fríggjadagur 15. juli 2011síða 46
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 81 · 15. juli 2011
10
Ráðstevna
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Summi halda, at Gud er ein objektivur
sannleiki, sum er grundarlagið undir
øllum. Onnur halda, at Gud er ein
myta, sum als ikki kann góðtakast sum
svar uppá lívsins stóru spurningar.
Ein stórur hópur av føroyingum
finnast tó ímillum hesar báðar sann
førdu pólarnar. Ein bólkur av ivandi
fólkum, sum eru opin fyri góðum og
sannførandi argumentum um hetta
eyma og aktuella evnið, sum fyllir nógv
í føroyska samfelagnum.
– Tiltakið komandi vikuskiftið er
bæði fyri trúgvandi, vantrúgvin og
ivandi. Vit vilja skapa eitt innlit í tær
grundgevingar, sum ymsu bólkarnir
føra fram. Vit vilja skapa innlit í bak
grundina fyri átrúnaðarligum ósemjum
og geva fólki ein møguleika at skilja
partarnar eitt sindur betri. Soleiðis
grundgevur Heini í Skorini, tá hann
verður spurdur, hví teir skipa fyri hes
um tiltakinum.
Hin fyrireikarin er Janus á Ryggi.
Hann heldur, at vit hava tørv á einum
slíkum tiltaki, sum kann geva áhugaðum
eitt høvi at hoyra argumentini fyri og
ímóti – og í heila tikið at hoyra eitt
kvalifiserað kjak um ymiskar átrún
aðarligar stríðsspurningar.
– Kjakini um átrúnað eru elligomul,
men tey eru framvegis aktuell, serliga í
Føroyum, tí her hevur Kristindómurin
stóra ávirkan á samfelagið og politikkin.
Men tað er sjáldan, at vit hoyra nakað
veruligt kjak um sjónarmiðini, heldur
Janus.
– Ofta grava fólk seg niður í skot
gravir, og religiónin verður í høvuðs
heitum viðgjørd, tá hon verður tvinnað
saman við politiskum málum, til
dømis rættindum hjá samkyndum,
rúsdrekkapolitikki og øðrum. Og tá er
kjakið sum oftast á einum sera lágum,
ófakligum og anti-filosofiskum støði.
Ráðstevnan er ein roynd at fara í dýpd
ina og kanna, hvat grundarlagið er fyri
ymsu sjónarmiðunum, sigur Heini.
»Hetta er at virða trúnna«
Summi hava funnist at hesum tiltak
inum. Men Heini metir ikki, at eitt slíkt
tiltak fer at máa støðið undan kristin
dóminum í Føroyum. Tað er heldur ikki
endamálið.
– At viðgera grundarlagið fyri trúgv
ella vantrúgv er einans at taka hesi
viðurskiftini í álvara. Og hetta tiltakið
hevur til endamáls at skapa vitan um,
hvat trúgvandi og ikki-trúgvandi fólk
halda um eitt nú Guds eksistens, menn
ingarlæru Darwins, viðurskiftini mill
um religión og politikk og søguliga
leiklutin hjá kristindóminum.
– Endamálið við hesi ráðstevnuni er
eisini, at kritikkurin skal ganga báðar
vegir. Hetta er ikki eitt einvegis álop
á nakran, tí øll skulu grundgeva fyri
síni sannføring. Allir partar eru sostatt
javnsettir, leggur Janus afturat.
Heini heldur, at hetta avgjørt er
eitt evni, sum vit eiga at kjakast um.
Eisini hóast fleiri hava kallað tað
»meiningsleyst« at kjakast um nakað,
sum semja aldrin fæst um.
– Tú kanst siga tað sama um til
dømis politikk. Vit verða aldrin samd,
men tað merkir ikki, at vit skulu gevast
við at kjakast um politikk. Vit kjakast
jú eisini um list, vísindi og hvat veit
eg, hóast vit ongantíð blíva samd. Hví
skal man so ikki kjakast um átrúnað,
sum hevur so stóra ávirkan á fólk, bæði
privat og samfelagsliga?, spyr Heini.
Sambært honum er tað ov lætt at
siga, at »vit verða ongantíð samd, so tað
nyttar einki at kjakast«. Kjak stimbrar
kritiska hugsan, fólk verða tvingað til
at kanna sítt egna grundarlag og grund
gevingarnar hjá mótpartinum, og tað er
eitt mál í sær sjálvum.
