mánadagur 18. juli 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 18. juli 2011 · Nr. 82
Sosialurin
Maud Wang Hansen
forkvinna í Føroya Pedagogfelag
Tað er sera kostnaðarmikið
at seta búgv, at keypa ella
byggja hús. Um ein býr á
bygd, langt burtur frá mið
staðarøkinum, so er kostn
aðurin fyri eini hús eisini
høgur. Býr ein langt frá
sínum arbeiðsplássi, má ein
bilur í húsið ella hjá summ
um kanska tveir. Tað er ikki
neyðugt í Tórshavn, her
koyra bussarnir ókeypis.
Eg kenni ikki til húsa
prísir kring landið, men eg
síggi í lýsingunum, at einki
hús verður goldið við einari
vanligari løn aleina.
Húsið er so eitt – alt ann
að kostar nógv, og vit hava
í Føroyum staðfest í einari
kanning, at vit hava dýrasta
kostnaðarstøði í heiminum.
Hetta er sera tungt hjá
øllum familjum og serliga
tungt hjá barnafamiljum at
klára. Hjá flestu familjum
røkkur lønin ikki til, og
ein má tamba og toga fyri
at fáa endarnar at røkka
saman. Hjá mongum gongur
tað bert við vælvild frá
bankunum.
Í nógvum familjum er
avleiðingin, at foreldrini
arbeiða meira fyri at fáa
alt at hanga saman. Fyri
at foreldrini kunnu verða
til arbeiðis, er neyðugt við
einum góðum barnagarði,
har børnini fáa møguleika
fyri, saman við øðrum børn
um, at vaksa upp í einum
gevandi og mennandi um
hvørvi, burtur frá familj
uni. Hetta hevur eisini sín
kostnað, og tað er eingin ivi
um, at fólk fegin gjalda tað,
tað kostar børnunum at
ganga í barnagarð.
Vit lesa nú, at barnagarð
urin á Sandi letur upp kl.
6.15 fyri at taka atlit til tey
foreldur, sum skulu ferðast
langa leið fyri at røkja sítt
borgarliga starv. Tað er gott,
at kommuna tekur tílík
atlit til barnafamiljurnar
á oynni, tí annars er vandi
fyri, at tær flyta aðrastaðni
at búgva. Tá so skal verða,
er tað eisini gott, at tað eru
námsfrøðingar, sum eru um
børnini so tíðliga á morgni.
Føroyska samfelagið er
nógv broytt seinastu árini,
og familjan hevur ein annan
leiklut í dag, sæð í mun til
fyri bert 20 árum síðani.
Ommurnar
og
abbarnir
arbeiða eisini, tí tey hava sítt
at gjalda. Eg vil her skoyta
uppí, at tað at hava eitt
arbeiði at fara til hvønn dag
ikki bara er ein spurningur
um pengar, men ein spurn
ingur um samleika. Tað er
eisini ein spurningur um at
gera nyttu og at gera mun
í samfelagnum saman við
øðrum.
Aftur til longdu upplat
ingartíðina í barnagarðinum.
Tað hevur sín kostnað fyri
barnafamiljurnar at lata síni
børn í hendurnar á øðrum
so stóran part av degnum.
Kanska er tað eitt sindur
idylliserað, tá eg hugsi um
morgnarnar, har børnini
sita í náttklæðum og eta
morgunmat, meðan mat
pakkarnir verða smurdir og
øll meira ella minni skunda
sær at sleppa av húsinum
innan ávísa klokkutíð. Men
tey eru har, familjan, saman
um hetta ritualið hvønn
morgun ár út og ár inn. Tað
er ein partur av tí at vera
familja.
