mánadagur 18. juli 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juli 2011 · Nr. 82
14
Sosialurin
Rólant Waag Dam
G! Festivalurin er so nógv annað,
enn bara tónleikurin. Tað er gott, tí
var tónleikurin einasti mátistokk
urin, so var dómurin yvir ársins
festival í Gøtu harður.
Men fyriskipararnir handan
festivalin hava við drúgvu roynd
unum skapt ein lítlan heim, sum
føroyingar – og eftir hondini eisini
útlendingar - í túsundatali vitja
árliga.
Ein heimur merktur av góðum
tónleiki, festligum fólki, skeiv
um samleikum, øðrvísi tilboðum,
vitleysum undirhaldi og ógloym
andi upplivingum. Hetta hevur
tikið ár at upparbeitt og vit eiga
øll at taka hattin av fyri ótrúliga
arbeiðinum, sum er lagt í hetta.
Tað minni góða
Mongu og góðu upplivingarnar
hava eisini við sær, at fólk eru farin
at seta krøv til festivalin og fyri
skipararnar. Tað er ikki nóg mikið
at fáa Travis til Føroya og so vóna
at veðrið verður gott. Veðrinum fáa
vit nevniliga ikki stýrt, men tað ber
til at stýra so nógvum øðrum.
Millum annað, hvussu nógv orka
– bæði fysisk og fíggjarlig – skal
brúkast upp á ljóð. Her var rætt og
slætt ikki invistera nóg mikið, og
tað gekk út yvir fleiri framførslur
– tíverri.
Somuleiðis ber til at stýra skrán
ni, hvør spælir og nær tey spæla.
Eitt nú var tað ein sera løgin upp
living at síggja Hellzapoppin, sum
hevði besta tíðspunktið á palli á
festivalinum, ein tíma eftir midnátt
leygarkvøldið. Løgið, sum mynd
irnar í hesum lítla blað vísa, og
eisini tí, at tað var ógvuliga trupult
at síggja tað, sum fór fram, um tú
ikki stóðst heilt frammi við pallin
– og tað ber sjálvsagt ikki til, at øll
gera tað. Tað er undrunarvert, at
besta tíðspunktið á festivalinum
G! hevur
verið betri
Tónleikurin hevur verið betri áður og tað sama hava kringumstøðurnar. Festivalurin var tó í mangar
mátar væl fyriskipaður, og fyriskipararnir eiga rós fyri hetta og mongu festligu tilboðini
varð avlagt til hesa framførsluna.
Eisini er tað at undrast yvir, at
SIC – eins og fyri tveimum árum
síðani – skuldi opna stóra pallin.
Tónlistarliga kanst tú ikki seta
spurnartekin við dygdirnar hjá
bólkinum, men genran, bólkurin
spælir, dregur ikki nógv fólk til kon
sertirnar – besta prógvið um tað
var konsertin hjá Meshuggah, sum
eitt av høvuðsnøvnunum ikki dróg
meiri enn nakrar 100 áskoðarar. Tað
krevur bæði gott ljóð og nógv fólk,
um pallurin á sandinum skal opn
ast við einum braki, men bæði fólk
og ljóð manglaðu til fyrstu fram
førsluna.
Heldur ikki Movits megnaði at
fáa sandin at dansa, so um ljóðið
ikki verður betri enn tað sama
næsta ár, skulu fyriskipararnir til
at umhugsa, hvat tað er teir vilja
við stóra pallinum hóskvøldið á
festivalinum.
Tað góða
G! Festivalurin hevur øll árini ver
ið garantur fyri góðum tónleika
upplivingum, og hóast ljóðið sveik
og skráin hevur verið betri okkurt
annað ár, vóru fleiri einastandandi
tónleika upplivingar.
Sum so ofta áður borðreiddi G!
við forkunnugum føroyskum nøvn
um. Benjamin var ein einastand
andi uppliving, hvørs fløguútgávu
vit eiga at gleða okkum til. Tað sama
er galdandi fyri Swangah Dangah,
sum saman við Benjamin stóð fyri
einum av bestu framførslunum á
ársins festivali.
Finska saunan var aftur ein
succés, og nýggju pottarnir vóru
full-ir av fólki allan festivalin. Eitt
festligt tiltak, sum ung og eldri
høvdu stóra gleði av.
Somuleiðis hava mattilboðini
valla verið frægari. Góð suppa og
stór pitsastykkir fyri hampiligar
prísir, umframt thaimat, pilsur og
fínan mat frá Áarstovu. Hattin av
fyri hesum og fyri fyriskiparunum,
sum aftur í ár góvu Føroyum og før
oyingum nakað av tí, vit hava brúk
fyri. Góðan tónleik, nýggjan tónleik
og skeivur upplivingar.
rolant@sosialurin.fo
Benjamin var ein einastandandi
uppliving, hvørs fløguútgávu
vit eiga at gleða okkum til
Mynd: Jens Kristian Vang