Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 15. juli 2011 · Nr. 81 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge – Eg visti faktist ikki at hann bara var 18-ára, soleiðis tekur Andrew av Fløtum til, tá tosið fellur inn á mannin, ið UEFA valdi til dags­ins­ leikara í Champions League dyst­ inum móti Malmø. Mótstøðan mikukvøldið á Swedbank Stadium í Malmø var møtu­mikil, men tað árviraði ikki 18-ára gamla Teit Gestson. Eins og rest­in av HB liðnum fær hann rós fyri sítt avrik úr Svøríki. – Teitur hevur eina góða út­strál­ ing og tú hevur ilt við at trúgva, at hann bara er 18 ár. Hann virkaði róligur og kom væl frá uppgávuni, um­framt at hann hevur eitt sera gott spark, sigur Andrew av Fløtum. Trýstir havnarmenn Tað var sum væntað Malmø, ið var leikliga omaná í dystinum. Men í fyrra hálvleiki gekk ill hjá teimum at fáa niðurbrotið HB verjuna, sum stóð stinn og væl skipað. – Tað var ein strævin og harður dystur, men eg haldi vit spæla fyrra hálvleik væl. Teir koma bara til einar tveir møguleikar og í hálvleikinum sást at teir vóru ónøgdir, sigur Andrew, ið spældi einsamallur sum fremsti maður. Málleyst í hálvleikinum í fyrra dystinum á útivølli móti søgu­rík­ asta svenska felagnum, er eitt gott úrslit fyri HB. – Teir vóru svakir í hálvleikinum og komu eisini út til annan hálvleik sum eitt óløgið. Vit halda teimum í næstan eitt korter í seinna hálv­ leiki og teir eru um at fara í panikk, tá teir skora. Teir skifta eisini upp­ stilling í hálvleikinum og tað ger tað upp aftur torførari hjá okkum, sigur Andrew um fyrstu løtuna í seinna hálvleiki. Keðiligt seinna mál Tá eitt lítið korter manglar fær Malmø sítt seinna mál. Tíverri fyri HB er málið av tí keðiliga slagum. Fyrst missur HB leikari bóltin á egnari hálvu í tvídysti, sum fleiri meta er fríspark til HB. Síðani endar eitt innlegg fyrst í beininum á Hans á Lag og bólturin broytur kós og rakar Rógva Holm, ið ger sjálv­mál. – Tað er ein røð av keðiligum hend­inum, sum føra til seinna málið. Kanska var tað fríspark, men teir kundu eisini havt skorað upp á onkran annan møguleika, so tað hugsa vit ikki so nógv um. Tú kanst siga, at teir vóru tvey mál betri, sigur Andrew. »Framvegis stuttligt« Karmarnir kring dystin í Malmø vóru góðir. Leikvøllurin er nýggjur og tað vóru yvir 12.000 viðhaldsfólk til dystin. – Tað er framvegis stuttligt at spæla slíkar dystir. Áskoðararnir larmaðu og sungu alla tíð. Tað var eitt gott upplivilsi. Til slíkar dystir er einki trýst á okkum og vit kunnu spæla frítt, sigur Andrew. HB kom sum heild væl frá upp­ gávuni og tað kom eitt sindur óvart á vertirnar. – Eg haldi at teir blivu eitt sindur kløkkir av avrikinum hjá okkum. Teir høvdu kanska væntað ein lætt­ ari dyst, sigur Andrew. Broytt HB lið Síðani Sigfríður Clementsen tók við venjarastarvinum, hevur HB liðið verið nógv broytt. Teir spæla mill­um annað við trimum leikarum í mið­verjuni. – Eg haldi vit eru komnir væl frá nýggju spæliskipanini. Har eru sjálv­andi nakrar broytingar. Eitt nú er Kári Nielsen fluttur aftur frá miðvøllinum í miðverjuna. Út­ gangs­støðið er verjukent, men til seinna dystin flyta vit okku longur fram, sigur Andrew. – Tað hava verið nakrar spenn­ andi og góðar vikur við Sigfríði sum venjara og vónandi heldur tað fram, sigur Andrew víðari. »Skulu skorað tíðliga« Andrew av Fløtum er ikki í iva um, at HB kann gera nakað við svensku gestirnar, tá teir koma hendan veg­ in í komandi viku. – Teir eru eitt sterkari lið enn vit, men eg eri vísur í at vit kunnu gera nakað við teir. Um vit skora tíðliga, so broytist alt, sigur Andrew at enda. Seinni dysturin verður í Gunda­ dali týsdagin. Argaðu sviar Champions League HB megnaði at halda Malmø frá málinum í ein tíma í fyrra Champions League dystinum í Svøríki. Malmø vann dystin 2-0. Besti leikarin á vøllinum var 18-ára gamli HB málverjin, Teitur Gestson Malmø FF - HB 2-0 (0-0) 1-0 Dardan Rexhepi, 58 2-0 Rógvi Holm, 77 sjálvmál Skot á mál: 7-1 Skot við síðuna av: 15-1 Horna: 15-1 Fríspørk 12-13 HB: Teitur Gestson - Rógvi Holm, Hans á Lag, Kári Nielsen - Pætur Jørgensen, Hendrik Rubeksen - Hanus Thorleifson(Kristin Mouritsen, 90+2), Fróði Benjaminsen(liðsk), Rógvi Poulsen - Símun Samuelsen(Jón Krosslág, 90+3), Andrew av Fløtum(Jógvan Nolsøe, 88). Á bonkinum: Heðin Stenberg, Ólavur í Ólavstovu og Tróndur Jensen. Sjáldsamir gestir Føroyameistararnir vóru sjáldsamir gestir í brotssteiginum hjá Malmø. – Her, eftir einasta hornasparkið hjá HB Mynd: Patrik Persson Andrew av Fløtum hevði truplu uppgávuna, sum einsamallur áleypari móti svensku meistarunum Mynd: Patrik Persson Tað er framvegis stuttligt at spæla slíkar dystir. Áskoðararnir larmaðu og sungu alla tíð