fríggjadagur 15. juli 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 15. juli 2011 · Nr. 81
Sosialurin
antíð fram
teimum ungu at farið úr Fugla
firði, hevði hetta ikki hent.
Omman heldur tað vera
út um alt mark, at hon skuldi
fáa at vita í fjølmiðlunum, at
dóttirin varð varðhaldsfongsl
að á Psykiatriska Deplinum.
Dóttirin
hevði
annars
biðið um, at mamman var
hennara
kontaktpersónur.
Tey hava heldur ikki fingið
at vita, hví drongurin doyði.
Tey kunnu einki fáa at vita,
tí kvinnan varð varðhalds
fongslað
handan
dupult
afturlatnar hurðar.
– Kanska var hann deyður,
tá ið hon fór út, og hon vildi
bara hava eina løtu einsamøll
saman við soninum? Vit vita
tað ikki.
Sigrun hevur alt gott
at bera starvsfólkunum á
Psykiatriska deplinum, og
teir flestu politistarnir hava
eisini verið fittir.
Sigrun hevur fleiri ferðir
roynt at sloppið at sæð
dóttrina, men tað hevur ikki
borið til. Hon hevur frætt, at
maðurin er sloppin inn. Tað
heldur hon vera løgið, tá ið
hon er kontaktpersónur.
Eingin kreppuhjálp
– Vit vóru sjálvandi øll
langt niðri, tá ið vanlukkan
var hend, og okkum varð
tí lovað kreppuhjálp. Fyrst
skuldi dóttirin og maðurin
hava kreppuhjálp, og tá ið
eg so spurdi, nær vit fingu
hjálp, var svarið, at tá var so
langt fráliðið. Tey á Deild 2
hava tó skipað so fyri, at eg
og maðurin eru sloppin at
ganga til samtalur, og tað
eiga tey tøkk fyri.
Tey
fóru
beinanvegin
suður, tá ið mamma og barn
vóru funnin, og dóttirin
hevði ringt. Prestur sat hjá
mammuni, tá ið Sigrun kom.
– Vit vóru hjá dóttrini
í tólv tímar. Politistar og
starvsfólkini vóru ótrúliga
fitt við okkum, sigur Sigrun.
Í
februar
varð
tann
kroysta mamman, sum hevði
mist sítt barn, útskrivað, men
tað gekk bara ein lítil vika,
til hon í sjúkrabili aftur fór á
sjúkrahúsið. Hon orkaði ikki
at vera í heimi sínum.
Mamman var og vitjaði
dóttrina 31. mars, og tá hevði
dóttirin ikki sæð mann sín í
ein heilan mánað.
Dagin eftir varð kvinnan
varðhaldsfongslað.
Einki samband
Sigrun var skelkað. Hon
royndi at ringja til dóttrina,
men har var einki samband.
Frá sjúkrahúsinum fekk hon
at vita, at dóttirin ikki mátti
tosa í telefon, og at alt, sum
sigast skuldi, mátti ganga
gjøgnum politiið.
Ta fyrstu tíðina høvdu
Sigrun og tey gott samskifti
við versonin, men nú tekur
hann ikki longur telefonina.
Sigrun hevur roynt at
tosa við verjan hjá dóttrini,
men
verjin
hevur
verið
ófyrikomandi og segði eina
ferð við Sigrun, at hon ikki
skuldi ringja aftur til sín.
Tí hon úttalaði seg ikki til
óvikomandi um málið hjá
dóttrini.
Við Sosialin sigur Bergleif
Brimvík, leiðari á kriminal
deildini, at politiið er liðugt
við kanningarbeiði sítt, og at
bíðað nú bara verður eftir, at
mentalkanningin skal verða
liðug.
– Tí skilji eg einki av, tí
politið hevur ongantíð av
hoyrt vitnir. Hon er hóast alt
dóttir mín, sigur Sigrun.
Hetta hevur verið ein
hørð tíð hjá teimum øllum
somlum.
– Hevði eg ikki kunnað
biðið til Várharra um hjálp,
og forbønir ikki vóru sendar
upp til Hann, veit eg ikki,
hvar eg hevði verið í dag.
