mánadagur 18. juli 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juli 2011 · Nr. 82
10
Sosialurin
Kjak
12½ ár ella 4.550 dagar hevur
tað tikið at gera eina nýggja
stjórnarskipan
(grundlóg)
fyri Føroyar. Nevndin er nú
loksins liðug við sítt arbeiðið
og er komin á mál.
Álitið um nýggja Stjórnar
skipan fyri Føroyar er skriv
að og liggur á skrivstovu løg
tingsins klárt at leggja fyri
Løgtingið.
Ein søgulig breið politisk
semja, sum er gjørd millum
Sambandsflokkin, Javnaðar
flokkin, Fólkaflokkin, Fram
sókn og Sjúrð Skaale, skuldi
tryggja at uppskotið varð
samtykt. Nýggja stjórnar
skipanaruppskotið gav føroy
ingum fullan rætt til at ráða í
egnum landi.
Grein eitt ljóðar soleiðis:
Føroyar eru land, føroying
ar eru tjóð og alt vald í landi
num er hjá Føroya fólki.
Yvirskipað gav nýggja Stjórn
arskipanin føroyingum:
Rættin til at broyta rætt
arstøðu føroyinga og at skipa
Føroyar sum fullveldi.
Rættin til at siga upp allar
stjórnarrættarligar avtalur
og sáttmálar sum eru settar í
gildi fyri Føroyar og taka við
málsræðinum.
Rættin til gera nýggjar
stjórnarrættarligar sáttmálar
og avtalur við onnur lond.
Rættin hjá Føroya fólki
við fólkaatkvøðu at avgera
hvørja stjórnarrættarliga kós
vit velja.
Stjórnarskipanin var skipað í
formæli og 6 partar: Stýrislag,
rættindi og skyldur, fyrisiting,
dómsvald, stýrisskipan og
gildiskoma.
Millum annað tryggjaði
Stjórnarskipanin:
at rættindi føroyinga bara
kunnu avmarkast við lóg og
í samsvari við hesa stjórn
arskipan.
at Føroyar hava flagg, tjóð
sang og skjaldarmerki.
at føroyskt er tjóðarmál
og alment mál.
at rættindi kunnu knýtast
at heimarætti og bústaði.
at øll skulu virða hesa
skipan og tær lógir, skyldur
og rættindi, sum verða til í
samsvar við hana.
at øll eiga rætt til lív og
trygd.
at øll eru fræls og frí og
vard móti ágangi.
at øll eiga rætt at trúgva
og útinna sína trúgv.
at fólk fáa størri fólksliga
ávirkan á lógararbeiðið.
at landsstýri verður av
markað til 6 landsstýrisfólk.
at tingmaður, landsstýris
maður og formaður verður
broytt til tingkvinna/maður,
landsstýriskvinna/maður og
forkvinna/maður.
at løgmaður verður av
markaður í sínum rætti til at
skriva val út.
at nývalda tingið velur
samráðingarleiðara at skipa
nýtt landsstýrið.
Semjan var kjølfest í eini
breiðari politiskari semju,
sum undir viðgerðini hevur
verið nevnd “tann tjóðskap
arliga semjan” soleiðis, at allir
føroyingar, bæði stjálvstýris-
og sambandssinnað kunnu
taka undir við uppskotinum
og soleiðis fyri fyrstu fer
semjast um hvør rættarstøða
Føroya er.
Men so koma boðini frá
løgmanni: Høgni Hoydal og
løgmaður hava gjørt eina
avtalu um, at uppskotið
um nýggja stjórnarskipan
fyri Føroyar ikki skal aftur í
tingið – men súltast í nevnd
ini fyri síðan at detta burtur
á Ólavsøku.
Sig at tað ikki er satt - var
mín fyrsti tanki! Síðan ein
kensla av avmakt og skomm,
sum flutti seg yvir í vreiðu
við spurninginum um hvat
billar løgmaður og formaður
fyri Tjóðveldi sær inn?
Hvør av øðrum liva má
Ongin aftanfyri tjóðskapar
ligu semjuna var í iva um, at
hon vildi provokera donsku
myndugleikarnar.
Teirra fatan av rættindum
okkara í ríkisfelagsskapinum
kenna vit. Hinvegin hava
vit ongantíð kunna samst
um
okkara
egnu
fatan
av rættarstøðu okkara í
sama felagsskapi. Danskir
myndugleikar hava í tíð og
ótíð mint okkum á, at tað er
í Føroyum vit skulu finna út
av, hvør vit eru og hvar vit
vilja fara.
