mánadagur 18. juli 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 18. juli 2011 · Nr. 82
Sosialurin
Tað heldur Turið Christop
hersen í Havn.
Sjálv hevur hon tikið eitt
heilt óvanligt stig fyri at
birta upp undir eitt veruligt
kjak í føroyum um hetta
kensluborna evni.
Hon
hevur
nevniliga
stovna eina Føroyadeild av
altjóða
umhvørvisfelags
skapinum, Earthrace Con
servation, sum umstríddi
umhvørvisstríðsmaðurin,
Pete Bethune úr Nýsælandi,
hevur stovnað.
Hetta
er
fyrstu
ferð,
at ein altjóða umhvørvis
felagsskapur fær eina føroya
deild og sostatt er talan um
eitt spildurnýtt kapittul í
føroyskari umhvørvissøgu.
Tann 31 ára gamla Turið
Christophersen, er als ikki
ókend við djóravernd, tí hon
hevur leingi verið virkin í
Djóraverndarfelagnum.
Í løtuni er hon einsamøll
um at stovna føroyadeildina,
men í oktober í ár verður
hon formliga sett á stovn
við nevnd og tí, sum hartil
hoyrir.
Vit eiga kjakið
Endamálið
hjá
nýggju
Føroyadeildini er ikki at
leggja forðingar í vegin fyri
grindadrápi.
– Endamálið hjá okkum er
fyrst og fremst at birta upp
undir kjak um grind og alt
annað djóralív í havinum.
– Eitt nú vita vit, at lundin
er illa fyri og tað er eisini ein
spurningur, vit noyðast at
taka upp.
Somuleiðis er tað neyð
ugt at viðgera ovurfisking,
dálking og aðrar havum
hvørvisspurningar.
Tað heldur hon, at Earth
race Conservation er eitt gott
amboð til.
– Tað er avgerðandi, at
vit hava hetta kjakið heima
hjá okkum sjálvum ístaðin
fyri at kjakast við restina av
heiminum um grindadráp.
– Vit merkja eitt stórt trýst
uttaneftir og tað noyðast vit
at svara uppá. Men tað skal
ikki vera avgerðandi fyri um
vit drepa grind ella ikki. Tað,
sum er avgerðandi, er, at vit
føroyingar sjálvir taka eina
støðu til grindadráp.
– Og tað eigur ikki at
ávirka avgerðina um út
lendskir felagsskapir hava
eina hugsan um grindadráp.
Mentan ella heilsa
Ein spurningur, sum Turið
Christophersen heldur, at vit
mugu taka støðu til, er, hvat
vigar tyngst í sambandi við
grindadráp.
– Er fólkaheilsan ella
mentanarligi arvurin og rætt
urin at gagnnýta náttúru
tilfeingið, sum vigar tyngst.
Tí er spurningin um vit
skulu halda fram drepa grind
ella um vit skulu gevast, eitt
mál, hon avgjørt heldur, at
vit eiga at taka upp.
– Vit mugu gera upp við
okkum sjálvi um vit skulu
halda fram at drepa grind,
sigur hon.
– Vit mugu gera upp við
okkum sjálvum, um grind
er ein spurningur um ein
mentanararv, vit eiga at
varðveita, ella um talan er
eitt fólkaheilsumál.
– Eitt páhald er, at grind
er ein gamal siður, sum
skal
varðveitast.
Sam
stundis verður ført fram, at
grind er eitt gott ískoyti til
okkara húsarhald og at vit
av prinsipiellum orsøkum
skulu tvíhalda um okkara
rætt til at gagnnýta okk
ara náttúrutilfeingið burð
artygt.
Ella skal tann staðfesting
viga tyngri, at grind er so illa
dálkað við vandamiklum
evnum, at hon er heilsuskaði
lig at eta?
– Vit mugu seta okkum
sjálvi
spurningin:
Hvørji
atlit skulu vit taka, tá ið
vit viðgerða grindadrápið:
Mentanararvin ella fólka
heilsuna, staðfestir Turið
Christophersen.
Mugu gevast
Sjálv er Turið Christophersen
ikki í iva: Føroyingar mugu
gevast at eta grind.
– Tað er vísindaliga stað
fest, at grind er so illa dálkað,
at hon er ikki fólkamatur.
Tað mugu vit taka til eftir
tektar og tí eiga vit at gevast
at drepa grind.
Sjálv hevur hon langt
síðani gjørt av at fylgja til
mælinum um ikki at eta
grind og tískil hevur hon ikki
borðreitt við tvøsti og spiki í
nógv ár.
– Eg skal ikki siga, at eg
ikki havi smakkað tað hesi
síðstu árini, men heima hjá
okkum borðreiða vit ikki við
grind.
Hon ásannar, at tað verður
hvørki í dag ella í morgin, at
vit fara at gevast.
– Men sum frálíður noyð
ast vit at gevast, tí tey fólka
heilsuligu atlitini eiga at
viga tyngri enn páhaldið um,
at vit mugu varðveita ein
gamlan mentanararv.
–
Grindin
hevur
ikki
verið dálkað og vit noyðast
at tillaga okkara mentan til
nýggjar tíðir. Men tað hava
vit altíð gjørt, so tað er onki
løgið í tí. Ígjøgnum allar tíðir
verið lívsins gongd verið, at
gamlir siðir fara í søguna og
nýggir siðir taka seg upp.
