fríggjadagur 15. juli 2011síða 43
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 81 · 15. juli 2011
7
fólkatónleikastevna
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Summar er, og tá er onki óvanligt í,
at fólkatalið á útoyggj veksur. So var
eisini í Mykinesi, og mánadagin var
talið av vitjandi kanska størri, enn
ein vanligan summardag.Orsøkin var,
at Fólkatónleikastevnan hendan dag
setti dagsskránna í Mykinesi. Stevnan
er partur av Summartónum, men er tó
sjálvstøðug. Summartónar eru at hoyra
alt summarið, meðan Fólkatónleika
stevnan er í nakrar dagar, og gongur
fyri seg í Havn og á smærri plássum
kring landið.
Júst hetta, at stevnan í stóran mun
er á fjarskotnum støðum, ger at hon
ikki er so kend manna millum, hóast
hon hevur nógv ár baki. Stevnan er
ikki nakað, ið hevur fingið stóra blað
rúmd.
Kristian Blak er samskipari av
Fólkatónleikastevnuni, og tað sigst,
at tá hann varð spurdur, um hetta var
minsti festivalur í heiminum, so var
skemtiliga svarið, at stevnan er ikki
minsti tónleikafestivalur í heiminum,
men kanska tann loyniligasti.
Tað er ov sonnum ein øðrvísi
uppliving at vitja á útoyggj, og hava
møguleikan at hoyra livandi tónleik
allan dagin. Kirkjan var karmur um
størsta partin av tiltøkunum og ein
lítil hugnalig bygdakirkja er sera góður
karmur um slíkt fólksligt tiltak.
Tað er heilt serstakt at sita á útoyggj
og hoyra góðar tónleikarar syngja og
spæla. Skráin mánadagin í Mykinesi
bjóðaði bæði útlendskar og føroyskar
tónleikarar, og hetta var ein breið skrá.
Stutt kann sigast, at har var okkurt fyri
øll.
Tað er ikki at lúgva, tá sagt verður,
at Fólkatónleikastevnan ikki hevur havt
so stóra rúmd í miðlunum, men hon
hevur tó yvirlivað, og tey sum einaferð
hava havt slíka hugnaliga og øðrvísi
uppliving, gloyma hana ikki aftur.
Fólksligt og hugnaligt. Burtur frá
býarlarmi. Hóast internet og fartelefonir
eisini finna veg á útoyggj, so er ein ikki
tøkur á sama hátt, sum á fastlandinum.
Soleiðis at seta seg á síðulinjuna er í
sær sjálvum sunt og ein góð uppliving,
og tá er Fólkatónleikastevnan bara við
til at gera hetta betri, so tøkk eiga tón
leikarar og fyriskiparar. Gott at hava
fingið innlit í hendan tónleikaliga
loynidóm, sum hevur verið árligur
gestur í áravís. Vónandi verður eisini
soleiðis í framtíðini.
Heimsins loyniligasti
festivalur
Mánadagin var sannur rómur í Mykinesi,
tá Fólkatónleikastevnan setti dagskránna
Hesi framførdu á Fólka
tónleikastevnu í Mykinesi:
Guðrið Hansdóttir, Andy Irvine,
Nordic Wedding Music, Spælimenninir,
Gipsy Train, Annemarie Zimakoff,
Lív& The Zoo, Tróndur Enni, Rod Sinclair,
Niels Midjord& Nicolina Midjord
myndir: dagfinn olsen