mánadagur 18. juli 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 18. juli 2011 · Nr. 82
Sosialurin
Sissal Kampmann
Fríggjakvøldið á G! stóðu himmal
sins slúsur víðopnar, men tíbetur
var so at siga ongin vindur, og tað
gjørdi altso mun, bæði so og so. Eins
og í fjør, sóust fólk, ung sum eldri,
vála oman og niðan eftir gøtunum
við vátum hári og í regnklæðum í
alskyns litum, men tey vóru flest øll
í góðum lag og í røttum festivalhýri.
Váta veðrið og/ella tey vátu
klæðini var heldur ikki nóg mikið
til at halda fólkinum burtur frá
stóra pallinum, hóast sandurin
kapituleraði og minkaði við nógv
um procentum. Nei, heldur umvent
týsti fólk oman á sandin, beint fyri
kl. 22.00, og kroystu seg framat
pallinum, tí tá skuldi heimskendi
bólkurin, Travis, sum hevur uppru
na í kenda skotska tónleika býnum
Glasgow spæla, - og hetta var ein
bólkur tey flestu skuldu hoyra, við
ella uttan regni.
Tá Jón Tyril í junimánaði avdúk
aði, at Travis var høvuðsnavnið á
G! í ár segði hann, at hann metti,
at bólkurin helst var eitt av stórstu
nøvnunum nakrantíð í søguni hjá
G!, og tey flestu kenna helst eisini
bólkin, - um ikki annað løgini “Sing”
og “Why does it always rain on
me”, sum sangarin í bólkinum, Fran
Healey hevur skrivað.
Onnur, harafturímóti, eru so
stórir fjepparar, at tey bert fóru á
G! fyri at hoyra bólkin, hvørs fyrsta
útgáva kom í 1997 undir heitinum
“Good Feeling”. Síðani eru komnar
seks aðrar útgávur frá bólkinum,
sum millum annað tvær reisur, í
2000 og í 2001, hevur vunnið Brit
Awards sum besti bretski bólkur
Og áskoðararnir fingu sanniliga
eisini tað, tey vóru komin eftir. Í
góðan hálvan annan tíma spældu
Travis teirra væl kendu løg sum
“Closer”, “Driftwood”, “Sing”, “Flo
wers in the window” og “My eyes”
og øll vóru eydnusom og glað. Ljóð
ið var fínasta slag, og bólkurin var
ótrúliga væl samanpældur og ikki
minst dámligur í allar mátar. Sett
listin var perfekt samansettur
til eina slíka konsert, og skotanir
megnaðu uttan trupulleikar at
fáa fólkið við, hóast umstøðurnar,
sum veruliga vóru hart ímóti ein
hvørjum uttandura aktiviteti. Ikki
minst megnaðu teir at byggja ein
stemning upp og halda hann koyr
andi gjøgnum alla framførsluna.
Alt samalt uttan nakað tvætl og
óneyðugt fjas.
Framførslan hjá Travis var erlig
og beint framm, hóast foreldra leik
luturin og stoltleikin og gleðin av
at eiga børn, av og á hevði lyndi til
at taka yvirhond hjá sangaranum.
Millum annað bað hann áhoyr
ararnar um at skriva ein sms til
foreldrini, har tað stóð “I love you!”
Men okey, eitt sindur av senti
mentaliteti skal væl til her í óndu
verð.
Sum eitt serstakliga passandi
eykalag spældi Travis teirra kend
asta lag, “Why does it always rain
on me”, sum uttan iva er skrivað
til júst hesa náttina á Gøtusandi.
Helst hava tað eisini verið fáir av
áhoyrarunum, sum ikki kendi seg
aftur í tekstinum. Tí í sterka ljósi
num frá pallinum sást regnið síla
niður á allar regnjakkarnar, sum
lýstu í øllum ælabogans litum á
sandinum, meðan mannamongdin
flutti seg aftur og framm eins og
havið, sum skolaði upp á sandin og
næstan, men bara næstan, inn yvir
allar gummistivlarnar. Men, eg
rokni við, at júst í løtuni gjørdi tað
hvørki til ella frá at tað regnaði av
grimd og so beint á hvønn einstak
an av okkum.
post@sosialurin.fo
Tað ger onki, at tað
altíð regnar á meg