Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-15, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2011síða 42

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 81 · 15. juli 2011 6 gittara í jólagávu. Hann fór at skriva sangir sum ballingarskemt, og vinirnir flentu í kíki, meðan hann spældi. Tann støðan broyttist fyri nøkrum árum síðani. Tá fór hann at taka lívið í størri álvara. – Tað skal ikki skiljast soleiðis, at eg eri sosialt handikappaður. Eg havi bara ongan tørv á at vera millum fólk allan dagin. Mær dámar væl at steðga á og rannsaka meg sjálvan. Eg eri eitt B-menniskja. Mær dámar serstakliga illa at hoyra meg sjálvan í útvarpinum, og mær dámar ikki at lesa um meg sjálvan. Tað krevur samstundis, at eg fari í ein grýluskort, tá eg eri á pallinum. Tá skifti eg fullkomiliga ham. Tann leikluturin passar mær væl. Um tað er yvirfladiskt? Kanska. Tað setir hinvegin einføld krøv at vera tónleikari. Eingin fer til eina konsert, har tann, sum spælir, er rotin. Men eg vil hava frið, tá ljósið er sløkt, sigur Páll Oddur. Góðan og sjúkan humor Fittir, fúlir og fjákutir. Tað vóru skots­ málini, sum Páll Finnur Páll fekk eftir undanumfarið til Prix Føroyar í februar 2003. Bólkurin spældi seg ikki í final­ una, men havnarmenninar kastaðu ikki frá sær. Fáar mánaðir seinni kom frambotið. Tá kom fløgan 'Bermenn' á markn­aðin. Hittið var sangurin um for­ elskaða sjónleikaran. Finnur Jensen er annar sangskrivarin í bólkinum. Hann er meira lættur í sín­ um tekstum, meðan Páll Oddur er súrg­ aður, tá hann skrivar sangir – men bara, tá hann skrivar sangir. – Hann er annars smæðin av lyndi. Hann ger ikki nógv um seg backstage. Sammett við aðrar, sum elska at tosa um seg sjálvan, dámar honum betur at spyrja um hini. Tað dugir hann væl. Hann dugir at vinkla samrøðurnar, so tær gerast áhugaverdar, stuttligar og helst eitt sindur skeivar, sum fær fólk at práta, uttan at tey kenna seg illa, hóast samrøðurnar ofta eru á markinum til, at hann arbeiðir upp á fólk. Tað er kanska eisini orsøkin til, at hann er so væl dámdur, sigur Finnur Jensen. Thomas Hans Lamain Rubeksen er lítlibeiggi Páll Odd. Hann sigur seg flenna at stórabeiggjanum, sum ikki líkist sær sjálvum, tá hann er á pallinum. – Um tú ikki kennir hann og prátar við hann í býnum, hevði tú ongantíð droymt um, at sami maður syngur um pedo­filar og blottarar. Tað eru tveir fullkomiliga ymiskir persónar. Páll Oddur tekur skúlan í størstan álvara. Hann situr bara og roknar. Hann er ein góður beiggi. Hann hevur búð í Dan­ mark í nøkur ár, men hóast tað, so ringir hann altíð til okkara. Páll Oddur er altíð til reiðar við einari hjálpandi hond, um okkurt er galið. Yngru systkini hava altíð lurta eftir honum, tí hann veit best. Vit hava hinvegin ikki beinleiðis nak­að val, tí hann verður bara firtin, og tað tíma vit ikki. Hann er nærlagdur og skilagóður, sigur Thomas Hans. Finnur Jensen skoytir uppí, at Páll Oddur hevur ein góðan og sjúkan humor, ið er sum tikin úr eini sending um Beavis & Butthead. – Hann dugir at síggja tað stuttliga við øllum, eisini sær sjálvum, tá høvið býðst í onkrum heilt serligum privatum selskapi. Millum vanlig fólk, har sjúki humorin ikki