Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-15, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2011síða 51

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 81 · 15. juli 2011 15 bókabrell lagt til rættis: Eydna Skaale men her kemur onki burtur úr uttan tað, at Bobby fær áhuga í at fara á pall aftur, ikki á tær stóru konsertirnar, sum í ungum døgum, men meira at leita til tað publikum, sum hann er kendur við. Segði takk At tað kann ganga long tíð frá tí, at tann, sum syngur ein hittsang, takkar teimum, ið hava gjørt sangin, er sang­ urin »Ditroit City« eitt gott dømi um. Tað var ikki fyrr enn í 1995, 32 ár eftir at Bobby Bare hevði sungið hann inn, at hann í einari sjónvarpssending um »Tootsie's Bar« møtir teimum báðum Mel Tillis og Danny Dill, sum gjørdu sangin. Har takkar Bobby Bare teimum báðum fyri sangin og Bobby viðgongur, at hetta var sangurin, sum gjørdi, at hann ikki longur skuldi selja seg á gøtuni. Umframt at verða sangari er Bobby eisini ein handilsmaður. Hann hevur saman við konuni, Jeannie Bare, eina stóra bamsusølubúð, »Bobby Bare Trap« á 433 Opry Mills Dr. í Nashville – nær við »Grand Ole Opry«. Handilin sigst verða heimsins størsta bamsusølubúð, og har eru umleið 5000 ymiskar bamsur at velja ímillum, og í einum horni situr heimsins størsta bamsa. Í 1998 var systkinnabarnið, John Sigurd Joensen, yviri í Nashville. Har hitti hann fleiri stjørnur, millum annað var hann inni á sølubúðini hjá konu Bobby Bare, Jeanne Bare. Ein bamsa er ein bjarnaungi, sum stavast Bear á ameri­konskum. Minnist eina mynd, har Bobby Bare stendur saman við einari stórari brúnari Bjørn, niðri undir stóð at Bear og Bare hittast. Heiðraðu Shel Bobby Bare hevur fýra ferðir upptraðkað á tí Legendariska Wembley Country Festivalinum hjá Mervin Conn, sum bleiv hildin í London. Hann er við í 1971, 1979, 1983 og 1989. Í 2005 ger maðurin eina fløgu, sum hann kallar »The Moon Was Blue« saman við Bobby Bare Jr, sum eisini er sangari sum pápin. Nú eru gingin um­leið 50 ár, síðani Bobby Bare spældi sína fystu plátu inn. At samstarvið við Shel Siverstein, sála, hevur havt sína ávirkan á Bobby Bare, er ongin ivi um. Í 2010 gevur Bobby Bare saman við Jr út eina minnisfløgu, sum hann nevnir »Twistable, Turnable Man«, um Shel Siverstein. Har ymiskar stjørnur syngja Shel Silverstein-løg, millum annað Kris Kristofferson og John Prime. Til Klaksvíkar Verður lív og heilsa, so verður Bobby Bare at uppliva á Vágsbø í Klaksvík í august mánaði og sigast má, at tað er merkisvert, at hann hevur hildið seg so leingi í countrytónleikaheiminum. Øll tey yngru árini hevur hann verið væl barberaður, men nú á gamalsaldrinum hevur hann fingið sær skegg, sum er grátt, og tað boðar frá, at maðurin ikki er ungur longur. Hann hevur tó enn kreftir til at hava konsertir fyri country­fjepparum. Hoyrdi eina søgu nú ein dagin, tað vóru tvær gentur í Klaksvík, sum vóru farnar til Týsklands at søkja sær arbeiði. Onnur segði, at henni dámdi ikki sangin hjá Bobby Bare »Detroit City«, tí hvørja ferð vinkonan hoyrdi hann, fór hon at gráta og leingjast heim til Føroya. Hetta vísir bara, at sang­ urin hevur nakað serligt í sær og vekir kenslur í okkum, sum vit dagliga ikki hugsa um. Nú skulu vit so møta manninum, sum hevur ávirkað okkum føroyingar við teimum eyðkendu orðunum »I Wanna Go Home«. Vit kunnu einki ann­að gera enn at heita á tann, sum øll­um valdar, at heilsan hjá Bobby Bare held­ur, og at veðurgudarnir eru til vildar, so hann kemur til Føroyar og kann halda eina konsert á Vágsbø í august. Oddbjørn