Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-15, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2011síða 44

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 81 · 15. juli 2011 8 Valevni Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Ein virkin luttakari á kjaksíðunum í bløðunum, ætlar sær nú upp í politikk. Hann hevur serliga gjørt vart við seg í lesarabrøvum, har hann hevur borið fram hugskot um, hvussu vit kunnu bøta um viðurskiftini. Nú vil hann hava ávirkan av álvara. Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag hevur stillað Dávid Isfeld upp. – Eg kann við mínum meiningum og sannføring gera mun ávegis móti frælsu Føroyum, var hann tá endurgivin fyri at siga. Hann heldur ikki, at Føroyar eru klár­ar til fullveldi í morgin, men loys­ ingin kann fremjast í verki um knappa tíð, um føroyingar vilja. Hann vil virka fyri, at MVG'ið verður tikið av øllum veruligum matvørum, og hann heldur, at føroyingar skulu gevast at drepa grind. Hví bjóðar tú teg fram nú? – Tá eg varð spurdur um at stilla upp, helt eg, at stundin var komin at fylgja mínum greinum við handlingum. Eg haldi, at eg havi nakrar eginleikar og nakrar ímyndir um samfelagið, sum ikki er so væl umboðað á tingi. Til dømis at fylgja við í globalu moderniseringini, sum er í dag, og tillaga og skipa okkum skilagott, í staðin fyri at tvíhalda um okkara miðaldarligu búsetingar og livihættir. Tað fyrsta, ið tú ætlar skal upp á pláss – og hetta er ófrávíkilgt – er prísurin á matvørum. Hvussu ætlar tú tað? – MVG’ið skal takast av øllum veru­ ligum matvørum. Hvørjir pengar skulu koma ístaðin fyri mist MVG á mat­ vørum, fáa vit at síggja, men eg havi gjørt eina »skitsu-ætlan« um sparingar gjøgnum effektivisering í tí almenna, ikki við at minka ella burturbeina tæn­ astur, bert við samanleggingum og ymiskum tillagingum av almennum veit­ingum. Hjá nógvum fólkum fer megin­ part­urin av pengunum eftir skatt til mat. Um vit fáa bíligari mat, eta vit gjarna eisini sunnari, tí tá hava vit ráð til tað – bíligur matur er tíverri eisini ofta ringur matur. Hetta hevur við sær sunnari børn og ungdóm, ið fer at klára seg betur í skúlanum, í ítrótti o.s.fr. Eisini verða vaksin og eldri betur fyri, og sostatt kunnu vit vænta færri sjúkra­dagar, minni strongd, meira sjálv­bjargin gomul fólk og tískil bíligari heilsu­verk. Hvussu nógv hevur fullveldið at týða fyri teg? Hevði tú tikið fullveldið í morgin, um tú stóð við ábyrgdini? – Vit eru ikki klár til fullveldi í morgin, hvørki búskaparliga ella mentalt. Tá ið tað er sagt, eri eg sannførdur um, at vit kunnu skipa okkum sum eina suverena tjóð um tvey ár, um vit vilja tað og arbeiða fram ímóti tí. Hví vilt tú, at bankar ikki skulu týna tey fátøku. Hvat meinar tú ítøkiliga við? – Bankin ásetur straffirentur til tey, ið hava undirskot av neyð. Um tey í neyðini biðja um ein yvirdrátt á 1000 kr til mat, áleggur bankin eitt gjald á 100 kr. Hetta er ein óetiskur máti at vinna sær pening og átti ikki at verið loyvt. Tey peningaligt veiku verða hildin niðri við straffirentum, rykkjaragjøldum og eykagjøldum. Tá lønin skal flytast gjøgnum bankan, mugu vit eisini kunna seta ávísar og rættvísar treytir. Fara vit á húsagang, fær bankin okkara hús; fer bankin á húsagang, eru tað vit, skattgjaldarar, sum bjarga bankanum. Hvør sigur bankin altíð skal vera í eini win-win støðu? Hví skulu vit gevast at drepa grind? – Grind er dálkað við tungmetallum, sum kroppur okkara ikki sleppur av aftur við. Okkum tørvar ikki grind longur. Eg veit, hon er eitt gott ískoyti hjá nøkrum føroyingum, men langt frá øllum; meðan góð handils- og diplo­ matisk sambond við útheimin gagna Vit eru ikki klár til full­veldi í morgin – Hvørki búskaparliga ella mentalt eru Føroyar til reiðar til fullveldi í morgin. Tá tað er sagt, eri eg sannførdur um, at vit kunnu skipa okkum sum eina suverena tjóð um tvey ár, um vit vilja tað og arbeiða fram ímóti tí, sigur Dávid Isfeld, sum bjóðar seg fram fyri Tjóðveldi Okkum tørvar ikki grind longur. Eg veit, hon er eitt gott ískoyti hjá nøkrum føroyingum, men langt frá øllum; meðan góð handils- og diplomatisk sambond við útheimin gagnar øllum føroyingum, og er tí stundin komin, haldi eg, til at fara frá hesi siðvenju, hóast saknur verður í tvøsti og spiki