Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juli 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. juli 2011 · Nr. 82 12 Sosialurin SANDOY: Nú roknskapirnir fyri 2010 eru alment kunngjørdir og hugt verður eftir fiskivinnuni sæst, at tungt er at reka flakavirkir. Tað sanna tey eisini á Sandoynni. Sambært Sandoyarportalinum sæst í rokn­ skapinum hjá P/F Sandoy Seafood í Skopun, at bruttovinningurin í fjør var 15,6 mió krónur, útgoldn­ ar vóru 13,2 mió í lønum, og úrslitið eftir skatt var bert eitt avlop uppá 100.000 krónur. Í mun til 2009 var hetta ein bati, tí tá var hallið 100.000 krónur. Eginpeningurin hjá Sandoy Seafood er 3,2 mió krónur og skuldin 21 mió krónur. snorri@sosialurin.fo Rullar um nullið Ferð aftur á Blákrossheimið NES: Blái Krossur fer nú at seta ferð á ætlanina at byggja tað nýggja heimið á Agninum á Nesi, har rúsviðgerðin í framtíðini skal halda til. Tað eru longu fleiri ár síðani at felagsskapurin fekk grundøki frá Nes kommunu til hetta viðgerðarheimið. Men ymsar forðingar hava gjørt sítt til, at byggingin ikki er byrjað enn. Sambært málgagninum hjá Heimamissiónini, Trúboðin skapar tann nýggja mvg-lógin møguleikar fyri afturrindan av hesum, og tí er Blái Krossur nú farin at hyggja aftur eftir tekningum og kostnaðarmetingini. Talan er um ein 800 fermetrar stóran bygning í einari hædd við 12 búrúmum, og sum er mettur at kosta 10 mió krónur. Sum skilst er ætlanin at fara undir byggingina um eitt ár. snorri@sosialurin.fo SANDUR: Leygardagin 13. august skipa Sands Kommuna og ungmannafelagið Virkið fyri hugna­ ligum trivnaðardegi á Sandi. Á skránni verða nógv ymisk tiltøk, millum annað skjótikapping við Sands Skjótifelag, barna- og ungdómsróður við Sands Róðrarfelagi, har børn og ung sleppa at royna, hvussu tað er at rógva, fiskikapping fyri børn úti í Støð, grilling, hoppiborg og túnadansur við Hans Jacob og vinmonnum. - Vit leggja dent á, at hetta er ein trivnaðardagur, ein familjunar dagur, og tí verða tey allarflestu tiltøkini henda dagin ókeypis, siga Sands kommuna og ungmannafelagið Virkið í innbjóðing síni. snorri@sosialurin.fo Trivnaðardagur fyri alla familjuna Fyrr í mánaðinum vórðu enn eini hús reist á hes­um staðið. Og sam­bært heima­síðuni hjá sanda­vágs­manni­num, Jóanis Nielsen er talan um húsini hjá Rana á Lofti. Hetta eru tó ikki einastu sethúsini, sum eru í gerð í nýggja býlinginum í Sørpum. Í løtuni verða fýra onnur hús bygd her. – So nýggi býlingurin veks­ ur skjótt, staðfestir heima­ síðan. snorri@sosialurin.fo Í fyrstu syftu er ætlanin at leiga Hoyvíks­høllina hetta vikuskifti í august mánaði. Ætlanin er nevniliga at hava eitt stórt Alive-tiltak í høllini fríggjakvøldið. Leygarmorgunin verður “English breakfast” fyri all­ari sam­komuni, seinna­ part­in eitt barna­tiltak, og um kvøldið verður eitt gallatiltak. Sunnudagin seinna­part verður sjálvt føðingar­dags­haldið við einum stórum tiltaki í Hoyvíkshøllini. Nærri verður at frætta um hátíðar­ haldið seinni. snorri@sosialurin.fo 4 hús í gerð 10 ár við Lívdini  Ein partur av virkseminum í samkomuni Lívdini er sangur og tónleikur. Soleiðis fer uttan iva eisini at verða í næsta mánaði, tá samkoman heldur 10 ára dag sín Mynd: livdin.fo Fríggjadagin 26. august fyllir samkoman Lívdin 10 ár. Í hesum sambandi er ætlanin at gera eitt sindur burtur úr Lítil ivi er um, at útstykkingin hjá Vága kommunu í Sanda­vági er væl umtókt millum manna SANGUR Nógv hús eru bygd í Sørpum og fleiri eru í gerð Mynd: joanisnielsen.fo GONGUR SKJÓTT