fríggjadagur 15. juli 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. juli 2011 · Nr. 81
14
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge – Gundadalur
Klokkan er farin væl um teir 90
minuttirnar, tá øði brádliga kemur í
Pætur Dam Jacobsen. Meðan flestu
av hinum á EB/Streyma liðnum
tykjast troyttir, so stríðist Pætur í
høgra borðið. Hann er í hornatøkum
við vinstra bakkin hjá Qarabag og
vil ikki geva seg. Tað endar við, at
Pætur vinnur eitt innkast burtur úr
støðuni. Heðin Askham rópar allar
sínar menn fram!
Gert Hansen hevur kastað nøkur
long innkøst í dystinum, men tað
er sjáldan veruligur vandi á ferð.
Hesa ferð miseydnast kastið eitt
sindur og er nakað lágt. Men Sorin
Anghel er skjótur og stingur høvdið
fram um verjuleikaran. Bólturin
endar hjá Egil á Bø, sum stútar á
stongina.
Fyrstur á returin er, sjálvnadi
freistast ein til at siga, Arnbjørn
Hansen. Hann meddar til og bólt
urin syngur í nettakinum. 93
minuttir, 1-1 og stórur fagnaður í
Gundadali.
»Tíbetur skoraði Egil ikki«
Soleiðis tekur ein skemtingarsamur
Arnbjørn Hansen til eftir dystin.
Hann hevur fyrr prógvað, at hann
kann skora á altjóða stigi við lands
liðnum. Nú ger hann tað eisini við
EB/Streymi.
– Eg hugsaði ikki so nógv tá inn
kastið kom innfyri. Tað vóru so
nógvir mans í brotsteiginum, at tað
fór at verða ringt at fáa fatur á bólt
inum, sigur Arnbjørn um løtuna
undan útjavnandi málinum.
Í landsdystinum móti Estlandi
var Arnbjørn fyrstur á bóltin eftir
at málmaðurin bjargaði brotsspark
inum frá Fróða Benjaminsen. Aftur
í gjár var hann klárur á blettinum.
– Bólturin fer upp um meg, men
Egil er aftanfyri og fær høvdið á og
bólturin fer á stongina og í aftur til
mín. Tíbetur skoraði Egil ikki, sigur
Arnbjørn og fer at flenna.
Slík mál kunnu kallast at vera
heppin mál, men har er Arnbjørn
ikki samdur.
– Tað kann ikki blíva við at verða
hepni, sigur hann víðari við einum
lítlum smílið.
»Sá ikki málið«
Heðin Askham iðrar seg um
stútarin og vendur bakið til, í tí
Arnbjørn skorar.
– Eg segði fleiri ferðir, at nú skora
vit tá vit fingu innkast. Gott nokk
kom málið nakað seint og faktist
sá eg tað ikki. Eg iðraði meg um
stútarin hjá Egil og vendi bakið til,
sigur Heðin Askham um útjavnandi
málið.
Maðurin, ið vann avgerandi inn
kastið, var Pætur Dam Jacobsen.
Hann stríddist allan dystin á tamb
á miðvøllinum, men hann er eisini
greiður yvir at tað verður torført í
Aserbadjan.
– Eg haldi eg stríddist til tað sein
asta, tí eg veit hvussu torført tað
verður um eina viku. So vit høvdu
brúk fyri einum máli, sigur Pætur
Dam Jacobsen eftir dystin.
Torfør byrjan
FK Qarabag sat á tí mesta av dyst
inum og kom á odda eftir góðar
tíggju minuttir. Tá høvdu teir
longu einar tvær ferðir vísti styrki
í álopspartinum. Fyrst var tað topp
skjúttin frá heimligu kappingini í
fjør, Giorgi Adamia, ið bleiv taklaður
í evstu løtu av Paula Hansen, men
tíverri endaði bólturin fyri føturnar
á Rauf Aliyev, ið legði Qarabag á
odda.
EB/Streymur hevði tveir stórar
møguleikar í fyrra hálvleiki. Tann
fyrra fekk Hans Pauli Samuelsen
eftir innkast úr høgru. Hann kom
at standa væl fyri, men bólturin
fór við síðuna av. Løtu seinni hevði
EB/Streymur tríggjar møguleikar
innanfyri ein lítlan minutt. Harð
ast leikaði á, tá Gert Hansen úr
stuttari fjarsøðu avsluttaði. Á
sjálvari málstrikuni fekk verjan hjá
Qarabag rudda vekk.