Mítt størsta ynski er, at allur
sannleikin kemur fram, so
dóttirin kann fáa hjálp til
at koma víðari, sigur Sigrun
Rasmussen.
randi@sosialurin.fo
Sigrun Rasmussen vil vita, hvat var tað, sum veruliga hendi
náttina 21. desember, tá ið dóttir hennara í Gøtu fór út
við pinkubarni sínum eina stjørnuklára desembernátt
Myndir: Jens Kr. Vang
Omman
Hvat hendi?
– Kanska var drongurin deyður, tá ið
hon fór út, og hon vildi bara hava eina
løtu einsamøll saman við soninum? Vit
vita tað ikki, sigur Sigrun Rasmussen
Eyðun Klakstein
Løgtingsins Umboðsmaður
hevur almannakunngjørt
sína niðurstøðu um setan
ina av aðalstjóra til Uttan
ríkisráðið.
Nógv
stríð
var um starvssetanina, tí
løgmaður – eftir tilmæli
frá
einum
minniluta
í
setananarnevndini
og
landsstýrismanninum
í
uttanríkismálum – setti
annan umsøkjara í starvi,
enn tann sum meirilutin
í sentanarnevndini helt
verða best egnaðan.
Ógegni
Løgtingsins Umboðsmað
ur finnist eisini at umboð
unum, sum Uttanríkisráðið
valdi í setanarnevndina at
viðgera umsøkjararnar.
– Umboðsmaðurin undr
aðist á tilmælið hjá lands
stýrismanninum í uttanríkis
málum at velja umboð fyri
Uttanríkisráðið, sum ikki
høvdu serligar fortreytir
ella førleikar at viðgera og
innstilla umsøkjarar til
eitt
aðalstjórastarv,
í
setanarnevndina.
Eisini
metti umboðsmaðurin, at
annað umboðið hjá Uttan
ríkisráðnum var ógegnugt
at vera við í viðgerðini hjá
setanarnevndini. Grundað
á hetta var tað ein feilur í
viðgerðini, at landsstýris
maðurin
og
løgmaður
ikki viðgjørdu minniluta
tilmælið sum eitt tilmæli,
sum kundi vera litað av
óviðkomandi áhugamálum,
sigur Løgtingsins Umboðs
maður í sínari niðurstøðu.
Umboðsmaðurin vísur á,
at sum setanarmyndugleiki
hevði løgmaður sambært §
6, stk. 2 í fyrisitingarlógini
skyldu at taka støðu til
gegnið hjá umboðunum í
setanarnevndini, og Um
boðsmaðurin heldur tað
vera sera átaluvert, at løg
maður ikki tók støðu til
henda spurningin.
Viðgerð manglar
Umboðsmaðurin
heldur
greiða ábending vera um,
at
setanartilmælið
hjá
meirilutanum
ikki
fekk
eina veruliga viðgerð, og
umframt hetta átti lands
stýrismaðurin í uttanríkis
málum sjálvur at havt
kannað, hvat lá í ynskinum
hjá tí eina umsøkjaranum
um eina smidliga skipan
fyrsta árið.
– Tað var ein veikleiki,
at einki skrivligt tilfar var
frá viðgerðini hjá lands
stýrismanni og løgmanni
av setanartilmælinum, og
tí sást heldur ikki, hvør
orsøkin var til, at um
søkjarin, sum meirilutin
hevði innstillað sum nr.
2, ikki varð tikin við í við
gerðina yvirhøvur, sigur
Umboðsmaðurin
Samanumtikið
metir
umboðsmaðurin, at við
gerðin var alt annað enn
nøktandi, eins og tað var
fatan umboðsmansins, at
setanartilmælið ikki hevði
fingið nakra veruliga við
gerð.
Umboðsmaðurin
mælir løgmanni til at um
hugsa at taka málið upp
aftur til nýggja viðgerð.
Umboðsmaðurin
finnist at starvssetan
Avgerð Løgtingsins Umboðs
maður mælir løgmanni til at
umhugsa at taka setanina av aðal
stjóra til Uttanríkisráðið upp av
nýggjum, tí eitt umboð í setanar
nevndini var ógegnut, og tí fleiri
mistøk vóru gjørd í setanini