Ein stórur partur av tí
at verða familja er nú flutt
ur í barnagarðin, og tað
hevur verið neyðugt, fyri at
hvør kann geva sítt til sam
felagsmenningina og væl
ferðarsamfelagið. Tó hugsi
eg, at nú er tíðin komin til
at steðga á eina løtu. Og eg
hugsi ikki, at kvinnurnar ikki
skulu arbeiða ella skulu fara
niður í tíð. Eg hugsi heldur
ikki, at menninir skulu fara
á skúla heldur enn arbeiða
í sjóvinnuni. Eg hugsi ikki,
at ommur skulu gevast at
arbeiða fyrr. Eg hugsi, at væl
ferðarsamfelagið Føroyar er
við at týna síni egnu børn.
Hetta skal skiljast á
tann hátt, at meðan børnini
eru smá og hava tørv á
at verða undir umsjón av
vaksnum fólki, eru tey árini,
har foreldrini eru mest
upphongd av at forvinna
pening til lívsins uppihald.
Fleiri hava enntá fleiri størv
fyri at klára sítt. Hetta er
tíðin, har familjurnar hava
størstan tørv á at vera sam
an og at hava vaknar tímar
saman, at hava upplivingar
saman.
Vit koma at síggja børn,
sum mugu verða í barna
garði í upp til 10 tímar um
dagin ella meira. Tað setur
stór krøv til bæði børnini,
námsfrøðingarnar og til
familjurnar. Tað er ábyrgd
politikkarans
at
skapa
møguleikar hjá baranfamilj
unum at velja nakað annað.
Hetta kann gerast við at
skapa
sosialar
skipanir,
sum taka atlit til familjuna
sum heild frá vøggu til grøv.
Familjurnar
skulu
nokk
gjalda sjálvar, tað gera tær
frammanundan. Tað kann
eisini gerast við at skipa
arbeiðsmarknaðin á annan
hátt. Longt barsilsfarloyvi
og familjufarloyvi. Tað eru
óivað nógvar góðar loysnir
at finna. Familjurnar hava
í løtuni bara einki í at velja,
annað enn at renna eftir
hvørjari krónu og gjalda
landinum
aftur
2/3
av
henni og restina til ovur
honds dýru vørurnar í
handlunum.
Mítt boð er tí, at føroy
skur
familjupolitikkur
framyvir tekur atlit til
barnafamiljurnar, soleiðis
at teimum er eitt familjulív
lagað.
Hvør hugsar um
familjurnar?
Vit kenna alt ov væl týdningin av at hava eitt lønandi
starv. Í flestu familjum er tað enntá neyðugt at hava
tvey lønandi størv fyri at kunna gjalda hvørjum sítt
Seinast sóu vit, hvussu fólk í
hópatali løgdust til samkom
una. Tað stendur um hesi, at
tey hildu trúliga fast við læru
ápostlana, við samfelagið,
við breyðbrótingina og við
bønirnar. Hetta eru teir
fýra grundstólpar samkom
unar: “Læran”, “at savnast”
( til uppbygging og at verða
undirvíst), “breyðbrótingin”
og “bønirnar”.
Læran: Tað sigur seg sjálvt,
at hetta er umráðandi at halda
fast við. Í henni hava vit fingið
kósina, vit skulu halda. Tað er
so umráðandi at kósin verður
hildin neyvt, tað kenna sjó
menn serliga væl til. Um tú
heldur bara eina grad við síð
una av tí, tú hevur fingið upp
givið, so hendir einki beinan
veg, men sum frálíður kemur
fram, at tú ert farin av leið, og
longri tú heldur hesa skeivu
kós, verri verður. Tí er tað so
umráðandi í tí andaliga, at vit
fylgja orðinum heilt neyvt.
Gud segði við Móses: Síggj til
at tú gert alt eftir myndini, ið
víst tær var á fjallinum.
Samfelagið: Hetta er lívs
neyðugt. Fyri at verða lærd
mugu børn Guds koma saman.
Hvør umráðandi er tað ikki í tí,
sum hesum heimi hoyrir til, at
vit ganga í skúla. Soleiðis eisini
í tí andaliga. Àpostulin Paulus
leggur stóra vekt á hetta. Hann
hevði eina stóra umsorgan fyri
samkomunum og legði stóran
dent á uppbygging, les 14. Kap.
