Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. juli 2011 · Nr. 81 12 Sosialurin Randi Jacobsen Sigrun Rasmussen í Fuglafirði er við at spreingjast av tonkum. Hvat var tað, sum veruliga hendi náttina 21. desember, tá ið dóttir hennara í Gøtu fór út við pinkubarni sínum eina stjørnuklára desembernátt? Hon hevur roynt at fingið svar upp á sínar mongu spurn­­­­ingar, men hon fær einki svar. Hon hevur ringt til fleiri fólk, sum skulu ringja aftur, men eingin ringir. Hon hevur verið nógv ígjøgnum stutt fyri vanlukku­ nátt­ina. Fyrst doyði eitt ann­ að ommubarn av sjúku eitt ára gamalt og síðan pápin. Sigrun Rasmussen er rólig, tá ið hon greiðir frá, og hon vil sleppa at siga søguna, tí neyv­an er alt sagt í hesum málinum. – Desember vóru dóttirin, maðurin og barn teirra og vitjaðu Sigrun og mannin í Fuglfirði. Hetta var dagin fyri 36 ára brúdleypsdag teirra. Tey ótu eina máltíð saman, og omman var fegin um at sleppa at geva tí lítla ommusoninum. Drongurin græt Áðrenn tey ungu fóru aftur til Gøtu, vórðu myndir tiknar av lítla Sámali og familjuni. Drongurin var ónøgdur og græt, men tað var ikki av svongd. Nakað eftir midnátt ringdi maður dóttrina til Sigrun. – Eg skilti, at okkurt var hent teirra millum. Hann segði, at mamman var farin út við barni­­num, og eg vildi vita, hvat var hent, sigur Sigrun. – Aftaná hevur dóttirin sagt mær, at drongurin helt fram at gráta, eftir at tey vóru komin heim, og tað toldi maðurin ikki. Drongurin hevði skríggjað, og maðurin ýldi, segði hon. – Eina ferð maðurin var farin á loftið, smeyg hon sær út við barninum. Hon fór fyrst heim gjøgnum bygd­ ina, og tá ið hon sá hann í vind­eyg­anum á loftinum, vendi hon. – Mamman hevði ringt eftir sjúkrabili, tí drongurin græt so illa og var trongur, men áðrenn sjúkrabilurin kom fram, avlýsti hann hjálpina og segði, at drong­ urin bara var svangur og vantaði svøvn. – Hetta segði hann eisini við meg, men eg segði, at hatta ikki var satt, tí eg hevði sjálv givið honum at eta, og hann svav eisini eina løtu heima hjá okkum. Fongdur við astmu Drongurin var ringur av astmu, hevði verið á sjúkra­ húsi fyri tað sama, og um kvøldið hevði hann fingið masku heima hjá ommuni og abbanum. Av tilvild var verdóttir Sigrun inni á Facebook og sá har, at pápi dreingin hevði skriv­­að, at hann nú var single. Sigrun fekk eini sms-boð frá pápanum, sum skriv­ aði, at politiið var farið at leitað eftir mammuni og soni­num. Tað visti hann, tí hann hevði møtt politinum í Leirvíkstunlinum. – Pápin at barninum segði, at hon var farin av húsum við barni­num í berari blæu. Tað var ikki satt, tí tá ið vit komu suður á Lands­sjúkrahúsið, lógu bæði sparkidrakt og onn­ur klæðir hjá honum har. Eitt turri­­klæði hevði hon eis­ ini ballað um barnið, sigur Sigrun. – Politi og beiggarnir hjá mammuni fóru at leita, og politið fann tey við eina rætt. Tá var barnið tagnað og helst deytt longu tá. – Eg havi ongantíð fingið at vita, hvør ringdi til politiið, sigur Sigrun. Klokkan 02.45 ringdi hon til politiið, sum bað hana ringja aftur hálvan tíma seinni. Hon ringdi aftur ein tíma seinni til skaðastovuna, men fekk einki at vita. Nakað seinni ringdi dótt­ irin til mammuna og segði, at sonurin var deyður. Hví steðgaði eg teimum ikki? Sigrun hevur hug at geva sær sjálvari ein part av skyldini. Hevði hon bara havt forðað – Hjálpin kom ong Samrøða Omman at pinkubarninum, sum doyði í Syðrugøtu beint fyri jól, leingist eftir at fáa at vita, hvat veruliga hendi. Alt má fram, sigur hon. Sigrun Rasmussen í Fuglfirði skilir ikki, at hon í hálvan fjórða mánað ikki er sloppin at vitja varðhalds­ fongslaðu dóttrina, mammu barnið Mítt størsta ynski er, at allur sannleikin kemur fram