoyra saman. Bogi Andreasen Varaborgarstjóri í Tórshavn kommunu Útbúgving er inntøka Var í Hoydølum nú ein dagin í býráðsørindum. Próvtøka var, og nøkur smíltust longu undir húgvuni