Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. juli 2011 · Nr. 81 16 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge EB/Streymur vil ikki góðtaka úr­ skurðin, sum Aganevndin hjá Fót­ bólts­sambandinum er komin við, og felagið í Sundalagnum kærir úrskurðin til Yvirkærunevndina. EB/Streymur er misnøgt við fleiri viðurskifti í viðgerðini hjá Aga­nevndini og í úrskurðinum, og í sam­bandi við, at EB/Streymur kærir víðari, hevur felagið sent eina frá­boðan út. Har stendur millum annað: – EB/Streymur góðtekur ikki úr­skurðin, Aganevndin er komin til í skrivi dagfest 12. juli 2011. Tí ynskir felagið at gera greitt beinan­ vegin, at EB/Streymur kærir av­ gerð­ina hjá Aganevndini til Yvir­ kærunevndina. – Hetta ger EB/Streymur av fleiri orsøkum. Fyrst og fremst vil felagið finnast at mannagongdini hjá Aganevndini í hesum máli. Reglu­ gerðirnar, Aganevndin virkar eftir, siga greitt, at eingin avgerð kann verða tikin, áðrenn hin parturin er hoyrdur í málinum. – Í úrskurðinum hjá Aganevndini verða fýra partar nevndir, felagið EB/Streymur og tríggir navngivnir persónar – teirra millum bók­hald­ arin hjá Formula, sum eisini var kassa­meistari hjá EB/Streymi. Sum partur av málinum skal hesin navn­ givni persónur hoyrast, men er tað ikki. Svarfreistin Haraftrat kann EB/Streymur ikki góðtaka svarfreistina, hinir báðir navngivnu persónarnir hava fingið frá Aganevndini. – 6. juli gjørdi Aganevndin eina niðurstøðu, sum síðani varð send EB/Streymi til hoyringar. Í svari vístu umboð fyri EB/Streym á, at kom Aganevndin til ta niðurstøðu, at avgerð teirra eisini fevndi um privatpersónar og ikki einans fel­ agið, átti Aganevndin eisini at senda avgerðina til tey persónliga, so­leiðis at hesi fáa gjørt sínar per­ sónligu viðmerkingar. Hetta gjørdi Aganevndin ikki fyrr enn út á seinnapartin mánadagin 11. juli, sum svarfreist var á middegi 12. juli. Sostatt fingu partar í málinum, navn­givnir privatpersónar, minni enn eitt døgn at svara ógvusligu skuld­setingunum frá Aganevndini – tað er ikki rímiligt. – Reglugerðin, Aganevndin virk­ ar undir, staðfestir eisini, at allir part­ar kunnu biðja um munnliga við­gerð av málinum. Í skrivi, Aga­ nevndin fekk 1. juli leggur EB/ Streymur beinleiðis upp til, at Aganevndin og umboð fyri EB/ Streym hittast til fundar. Men hóast greiðu taluna í reglugerðini og ítøk­iliga ynski frá EB/Streymi, tekur Aganevndin hetta ikki til eftir­tektar og ger – beint í móti ynsk­inum hjá EB/Streymi – ein úr­skurð, uttan at EB/Streymur er hoyrt munnliga í málinum. Somuleiðis undrast EB/Streymur á upphæddina, felagið sambært úr­ skurðinum hjá Aganevndini skal rinda í bót til Fótbóltssamband Føroya. Í tíggju síðu langa skriv­ inum frá Aganevndini er ikki ein einasta grundgeving fyri, hví bótin er 400.000 krónur. EB/Streymur finst at Aganevndini fyri ikki at hava útgreinað og greiða frá, hvussu tey eru komin til júst hesa upp­hædd, sum mest av øllum tykist at vera eitt púra tilvildarligt tal. Úthýsingin Eisini undrast EB/Streymur á ára­ málsetingina fyri útihýsingina av nevndu nevndarlimum. – Lagt verður fyrst upp til at útihýsingin er 12 ár, men fyri tveir av navngivnu persónunum verður hetta lækkað til 6 ár, vegna linnandi um­støður. Hvussu Aganevndin er kom­in til hesa áramálssetingina er heldur ikki á nakran hátt út­ greinað. – EB/Streymur hevur yvirhildið allar skyldur sínar mótvegis Loyvis­ nevndini, sum er kunnað um allar lutir í málinum. Tað undrar EB/ Streym, at Aganevndin í av­gerð sínari hevur lagt seg út í loyvis­ skipanina, sum hon onga heimild hevur til. – EB/Steymur vónar, at tey mistøk sum eru gjørd av Aganevndini verða rættað, tá málið verður viðgjørt í Yvirkærunevndini. Formaðurin fer frá Samanumtikið metir EB/Streymur at niðurstøðan hjá Aganevndini als ikki kann góðtakast, og tí verð­ur avgjørt at kæra avgerðina beinan­ vegin. – Sambært reglunum er tað so, at úrskurðurin hjá Aga­nevnd­ini stendur við so leingi Yvir­kæru­ nevndin ikki hevur viðgjørt kær­ una, og tí hevur formaðurin Rólant Højsted tikið seg úr nevndini. Virk­andi forkvinna er nú Anvør Zachariasen, sigur EB/Streymur í skriv­inum. trondur@sosialurin.f0 EB/Streymur skjýtur aftur KÆRA EB/Streymur góðtekur ikki úrskurðin, Aganevndin er komin til í málinum um ólógliga pengaflutningin til felagið. Felagið kærir útskurðin til Yvirkærunevndina og finnist at viðgerðini av kæruni EB/Streymur sendir málið um ólógliga peningaflutningin víðari til Yvirkærunevndina, sum nú skal viðgera málið Mynd: Sofus Johannesen