vanliga sleppur framat, tykist hann vera sera væl dámdur. Mamma, tildømis, elskar hann, tí hon heldur hann altíð vera so blíðan og smíl­andi. Men far ikki skeivur! Tað er ikki lukkuligt at fáa hansara sinn á kók ella at kritisera eitt av hansara mongu løgnu prinsippum, sum hann finnur uppá, sigur Finnur Jensen. Eingin pedofilur í dag Tá Páll Oddur gekk í Kommunuskúlanum, sá hann altíð hesar gravskitnu heim­ leysu bumsarnar, sum sótu uttan fyri skúla­garðin. Teir vóru í slitnum frakk­um, drukku og royktu. Myndin av vónleysu monnunum festi seg í sinnið. 10 ár seinni skrivaði hann sangin um teir heimleysu á Herberginum, sum hava eina heila madrassu hvør. Hann heldur ikki, at tað er at vera frekur og gera gjøldur burtur úr øðrum. Hann tekur sær bara fullkomiliga fríar teymar at skjalfesta sínar upplivingar og hend­ ingar. – Tú kann ikki altíð taka fyrilit fyri, at fólk verða ill. Hesin trupulleikin er í Føroyum. Hesi fólkini eru millum okk­ um. Okkara boðskapur er ikki, at vit skulu hjálpa teimum. Vit staðfesta bara, hvussu samfelagið sær út. Danir siga, at »overdrivelse fremmer forståelse«. Okkara tekstir eru ofta ógvusligir, men trupulleikin er framvegis har, sigur Páll Oddur Rubeksen. Hann syngur eisini sangin um pedo­ filin, sum misnýtir smádreingir. Hann staðfestir, at hann er errin av øll­um sínum verkum. – Fólk ráddu okkum frá at hava sangin við á fløguni, sum kom út í 2004. Tað var einasta orsøkin til, at vit tóku hann við. Eingin skuldi siga okk­um, hvat vit kunnu og ikki. Vit tóku okkum frælsi. Tann sangurin er somu­leiðis ein staðfesting av, at har er markið fyri mítt viðkomandi. Eg fari helst ongantíð at skriva ein slíkan sang aftur, og eg hevði ikki givið tann sangin út í dag. Ikki, tí fólk halda tað er langt úti, men eg eri meira búgvin nú. Hatta var at fara væl og virðiliga um markið. Endamálið er ikki at bróta mørk og at revsa samfelagið. Um fólk minnast okk­um um 30 ár og kunnu siga, at eg spældi við, so eri eg væl nøgdur við mín tón­leik, sigur Páll Oddur Lamain Rubeksen. Páll Finnur Páll fyrireikar nú nýggja fløgu, sum verður øðrvísi enn hinar. Teir siga seg vera meira búnar, og onnur evni verður tikin til umrøðu á sang­unum, sum koma í heyst. Tá verð­ ur rúgvan av seldum eintøkum, sum er um 8000 fløgur í løtuni, helst økt mun­andi. Niels Uni Dam, tónleikaraummælari, ger púra greitt, at Páll Oddur Rubeksen og hinir í Páll Finnur Páll eiga serstakt pláss í føroyskari tónleikasøgu. – Eg havi ikki livað nóg leingi til at gita, hvønn týdning tónleikur hevur um 20 ár. Eg haldi tó, at tónleikurin hjá Páll Finnur Páll hevur somu støðu í dag, sum tónleikurin hjá Frændum hevði fyri 20 árum síðani, sigur hann. Kanska eri eg eitt sindur dekstruktivur, Tí eg skeri meg sjálvan í armin. Og eg fleygi mær til eg bløði. Eg eri ein kommunumaður, so kanska er tað ikki so løgið. – úr sanginum Skrellimaðurin Páll Oddur Rubeksen, Finnur Jensen og Páll Hammer eru kjarnin í bólkinum Páll Finnur Páll. Teir spældu fyri 10.000 fólkum á ólavsøku í fjør Páll Oddur Rubeksen hevur ongantíð lisið eina bók um at spæla gittar. Hann dugir eins væl at spæla gittar nú sum fyri 10 árum síðani, heldur hann myndir: jens kristian vang