fríggjadagur 15. juli 2011síða 45
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 81 · 15. juli 2011
9
øllum føroyingum. Tí haldi eg, at
stundin er komin at fara frá hesi sið
venju, hóast saknur verður í tvøsti og
spiki.
Hvat saknar tú mest av øllum
í føroyskum politikki?
– Handlikraft stuðlað av fornufti,
óávirkað av persónligum vinningi.
Landspolitikk ístaðin fyri lokalpolitikk.
At spyrja »hvat er skilabest, mest
effektivt, flest at gagni, bíligt og gott«,
ístaðin fyri »hvør hevur fingið hvat«.
Vit skulu byggja, menna, skapa og
finna uppá – ikki grenja, bidda og vilja
hava.
Hvussu nógv skal landið
stuðla útjaðaranum? Hvønn
útjaðarapolitikk skulu vit føra?
– Vit mugu slækka av í útbyggingini
av samferðslukervinum. Við tunlum og
tílíkum verkætlanum mugu krøv, vænt
anir, ætlanir, cost/benefit-analysir og
framtíðarútlit fylgja við. Ferðakomfort
er ikki nóg góð grundgeving fyri at nýta
milliardir av krónum til ein konstant
minkandi útjaðara. Um tunlar skapa
trivnað, eiga kalsoyingar at trívast
sera væl; men fólkatalið har er minkað
síðstu 25 árini – og vegurin til Múla
var eitt dýrt flopp. Hesar útreiðslur
til útjaðaran taka pengar frá skúlum,
heilsuverki, eldrarøkt og øðrum, sum
skal koma øllum føroyingum til góða,
so tað er bert rímiligt at seta krøv.
Vit hava ein aksa av fólkavøkstri, ið
gongur frá Vágum gjøgnum Havnina
og til Skálafjørðin. Væntandi leingist
hesin aksin gjøgnum Gøtu/Leirvík og
til Klaksvíkar. Fólk skulu búgva, har
tey ynskja at búgva. Nútíðmans virði
og øðrvísi áhugi hava broytt okkara
búsetingar og krøv til umhvørvið –
bæði sosialt og arbeiðsliga. Hetta skulu
vit tillaga og skipa okkum eftir og ikki
mótarbeiða, tí hetta er ynski hjá flest
fólkum og er í tráð við gongdina í út
heiminum.
Landsstýriskvinnan hevur fingið
eitt tilmæli um, at miðnáms
skúlanæmingarnir sjálvir skulu
velja, um teir vilja hava danskt.
Hvat dámar tær tað hugskotið?
– Eg haldi tað er gott, tí vit duga nóg
væl danskt eftir fólkaskúlan. Á hægri
lesnaði aðra staðni verður serstakliga
undirvíst við enskum bókum, eisini í
Danmark. Tað er betur at næmingarnir
nýta sína tíð og orku upp á viðkomandi
lærugreinir.
Skulu vit hava eitt, fimm
ella sjey valdømi? Hví?
– Eitt. Vit eru 49.000 fólk, og er tí eingin
orsøk til at býta í smærri. Tað minkar
um lokalpolitikk, og fremur eina savn
andi fatan, at vit eru ein tjóð – vit eru
øll í sama báti. Úrvalið gert eisini betur
– tær nýtist ikki at velja eitt valevni,
tær ikki dámar, í tínum lítla valdømi.
Ein so lítil tjóð sum okkara, má savnast
og standa saman, ikki skiljast meira
sundur. Tað endar altíð við tvídrátti,
klandri og øðrum ógagnligum tvætli.
Hvør er tín politiska
fyrimynd, og hví?
– Winston Churchill. Hann bakkaði
ikki fyri dárum ella feigum monnum.
Hann gjørdi tað neyðuga fyri at fremja
tað rætta, hóast líkindini vóru ímóti
hesum. Hóast sera avgjørdur og støðu
fastur, hevði hann stórt hjarta – hann
syrgdi, tá teir bumbaðu býirnar og fólk
ið í Týsklandi, og legði dent á at hjálpa
týskarunum at byggja Týskland upp
aftur. Hann var eisini stuttligur, óvan
liga gløggur, meistraði málið sum fáur
og dugdi at liva lívið.
– Vit skulu byggja, menna, skapa og finna uppá – ikki grenja, bidda og vilja hava, sigur Dávid Isfeld, Tjóðveldi
Stríðið um valdið...
Politisku flokkarnir brynja seg til stríðið at fáa
tín kross á løgtingsvalinum. Tað verður ikki uttan
svørslag. Floksformenninir hava lagt ætlanina, og
allar snildir verða brúktar fyri at sannføra teg um,
at tín atkvøða er neyðug fyri at menna fólkaræðið.
Sosialurin fer komandi vikurnar at taka pulsin og
varpa ljós á valstríðið. Vit práta við valevni, sum
ætla sær á ting á fyrsta sinni, umframt at seta
serfrøðingum stevnu um politikk og valstríð.
Fakta
Navn: Dávid Isfeld
Flokkur: Tjóðveldi
Aldur: 39
Yrki: Lærari á Tekniska skúla í Tórshavn
Fyrrverandi yrki: Húsasmiður
Bústaður: Hósvík
Útbúgving: Húsasmiður, lisið enskt-BA
Hjá nógvum fólkum fer meginparturin av pengunum eftir skatt til mat.
Um vit fáa bíligari mat, eta vit gjarna eisini sunnari, tí tá hava vit ráð til tað
– bíligur matur er tíverri eisini ofta ringur matur. Hetta hevur við sær sunnari
børn og ungdóm, ið fer at klára seg betur í skúlanum, í ítrótti o.s.fr.
mynd: jens kristian vang