Linur seinni hálvleikur
Tað hendi ikki so nógv í seinna
hálvleiki. Gestirnir tóktist væl
nøgdir við 1-0 leiðsluna, meðan EB/
Streymur ikki megnaði at trýsta.
– Tað var lættari at spæla í seinna
hálvleiki. Í fyrra hálvleiki blivu vit
trýstir og runnu nógv, men í seinna
hálvleiki var minni ferð á spælinum
hjá teimum, staðfestir Pætur Dam
Jacobsen.
Hóast gestirnir høvdu bóltin
nógv, so var ikki altíð vandi á ferð.
– Teir høvdu tveir mans á mið
vøllinum, ið fordeildin bóltin væl,
men tað var sjáldan vandi á ferð.
Teir høvdu bóltin nógv, men skaptu
ikki tað stóra, sigur Arnbjørn
Hansen.
Heðin Askham gjørdist ikki
kløkkur av dystargongdini.
– Teir spældu akkurát sum vit
høvdu roknað við. Teir hava bóltin
nógv og eru góðir til smáspæl, men
eg haldi at vit skapa fleiri møgu
leikar enn teir í dystinum, sigur
Heðin Askham
Fyrireika seg til retur-dystin
Tað er serliga á einum øki, at EB/
Streymur er betri enn FK Qarabag
metir EB/Streyma venjarin.
– Tað er serliga á deyðbóltum, at
vit kunnu hótta teir. Vit eru størri
enn teir og serliga riggaði tað væl
við innkøstinum í dag. So tað fara
vit at leggja okkum eftir í retur-
dystinum, sigur Heðin Askahm.
Tað er heitt í Aserbadjan í hesum
døgum, men Heðin Askahm hevur
góðar vónir alíkavæl.
– Dysturin byrjar klokkan 21 og
tá er ikki eins heitt sum um dagin.
Tá er hitin heilt upp til 40 hitastig,
meðan tað um kvøldi kemur niður
móti 25 hitastigum, sigur Heðin
Askham at enda.
trondur@sosialurin.fo
Soleiðis kenna vit Arnbjørn best
Europa league EB/Streymur megnaði í gjár at fáa javnleik 1-1 í Europa League dystinum móti
FK Qarabag úr Aserbadjan. Tað sá leingi út til, at sundalagsmenn fór at verða við undirlutan, men
við seinasta sparkinum í dystinum tryggjaði Arnbjørn Hansen EB/Streymi ein javnleik
EB/Streymur - FK Qarabag 1-1 (0-1)
0-1 Rauf Aliyev, 11
1-1 Arnbjørn Hansen, 90+3
Skot á mál: 2-8
Skot við síðuna av: 4-4
Horna: 1-7
Gjørd fríspørk: 13-10
EB/Streymur: Rene Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Sorin Anghel, Alex dos Santos - Hans
Pauli Samuelsen, Pauli Hansen, Pætur Dam Jacobsen, Daniel Udsen(Levi Hanssen, 70), Leif
Niclasen(Arnar Dam, 80) - Arnbjørn Hansen
Á bonkinum: Jóan Pauli Jacobsen og Poul G. Olsen
FK Qarabag: Bojan Pavlovic - Maksim Medvedev, Rashand Sadigov, Namig Yusifov, Rashad
Sadigov - Rauf Aliyev(Bakhtiyar Soltanov, 70), Vugar Nadirov, Afran Ismayilov, Admir Teli -
Ansi Agolli, George Adamia
Á bonkinum: Farhad Valiyev, Gara Garayev, Zaur Hashimov, , Emin Imamaliyev, Ilgar Gurbanov,
Nderim Nedzipi
Einu løtuna í fyrra hálvleiki, leikaði sera hart á málið hjá gestunum
Mynd: Álvur Haraldsen
ikki hepni
– Tað kann ikki blíva við at verða hepni, sigur málskjúttin við einum lítlum smílið
Mynd: Sofus Johannesen
Gott nokk kom málið nakað seint og
faktist sá eg tað ikki. Eg iðraði meg um
stútarin hjá Egil og vendi bakið til