– Vit hava altíð verið noytt
at tillaga okkum og tað mugu
vit eisini gera í hesum føri.
Undir øllum umstøðum
eiga vit at drepa nógv færri
hvalir, enn vit gera nú.
– Taka tað lagaligasta
kosttilmælið
viðvíkjandi
grind og eta alt tvøstið og
spikið, áttu vit kanska bara
at dripið ein triðing av tí, vit
nú drepa um árið.
– Er tíðin ikki komin til
at spyrja mynduleikarnar,
um rætturin at varðveita
ein gamlan sið, stendur
mát
við
menniskjansligu
avleiðingarnar av at halda
fram at drepa grind? Er tað
vert at seta fólkaheilsuna í
vanda fyri at varðveita ein
mentanararv,
spyr
Turið
Christophersen.
Áki Bertholdsen
Pete Bethune, leiðari í um
vørvisfelagsskapinum,
Earthrace
Conservation
hevur verið tvær ferðir í
Føroyum.
Her spældi hann kort
síni so væl, at hann fekk
viðhaldsfólk í Føroyum,
sum blivu so eldhugað, at
tey nú stovna ein føroya
deild hjá felagsskapinum.
Sum tað sæst í hinari
greinini, er tað Turið Christ
ophersen, sum stendur á
odda fyri føroyadeildini.
Hon hevur havt nógv
samband við Pete Bethune,
tá ið hann hev
ur verið í Før
oyum.
– Tað sum
hugtók meg við
hesum
felags
skapinum
er,
at hann hevur eitt opið
sinnið og eina friðarligan
hugburð, sigur hon, tá ið
vit spyrja hana, hví hon
gjørdi av at velja hesum
felagsskapinum burtur úr
øllum teimum, sum annars
bjóða seg fram at verja um
hvørvið.
Hon sigur, at vit eru
ikki von við, at umhvørv
isfelagsskapir stinga fing
urin í jørðina og koma
higar at útvega sær upp
lýsingar og vitan so at
teirra
virksemið
kann
byggja á veruleikan og ikki
á kenslur.
– Samstundis er teirra
grundsjónarmið, at teir
skulu vera sakligir og diplo
matiskir í síni framferð,
heldur enn at elva til stríð.
– Tað haldi eg, er ein
hugburður, sum hóskar
væl til føroyingar, tí vit eru
eitt eitt opið samfelag, har
vit kjakast okkum fram til
úrslit.
Onki stríð
Men nú er Pete Bethune
ikki bara friðarligur. Eitt
nú hevur hann siti fastur í
Japan fyri harðskap?
– Tað, sum hevur týdning
er, at grundhugburðurin er
friðarligur. Men tað kann
altíð henda, at samanbrestir
vera. Sjálvt Greenpeace
fólk verða handtikin og
løgd í hondjørn av og á tí
í sambandi við umhvørv
isvernd ganga markini eitt
sindur øðrvísi enn vit eru
von við. Tað er verri enn
so altíð í sambandi við
bardaga, men tað er av og
á, at fólk verða handtikin í
samband við friðarlig mót
mæli.
– Kemur tú ikki onkun
tíð at markinum, ber ikki til
at mótmæla ímóti nøkrum
sum helst.
– Men tað týdningar
mikla er, at gera alt fyri
at sleppa undan at elva til
stríð, sigur Turið Christ
ophersen.
Hon leggur dent á, at
tað fer aldrin at henda, at
Earthrace
Conservation
fer at leggja seg út í eitt
grindadráp við skipum og
bátum og aðrari útgerð at
forða fyri, at grind verður
hldin til.
– Okkara endamál er at
kjakast um hesar spurn
ingar og tað fara vit at
halda okkum strangt til,
sigur hon.
Stúrir ikki
Nú er grindadráp eitt
rættiliga kensluborið evni.
Stúrir tú ikki fyri, hvat fólk
fara at siga til, at tú stovnar
ein umhvørvisfelagsskap í
føroyum?
– Ja, tað er
øgiliga
kenslu
borið, men føroy
ingar
eru
eitt
friðarligt
fólk,
sum eru opnir
fyri kjaki. Og eg haldi eisini,
at tað er rósverdugt, so væl,
føroyingar hava tikið ímóti
teimum umhvørvisfólkum,
sum hava verið her.
– Tú stúrir Turið Christ
ophersen ikki fyri at verða
happafuglur
nummar
eitt í Føroyum fyri tað at
hon stovnar eina føroya
deild hjá Earthrace Con
servation.– Men eg vænti
nú heldur ikki, at hetta
fer at gera meg til ársins
føroying, leggur hon aftur
at.
aki@sosialurin.fo
grindadrápi
Eitt opið
sinnið
GRINDADRÁP Tað fer aldrin at henda, at vit
fara at leggja okkum út í eitt grindadráp, sigur
Turið Christophersen, sum hevur stovnað
fyrsta føroyska umhvørvisfelagsskapin
Hetta fer neyvan
at gera meg til ársins
føroying
Tað fer aldrin at
henda, at vit fara
at leggja upp í eitt
grindadráp
Eg havi ikki etið
grind í nógv ár