í 1. Korintbr. T.d..
Breyðbrótingin: Hetta var
eitt tað seinasta, sum Jesus
álegði sínum at gera, áðrenn
hann fór at líða og doyggja
fyri okkum.
Bønirnar: Øll skriftin sig
ur okkum um týdningin av
bøn. Tíverri er tað kanska
tað møtið, sum er ringast at
fáa fólk at koma til. Tað vísir
okkum á, at standurin ikki er
góður millum okkara.
Kap. 2 endar við hesum
orðum:
tey lovaðu Gudi og vóru
nógv umhildin av øllum fólki
num. Og Harrin legði dagliga
aftrat teimum nøkur, sum lótu
seg frelsa.
Kann
hatta
sigast
um
okkum í dag?
Framhald
Richard Danielsen
Hugleiðingar úr Ápostlasøguni
Vit lata okkum í hann
til serlig høvi, sum til
brúdleyp, til veitslur, á
ólavsøku. Ung fáa sær føroy
sk klæði aftaná loknað
próvtøku. Tað er festligt og
hábærsligt. Einki er vakrari
enn at síggja ungdóm í tjóð
búna okkara.
Føroyski
búnin
er
livandi.
Tey
einstøku
føroysku
klæðini
eru
serstøk. Ofta er ættarsøgan
hjá tí einstaka goymd í
klæðunum. Klæðini verða
skapað við litum, mynstr
um og smúkkum innan
fyri ávís mørk. Men hvar
gongur markið?
Í seinastuni hava eg sæð
óteljandi mátar at broyta
búnan uppá. Summi brúka
partar av búnanum saman
við
vanligum
klæðum,
brúka yvirpartin saman
við cowboybuksum, taka
burtur brystið og turri
klæðið. Á einari fram
sýning herfyri sá eg tveir
kvinnubúnar í skríggj
andi litum, ljósareyðum
og
orange.
Í
seinasta
blaði ”Kvinna” var ein
heilsíðumynd av vakrari
kvinnu í búna, sum verður
umtalaður sum føroysk
klæði. ”Gloym ikki tey
føroysku klæðini í summar
mótanum”. Eru tað føroy
sk klæðir hon er í? Eftir
mínum tykki nei. Hon er
als ikki liðug at lata seg i.
Og føroysku klæðini eru
ikki eitt mótaplagg.
Búnin er tignarligur og
er eitt tjóðarmerki, kenslu
borin eins og Merkið og
tjóðsangurin. Hugsað tær
um onkur setti aðrar litir á
flaggið og vant tað í húnar
hátt?
Í øðrum londum hava
tey ”nationaldraktir”, sum
tey lívga um og verja við
strangum
reglum
um,
hvussu tann ávísi búnin skal
síggja út, og er ikki loyvt at
gera nakrar broytingar.
Kanska
vit
áttu
at
roynt at fjálga um arvalut
okkara, eitt nú sum tá Jóan
Jakku skómakarin gjørdi
sær tann ómak at pilka
spennini av skónum hann
innførdi, fyri at føroyingar
skuldu sleppa at ganga í
silvurspennum sum prýði.
Men hvat er til ráða at
taka? Seta eina nevnd at
arbeiða við málinum og
finna eina loysn? Kanska.
At seta eitt ráð, sum avger,
hvussu
føroyski
búnin
skal síggja út? Nei, so eri
eg bangin fyri at hann
stirnar og doyr. Upprætta
ein facebook-bólk, eitt tjak-
torg, sum hevur tjóðbúnan
sum evni?
Eg eri bangin fyri at um
einki verður gjørt fyri at
fjálga um okkara tjóðbúna,
fer hann at detta burtur
ella í besta føri at enda sum
ein karnivalsdrakt.
Bergljót Hátún Madsen
Føroysk klæðir,
hvat er tað?
Øll vita, at vit eiga ein tjóðbúna, sum
er eyðkendur. Hann er vakur, hann er
stásiligur, og vit eru góð við hann