Janus nikkar. Hann vísir á, at reli
giónin seinastu nógvu árini hevur verið
objekt fyri kjaki í Føroyum.
– Kjakið um átrúnað í Føroyum hev
ur fyri tað mesta verið sporadisk kjak í
bløðum ella á kjaksíðum á netinum. Á
ráðstevnuni sleppa áhoyrarar at lýða
á eina kvalifiseraða viðgerð, har fólk,
ið hava eina støðu og vitan um síni
sjónarmið, sleppa til orðanna.
– Sostatt vilja vit bjóða áhoyrarum
ein samlaðan pakka, har luttakarar fáa
møguleika at viga argumentini upp
móti hvørjum øðrum, vísir Janus á.
– Vit hava valt kjakararnar út frá
sannføringum teirra og ikki bara við
støði í fakligum førleikum. Tey umboða
nøkur sjónarmið. Hetta verður sostatt
ein ráðstevna við sannføringum og
ósemjum og ikki bara ein deskriptiv
og neutral umrøða av evnum, sigur
Heini, sum vónar, at júst hetta fer at
geva kjakinum eina aðra dimensjón.
Men er Gud so deyður?
Spurningurin, sum er blivin heitið á
ráðstevnuni, er ein tilsiping til týska
heimspekingin Friedrich Nietzsche.
Hann staðfesti sum kunnugt, at Gud
er deyður.
– Heitið á ráðstevnuni hevur tveir
týdningar. Vit spyrja, um Gud yvir
høvur er til. Men vit spyrja eisini,
hvussu trúgvin á Gud hevur tað í Før
oyum anno 2011. Gud er jú bæði eitt
objektivt og subjektivt fyribrigdi, vísa
teir á.
Evnini, sum kjakast verður um,
eru fýra í tali:
1) Teisma mótvegis ateismu,
2) Menningarlæra mótvegis
skapanarlæru,
3) Kann politikkur byggja á trúgv?
4) Kann kristindómur vera skaðiligur?
Tveir debattørar vera til hvørt evnið,
fyrst við einum innleggi, og síðani
verður høvið at seta spurningar.
– Sjálvandi fara vit ikki at koma til
nakra semju, men vónandi gerast vit
klókari. Vónandi fáa vit betri innlit í
grundgevingarnar hjá ymsu pørtunum,
sigur Heini.
Hetta er – so vítt sum vit vita –
fyrsta tiltakið av sínum slagi í Føroyum.
Ongantíð fyrr hevur nakar savnað før
oyingar til eina kvalifiseraða viðgerð
av klassisku stríðsspurningunum um
árúnað. Hetta verður sostatt eisini eitt
høvi til at styrkja um føroyska kjak
mentan, sigur Janus.
Er Gud
deyður?
Hesin spurningur verður settur – og møguliga eisini svaraður – komandi
vikuskifti í Norðurlandahúsinum. Tá fara átta fólk at grundgeva
fyri síni áskoðan um kristindómin og átrúnaðarligar spurningar
Skrá
fyri dagin
10.00
Vælkomin
Er Gud til? Teisma vs. ateisma
10.15 - 10.45 Símun Absalonsen: Tí trúgvi eg á ein Gud
10.45 - 11.15 Rói Patursson: Tí trúgvi eg ikki á ein Gud
11.15 - 11.30 Spurningar og kjak
11.30 - 11.45 Steðgur
Hevði Darwin rætt? Menningarlæra vs. skapanarlæra
11.45 - 12.15 Hans Andrias Sølvará:
Tí hevur menningarlæran staðið royndina
12.15 - 12.45 Heðin Lamhauge: Tí hevði Darwin skeivt
12.45 - 13.00 Spurningar og kjak
13.00 - 13.30 Steðgur
Kann politikkur byggja á trúgv?
13.30 - 14.00 Hanus Kamban:
Tí skulu religión og politikkur skiljast sundur
14.00 - 14.30 Rúni Rasmussen:
Tí kunnu religión og politikkur ikki skiljast sundur
14.30 - 14.45 Spurningar og kjak
14.45 - 15.00 Steðgur
Kann kristindómurin vera skaðiligur?
15.00 - 15.30 Ása Johannesen:
Tá kristindómurin verður skaðiligur
15.30 - 16.00 Jákup Reinert Hansen:
Kristindómurin – ein dýrgripur fyri mannaættina
16.00 - 16.15 spurningar, kjak
16.15
Endi