Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-15, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2011síða 40

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 81 · 15. juli 2011 4 VANGAMYND Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Hann hevur ongan hug at sita friðar­ ligur og læra seg, hvussu spanska málið er bygt upp, um potensar og franska siðsøgu. Gerandisdagurin á studenta­ skúlanum í Hoydølum er troyttandi. Gamlar bøkur og gamlir lærarar. Tað er snøgt sagt keðiligt. Men at undirhalda við sangi á pall­ inum, tað tímir hann. Mest sum bara, tí hann dugir. – So er tað nú!, sigur hann við vin­ mannin, sum skal spæla klaver, meðan teir fara upp trappurnar til pallin. Árið er 1999. Tað er kvøldseta í studentar­skúlanum í Hoydølum. Ætl­ anin við kvøldinum er, at nakrir næm­ ingar á skúlanum skulu brúka sítt hug­flog og framføra fyri hinum. Páll Oddur Lamain Rubeksen fór at spæla gittar og skriva sangir 14 ára gamal. Nú skal 16 ára gamli havnarmaðurin á fyrsta sinni at fram­føra sangin »Ber og røtur« saman við vinmanninum Páll Hammer. Tað er gravartøgn í rúminum, meðan hann stemmar gittaran. Páll starir út í tóman heim, meðan hann bíðar eftir vinmanninum. Teir eru nervøsir. Hetta má ikki enda sum eitt stórt og pínligt flopp. So er klárt. Adrenalinið fer sús­ andi gjøgnum kroppin á teimum. Páll Oddur mannar seg upp, spælir nakrar tónar, og Páll spælir undir. Forsangarin fer fram at mikrofonini og fer at syngja. – Tá hann fer avstað um morgunin, tá er hann í góðum lag. Tað er tað, sum hann er, tað er tað, sum hann ger, letur úr bronglutu røddini. Finnur Jensen, sum plagdi at spæla gittara saman við Páll Oddi í frítíðini, stendur millum teir 150 áhoyrarnar, skamt frá pallinum. – Framførslan var ikki serliga góð. Eg minnist eitt ótrygt klaver, ein ótryggan gittara, og eina klæna rødd; men lagið var gott, teksturin hevði ein speiskleika, sum rakti øll í salinum, og Páll Oddur hevði eina sannførandi útstráling, sum segði »fuck you« spar fimm. Eg visti beinanvegin, at teir vóru á rættari kós, og eg vildi vera við, sigur Finnur Jensen. Gott ella ikki, tað tykist vera væl frá­gingið. Lógvabrestirnir runga í høl­unum, tá sangurin er liðugur. Páll Oddur hyggur smæðin yvir fjøldina og takk­ar fyri. Finnur Jensen er knappur og ber skjótt at, tá teir koma av aftur pall­inum. Hann spyr, um hann kann vera partur av bólkinum. Jú, gamaní. Tað er nú 10 ár síðani, teir byrjaðu. Páll Finnur Páll. Teir argandi og fúlu Hann hevur flutt og brotið mørk við sínari fúlu sangskriving. Hann er kendur sum provokatørurin við skálkabrosinum, sum syngur um pedofilar, blottarar og heimleysar bumsar. Men berskølluti provokatørin í Páll Finnur Páll er ein maður, sum hevur lítlan hug at práta um seg sjálvan. Hann vil helst vera fyri seg sjálvan í frítíðini, og hann svarar ikki altíð fartelefonini, tá vinirnir ringja og skriva. – Eg fari í ein grýluskort, tá eg spæli tónleik, sigur hann Prát smædni PROVOKA- TØRURIN Nokkso tætt við Statoil er eitt hvíldarheim Fyri gamlar menn í frakkum, og tey, sum orka ikki meir. Og har verður nógv planlagt millum menninar. Onkur tekur plantasjuna, og onkur tekur svimjihylarnar. Og teir eru ónærisligir blottarar, og teir siga við teg: Er tú millum fimm og seks, so skalt tú røra við meg. – úr sanginum Blottarir