Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-15, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2011síða 50

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 81 · 15. juli 2011 14 Søgan um Bobby Bare Oddbjørn Vágslíð Greinarøð (3. partur av trimum) Bobby Bare fer nú aftur til RCA, har hann er frá 1973 til 1977, men nú er tað øðrvísi, tí hann sleppur sjálvur at velja sínar sangir, tónleikarar og upptøku­ stjóra. Hann gevur single plátuna »Ride Me Down Easy« út, sum Billy Joe Shaver hevði skrivað. Tað hevði verið óhugs­andi at givið henda sang út undir leiðslu av Chet Atkins. Tað er eisini um hesa tíðina, at Bobby Bare kemur í samband við Shel Silver­stein, sum man verða tann mest um­stríddi sangskrivarin, sum hevur verið í Nashville. Í sínum viðføri hevur hann eina sera fløkta fortíð. Hann var í fleiri ár fastur keiputeknari á mann­ fólkablaðnum »Playboy«, samstundis sum hann yrkti barnasangir og gav út barnabøkur. Hann hevði verið giftur, var nú skildur, og hevði ein lítlan illvilja móti kvinnum sum heild. Hann var homoseksuellur, littur, og tá ið hann kom til Nashville, bar hann fult svart skegg, hevði kraftigar svartar eygna­ brýr, men var kokurakaður á høvd­ inum. Í fyrstuni vil ongin vita av honum, hóast hann ger góðar sangir. Eingin torir at binda seg til hansara. Men so skrivar hann sangin »Silvia's Mother«, sum bæði Bobby Bare og Dr. Hook syngja inn á plátu. Tað er tó útgavan hjá Dr. Hook, sum vit best kenna her hjá okkum. Shel Silverstein hevur eisini tann ivasama heiður at hava skrivað sangin »Put Another Log In The Fire«, sum verður roknaður sum tjóðsangurin hjá »Manschauvinistunum«, og sum Tompall Glasier syngur. Ópoleraðir tekstir Bobby Bare kemur í samband við Shel Silverstein, og teir hóska væl saman. Hann ger sær ikki nógvar tankar um for­ tíðina hjá Shel Silverstein, men hugsar meiri um hansara sangskriving. Bobby broytist eisini, tá íð hann er saman við Shel Silverstein. Hann fer frá at verða »Mr. Nice Guy« í Nashville til at syngja teir meira ópoleraðu sangirnar við kanti hjá Shel Silverstein. Teir arbeiða væl saman, og tilfarið, sum Bobby Bare og Shel Silverstein fáa frá hondini, er so rúgvusmikið, at hetta verður til eina dupulta LP, sum kemur út í 1973 og kallast »Lullabys, Legends and Lies«. Á hesari LP er ein sangur, sum gerst nr. 1 á countryhitlistanun. Tað er sangurin um »Marie Laveau«, sum snýr seg um seinastu »heksina« í USA. Hon livdi í New Orleans, har hon doyði 92 ára gomul í 1973 - hon var ein sonevnd »woodoo drotning«. Á hesi LP'ini er eisini ein barna­ sangur, sum Shel hevur gjørt. Sangurin eitur »Daddy What If«. Bobby fær sonin hjá sær, Bobby Bare Jr, at syngja hann saman við sær. Sonurin er tá 5 ára gamal. Hetta verður væl móttikið, so tað endar við, at faðir og sonur upp­ traðka á »Grand Ole Opry« við sang­ inum. Hetta er tað seinasta kvøldið á Ryman, og Bobby Bare Jr man sostatt helst vera tann yngsti sangarin, sum hevur sungið í tí kenda »Ryman«, bert 6 ára gamal. Syngur í køkinum Eftir hetta fær makkaraparið Bare og Silverstein blóð á tonnina. Teir fara undir at gera LP nr. 2 í 1974, har fam­ ilj­an Bare syngur í teirra køki. Shell skrivar sangirnar, og tey, sum syngja, eru Bobby Bare Sr, konan Jeannie Bare og børnini Cari, Shannon og Bobby Bare Jr. LP'in nevndist »Singin In The Kitchen«. Hon kemur út og verður væl móttikin, og tað man vera eindømi, at ein countrystjørna bjóðar áhoyrarunum inn í køkin hjá sær fyri at vísa, hvussu tey hugna sær. Kona Bobby Bare, sum upprunaliga ætlaði at gerða karrieru innan tónleik, syngur við á hesari LP, saman við Bobby Jr, har hann spyr mammu sína »Hvar komi eg frá?«. Sum so nógvar familjur, so sleppur Bare familjan ikki undan bakkøstum í lívinum. Tvey ár eftir at LP plátan við familjuni er upptikin, fær elsta dótturin ein hjartatilburð og doyr í 1976 bert 15 ára gomul. Hettar ávirkar Bobby sera nógv, og hann fer at hugsa meira um lívið og lagnuna hjá sær sjálvum, hann leitar aftur til unglingadagar, har hann livdi undir fátøkum korum. Hann fer so undir triðju LP'ina saman við Shel Silver­stein. Hon kemur út í 1975 og verð­ur kallað »Hard Times Hungry«. Shel skrivar sangirnar, og Bobby hevur samrøður við fólk, sum eru komin illa fyri í lívinum av ymiskum orsøkum. Hann syngur sangirnar, sum snúgva seg um søgurnar hjá hesum fólkum. Hetta er ein heilt annar Bobby Bare, men tað er eis­ini lívsins stóru viðurskiftir, hann her tekur upp. Hjálpir ungum sangarum Í 1976 ger Bobby fjórðu LP'ina saman við Shel Silverstein og fleiri, og útgávan verður nevnd »The Winner, and other loser«. Her syngur hann millum annað sangin »Dropkick Me Jesus«, sum Poul Craft hevur gjørt. Nógv ár seinni fekk Bobby at vita, at hetta var yndissangurin hjá Bill Clinton á ungum árum. Hann gjørdist seinri forseti í USA. Nú skiftir Bobby aftur plátufelag, hann fer til Columbia Records og er har frá 1978 til 1983, men tað gevur lítið, hann liggur ímillum topp 21 til 47 á country listanum. Hann er tó fúsur at hjálpa ung­um komandi stjørnum so sum Rosanne Cash og Rodny Crowell. Hann gevur eina LP út í 1983, og fær hon heitið »Drinkin From The Bottle«. Nýtt ættarlið tekur við Nú Bobby nærkast teimum 50 árunum. Tað eru liðin umleið 25 ár síðani hann sang sín fyrsta sang inn á plátu, og hittini fara at fækkast. Nú er eitt heilt annað ættarlið av ungum countrysangarum komið til, so sum Allan Jackson og aðrir. Nú skiftir Bobby aftur bransju, frá 1983 til 1988 hevur hann eitt sjónvarpshow, sum eitur »Bobby Bare and Friends«, har hann tosar við sangskrivarar, sum spæla sínar sangir og fortelja søguna aftan­fyri sangirnar. Eftir at hava givist við sjónvarp­ sendingunum í 1988 fer Bobby at taka sær av løttum, og tað ger hann í eini 10 ár, har vit hoyra lítið um hann. Í 1998 tekur Bobby stig til at stovna ein bólk við gomlum vinum, sum hann nevnir »Old Dogs«. Í bólkinum eru Waylon Jennings, Jerry Reed og Mel Tillis. Teir spæla inn eina plátu á Warner Bros, Sangirnir fingu brodd Eftir at Bobby Bare hevði hitt umstrídda sangskrivaran Shel Silverstein, broyttist innihaldið í sangunum hjá honum. Bobby Bare fór frá at verða Mister Nice Guy til at syngja meira ópeleraðar sangir hjá Silverstein Shel Silverstein fekk stóran týdning fyri tónleikin hjá Bobby Bare