Tí kom tað helst illa við
hjá Lars Løkke Rasmusen,
forsætisráðharra, tá hann
frætti um breiðu politisku
semjuna aftanfyri nýggja
Stjórnarskipanina. Hann og
stjórn hansara vóru helst
ongantíð í iva um, at tey mest
sambandssinnaðu í Føroyum
vildu tryggja, at ongin semja
fekst um uppskotið og at tað
tí onki fór at koma burturúr
nevndararbeiðinum.
Hetta er bara ikki so líka
til longur – hetta heilt einfalt
tí, at vit føroyingar hava eina
aðra fatan av rættarstøðu
síni - sum fólk og tjóð - enn
danir hava. Hesa fatan hava
bæði sjálvstýris- og sam
bandssinnað, og hon er, at
hóast vit eru saman við Dan
mark, so liggur evsta vald hjá
Føroya fólki.
Tí er tað ein háðan móti
Føroya Fólki at løgmaður
Kaj Leo Holm Johannesen
saman við danska forsætis
ráðharranum Lars Løkke Ras
mussen, (sum halda uppskotið
vera eitt loysingarskjal) og við
hjálp frá Høgna Hoydal, (sum
heldur at uppskotið vera eitt
sambandsskjal), forða løgtingi
num at viðgera nýggju Stjórn
arskipanina og soleiðis forða
fyri at Føroya fólk á eini fólka
atkvøðu sleppur at taka støðu
til fyriliggjandi uppskot um
Stjórnarskipan Føroya.
Nýggja Stjórnarskipanin
var eitt gylt høvi at savna
føroyska fólki um eina felags
fatan av hvørji vit eru og
hvørji rættindi vit sum fólk
hava.
Stjórnarskipanin
var
eitt neyðugt amboð í eini
tjóðskaparligari tilgongd har
Føroya fólk tekur sær rættin
til at avgera rættarstøðu
Føroya, og harvið rættin til at
velja at halda fram í verandi
óbroyttum ríkisfelagsskapi,
rættin til at skipan ein nýggj
an felagsskap og rættin til at
lýsa Føroyar sum fullveldi.
Við eini felags fatan av
okkara
rættarstøðu
vildi
tilgongdin í eini tjóðskap
arligari menning ligið inn
anfyri givnar karmar, og
føroyskur politikkur kundi
í nógv størri mun snúð seg
um at viðgera tey mál, sum
liggja og bíða og sum eru ein
hóttan ímóti føroyski tjóðini
og hennara møguleikum fyri
sjálvbjargni. Men so skuldi
ikki vera og hví?
Bæði løgmaður og Høgni
Hoydal vita, at ein semja
um Stjórnarskipan Føroya
hevði minkað um ta polari
sering teir standa fyri í føroy
skum politikki og at ein
tjóðskaparsemja
sjálvsagt
hevði kostað teimum polit
iskt og kanska beinleiðis
verið ein hóttan móti teirra
tilverugrundarlagi.
Tí ræður um hjá teimum at
halda stríðið millum Føroyar
og Danmark við líka.
Tjóðskapur?
Tað var ongantíð ætlanin,
at Stjórnarskipanin skuldi
verða ein lóg um loysing.
Hon skuldi hinvegin geva
okkum rættin til at skipa
okkum
sambært
egnum
ynski – har ímillum eisini
velja loysingina.
Men fyri at loysa mugu vit
hava okkurt at loysa frá. So
leingi vit ikki eru ein statur,
verða
okkara
viðurskifti
m.a. regulerað av donsku
grundlógini,
heimastýris
lógini og heimildarlógini.
Men Tjóðveldi vildi ikki, at
hesar lógir skuldi nevnast,
og nevndin brúkti tí nógva
orku uppá at finna aðrar
orðingar.
Orðingar,
sum
góvu Stjórnarskipan Føroya
hægsta
rættarstøði,
men
sum samstundis tryggjaðu
rættartrygdin føroyinga í
verandi skipan.
Men hóast allir partar
royndu at toyggja seg móti
Tjóðveldinum, eydnaðist ikki
at fáa Tjóðveldi við í semj
una. Tann stóri meirilutin
í nevndini var sannførdur
um, at skuldi okkara stjórnar
skipan ikki hanga í leysum
lofti sum ein púra innantóm
proklamatión, so mátti hon
setast í ein samanhang.
