Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-15, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2011síða 41

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 81 · 15. juli 2011 5 havnar­menninir, sum speiksliga hava nomið við nakrar viðkvæmar trupul­ leikar í føroyska samfelagnum við sín­um vemmiligu, genialu – ella bara vemm­iliga genialu – sangum. Pedofilar, sam­kynd, blottarar, heimleys – teir hava sungið um tað. Leisturin hevur verið at seta ein ógvusligan tekst í eitt vakurt lag. Speisemi hevur altíð verið mið­depilin. Tað hevur riggað hamrandi væl við løttu og einføldu tekstunum. So­mikið væl, at teir hava klintrað heilt upp á føroyska tónleikatindin. Ung­ dómar í stórum tali floyma altíð til kon­sert­irnar. 10 ár seinni, í 2009, eru 5000 fólk til ólavsøkutiltakið »Futt í býin«. Sum ein tignarlig og trónandi heild, standa øll og syngja við: – Mær dámar menn! Mær dámar tveir í senn! Mær dámar Heemen, mær dámar Actionmenn! Mær dámar at pula tær, tá ið sólin sær. Í rumpuna, í rump­una, í rumpuna, í rumpuna... Og hetta er føroysk fólkaogn. Grýluskorturin Berskølluti provokatørurin í Páll Finnur Páll, 27 ára gamli Páll Oddur Rubeksen, er best kendur sum káti og fríski havnarmaðurin við gittaranum. Tað hevur gingið við rúkandi ferð. Páll Finnur Páll fekk skjótt luft undir veing­ irnar. Teirra støða í føroyska tónleiki skal ikki undirmetast. Teirra speiski tón­leikur er ein viðurkend ímynd av teim­um umfatandi broytingum, sum hava verið í umbúna seinastu árini. Tað skriv­aði Sissal Kampmann, ummælari, tá hon tók saman um framførsluna hjá Páll Finnur Páll á G!-festivalinum í fjør. – Teir syngja um alt tað, eingin hevði droymt um at torað at fýrt av fyri bara 10 árum síðan. Men tað er fantastiska gott og gleðiligt at síggja og hoyra, at tíðirnar eru broyttar, og at vit eru um at førka okkum inn í modernitetin. Tað var eisini upp á tíðina, skrivaði hon í Sosial­inum tann 19. juli 2010. Niels Uni Dam, sum eisini er um­ mælari, tekur undir. Hann heldur, at Páll Oddur spælir sín leiklut sannførandi. – Eg veit ikki, um Páll Oddur er ein samfelagsrevsari. Hann er ein provo­ katørur, og tað nýtist ikki at vera tað sama, Hann skrivar um ymiskt, sum eru tabu, og tað skapar sjálvandi eina provokatión. Er tað í stóran mun ikki til stuttleikar? Tað er einki sum helst galið við at provokera til stuttleikar, sigur Niels Uni Dam. Undir skræðuni er veruleikin kortini ikki so einfaldur. Fúli provokatørurin úr Havn, sum á sín sermerkta hátt hevur blást lív í føroyskan tónleik, er ein smæðin og friðarligur maður. Hann er lítið sinnaður at gera nakað burtur úr sínum úrslitum. Honum dámar lítið at vera í andglettinum, og hann ger ikki stórvegis háva burtur úr sær sjálvum. Meðan býurin svevur, gongur hann túrar. Hann tímir ikki altíð at svara far­ telefonini, tá vinirnir ringja og skriva til hansara. Honum dámar best at vera fyri seg sjálvan í frítíðini. Tað hevur ikki altíð verið so einfalt. Páll Oddur var rokutur sum tannáringur. Ungdómsárini spældi hann fótbólt við Fram, har hann var snúningsdepilin á mið­vøllinum, og Finnur Jensen var fremsti maður. Hann drakk sær oftast eina stíva kenning um vikuskiftini, har hann og vinmenninir framdu mangar beista­gerðir. 14 ára gamal fekk hann ein – Fólk ráddu okkum frá at hava sangin um Pedofilin við á fløguni. Tað var einasta orsøkin til, at vit tóku hann við. Eingin skuldi siga okkum, hvat vit kunnu og ikki. Vit tóku okkum frælsi. Tann sangurin er somuleiðis ein staðfesting av, at har er markið fyri mítt viðkomandi. Eg fari ongantíð at skriva ein slíkan sang aftur, og eg hevði ikki givið tann sangin út í dag, sigur annar oddamaðurin í Páll Finnur Páll Og børnini komu grátandi, tá hann spældi eitt, tvey, trý, sting inní. Fýra, fimm, longur inn. Abbi tín var pedofilurin, Abbi tín var pedofilurin - úr sanginum Pedofilurin Fakta Páll Oddur Lamain Rubeksen er 27 ára gamal. Hann er føddur og uppvaksin í Havn, og býr nú í Keypmannahavn. Hann lesur á Copenhagen Buisness School, har útbúgvingin leggur dent á íløgur og porteføljestýring. Hann hevur serligan áhugan fyri partabrævamarknaðinum – nógv størri, enn hann hevur fyri tónleiki. Hann hevur ongantíð lisið bøkur um at spæla gittar. Hann lærdi seg at spæla nakrar tónar sum ungur, og hann hevur ikki ment seg seinastu 10 árini. Hann dugir framvegis bara at spæla somu tónarnar sum um aldarskiftið. Páll Oddur Rubeksen, Finnur Jensen og Páll Hammer eru kjarnin í bólkinum Páll Finnur Páll. Hinir limirnir í bólkinum eru Halgir Arge, Høgni Fagraberg og Ísak Sambleben. Teir umhugsa at fáa seg royndar uttanlands við tónleikinum. Teir hava prátað um at sungið á enskum við somu løgum, sum teir hava skrivað til føroyskar sangir. Tekstirnar verða ikki teir somu og fara ikki at viðgera somu evnir á enskum. Páll Oddur Rubeksen hevur skrivað fúlu og markleysu sangirnar hjá bólkinum, millum annað »Pedofilurin«, »Blottarnir« og »Herbergið«. mynd: jens kristian vang