Vágslíð í Klaksvík tekur saman um lívið hjá countrysangaranum Bobby Bare Starv: Søluatstøðingur við sergrein í bókum Yndisbók: Anne fra Grønnebakken. Havi lisið alla røðina, uttan ta seinastu bókina. Eg elski tær bøkurnar. Mær dámar væl barna- og ungdómsbøkur, men eisini klassikarar. Vánaligasta bók: »Hesturin og drongurin« hjá C.S. Lewis. Eg havi roynt at komið ígjøgnum hana fleiri ferðir – bæði á føroyskum og enskum, men eg komi bara ikki ígjøgnum hana. Eg haldi hana heilt einfalt vera keðiliga. Hvat er ein góð bók: Tað er ein bók, sum eg blívi púra burtur í. Tá eg fokuseri 100% uppá bókina og ikki hoyri umheimin. Beint nú eru tað japonsku Manga-bøkurnar. Nær og hvar dámar tær best at lesa: Eg lesi um kvøldið, tá eg skal sovna. Men leygarmorgnar dámar mær eisini at lesa eina løtu um morgunin, fyri at vakna. Heidi Ortind Simonsen Persuasion Høvundur: Jane Austin Forlag: Collector's Library Ár: 2004 (New edition) Hvat snýr bókin seg í stuttum um? Hetta er eitt sindur ein Øsku-Fíu-søga, ið snýr seg um eitt par, sum hittist, tá tey eru ung, men hon má venda honum bakið, tí familjan ikki góðtekur hann. Fleiri ár seinni hittast tey tó aftur og verða forelskað aftur. Hví skal hendan bókin lesast? Hon gevur eitt søguligt innlit um tvístøðuna mong konufólk høvdu, tá tey máttu velja millum mannfólkið ella familjuna. Og hetta er fyri so vítt eisini ein trupulleiki, sum ger seg galdandi í dag. Hvør skal lesa hesa bókina? Viss man er ein romantisk týpa, sum eg, so er hetta ein perfekt bók. Hvør skal ikki lesa hesa bókina? Um tú ynskir tær realistiskar bøkur ella spenningsromanir. Min fjerne barndomsby Høvundur: Jiro Taniguchi Forlag: Fahrenheit Ár: 2009 (danska útgávan) Hvat snýr bókin seg í stuttum um? Um ein mann, sum sovnar í einum toki og sum endar í heimbygdini. Tað vísir seg, at hann er komin aftur til sínar barndómsdagar, og hann roynir so at broyta sín barndóm. Hví skal hendan bókin lesast? Hon fær teg at virðismeta tað, tú hevur. Hon gevur eisini eitt innlit í, hví tú ikki skalt ynskja eftir at broyta tín barndóm. Tí um tú kundi, hvat skuldi tú so gjørt? Hvør skal lesa hesa bókina? Tey, sum eru glað fyri tekniseriur. Hetta er ein Manga-tekniseria, sum er ein japanskur máti at tekna uppá. Øll bókin er ein tekniseria. Hetta er ein ungdómsbók, men øll kunnu lesa hana, tí hon er meiningsfull. Hvør skal ikki lesa hesa bókina? Dámar tær ikki tekniseriur, so skalt tú halda teg burtur frá hesi bókini. Anne fra Grønnebakken Høvundur: L.M. Montgomery Forlag: Høst Ár: Upprunaliga í 1908, hendan er frá 2005 Hvat snýr bókin seg í stuttum um? Eitt eldri par, sum tekur eina gentu til sín. Hon er eitt sindur øðrvísi, enn tey høvdu væntað, sera romantisk, klossut og dramatisk. Bókin snýr seg um hjartavinir og um trupulleikar í lívinum. Hví skal hendan bókin lesast? Hon er ein klassikari. Man burdi lisið hesa bókina, um man hevur sæð sjónvarpsrøðina. Filmurin er bara bygdur á tríggjar tær fyrstu bøkurnar, og eg meini, at tað eru 6 ella 7 bøkur í alt. Hvør skal lesa hesa bókina? Hon er kanska serliga til konufólk, sum vilja hava eina góða, stuttliga søgu við romantiskum ísletti. Hon er ógvuliga skemtilig, tí tú verður flóv av Annu, meðan tú lesur. Men tú heppar samstundis eisini á hana. Hvør skal ikki lesa hesa bókina? Mannfólk! Eg vóni, at øll konufólk lesa hesa bókina, men hetta er nokk ikki nakað fyri menn. John Sigurd Joensen hitti konu Bobby Bare, Jeanne Bare, í Nashville Hóast hann er komin væl upp í árini, hevur Bobby Bare framvegis orku til at syngja fyri sínum fjepparum