Samstundis
sum
vit
ásettu, at alt vald er hjá Før
oya fólki og at vit hava rætt
til at skipa okkum sum ein
stat, so máttu vit eisini, so
ella so, viðurkenna verandi
skipan. Vit máttu viður
kenna, at grundlóg, heima
stýrislóg, heimildarlóg v.m.
hava virkni í Føroyum og
í nógv ár verið partur av
rættartrygd føroyinga. Men
her fekst Tjóðveldi ikki við,
tíverri.
Tjóðveldi má dagførast
Frá tí at eg kom á ting í 1984
havi eg ongantíð uppliva
løgtingsarbeiðið so tvinnað
inn í danskan politikk og
tað arbeiðið, sum fer fram á
Christiansborg.
Høgni Hoydal, fólka- og
løgtingslimur ger allarhelst
eitt stórt arbeiði á Fólkatingi,
og tað ger hann eisini á
løgtingi. Tó skerst ikki burtur,
at ongin kann verða fleiri
staðni í senn – heldur ikki
Høgni Hoydal. Og tí verða
fundir og nevndarfundir í
tinginum ofta avtalaðir eftir,
um Høgni er á Christiansborg
ella ikki.
Tjóðveldi arbeiðir í dag
ógvuliga innballað í danskan
politikk.
Flokkurin
fær
stóran fíggjarligan stuðul
til
sítt
politiska
arbeiði
frá dønum, og hevur ein
formann, sum telist millum
teir heilt fáu føroyingarnar,
sum hava svorið donsku
grundlógini trúskap. Men
kortini kundi Tjóðveldi ikki
kann góðtaka eina orðing
í
Stjórnarskipanini,
sum
rúmar hendan veruleika.
Tað sigur mær, at her er
okkurt heilt galið, og okkara
tjóðskaprpolitikkur
er
á
vandakós.
Tjóðveldi má taka ábyrgd
av, at vit mistu Stjórnar
skipan Føroyar á stokkinum
– ein avgerð, sum á ongan
hátt kann forsvarast. Ein av
gerð, sum eigur at fáa Tjóð
veldi at endurskoða sína
politisku tilveru. Við virðing
fyri fólkatkvøðuni í 1946 eiga
vit at viðurkenna, at 1946 ikki
kann brúkast til umbering
fyri, at vit ikki kunnu finna
nýggjar tjóðskaparligar semj
ur – semjur, sum taka støði í
samtíðini og tí veruleika, vit
liva í.
“Alt ella onki” politikkurin
hjá Tjóðveldi vil framyvir
halda flokkin uttanfyri ávirk
an og vil beinleiðis forða fyri
at vit koma longur – ser
liga í tjóðskaparligu menn
ingini. Tjóðveldi kendi ikki
sína vitjunartíð í Stjórnar
skipanarmálinum og tí mistu
vit alt fyri onki.
Vit rukku ikki
á mál og tó
Hvussu er og ikki, so hevur
arbeiðið at gera eina Stjórn
arskipan Føroya ikki verið
burturspilt.
Vit hava endavent øllum
grundleggjandi málum og ser
liga tann tjóðskaparliga part
in av føroyskum politikki.
Vit hava staðfest, at
politiska skipanin í
Føroyum er samd um:
at Føroyar eru land, før
oyingar eru tjóð og alt vald í
landinum er hjá Føroya fólki.
at vit hava rættin til at siga
upp allar stjórnarrættarligar
avtalur og sáttmálar sum eru
settar í gildi fyri Føroyar og
taka við málsræðinum.
at vit hava rættin til gera
nýggjar stjórnarrættarligar
sáttmálar og avtalur við
onnur lond.
Við støði í hesum, kann før
oyskur politikkur framyvir
leggja sítt arbeiðið til rættis.
Uppgávan, sum nú liggur á
er, at fáa føroyska búskapin
á føtur og gera hann so
sterkan, at vit kunnu brúka
tað frælsi og tey rættindi ið
vit eru samd um, at vit sum
fólk og sum tjóð hava.
Poul Michelsen
Løgtingsmaður, Framsókn
Syrgilig er henda søga...
Syndarliga lagnan hjá Stjórnarskipan Føroya vísir, at okkara tjóðskaparpolitikkur er á vandakós