Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juli 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. juli 2011 · Nr. 82 16 Sosialurin Oddur á Lakjuni Konsertin var nakað heilt serligt. Øll merktu tað. Festivalgestirnir tyktust heldur iva­samir um støðuna, aftaná at ein gravkúgv av øllum alvi hevði skump­að sand í eini miseydnaðari roynd at fáa sjógvin burtur fram­ m­an­fyri pallin. Aftaná stríðið komu so endiliga The Blind Boys of Alabama á pall, hálvan tíma seink­ að­ir. Tríggir blindir eldri mans, og fýra tónleikarar við teimum. Teir settu seg á stólar og løgdu varliga fyri við gospeltónleiki sum vit ken­na hann. Tað var at byrja við sum um at hetta var bara enn eini kon­sert, sum allar aðrar. Men sum fram­førsl­an leið, skiltist at hetta var nakað meir. Og fólk vórðu rivin við, kanska meira enn ein føroysk áhoyr­ara­fjøld áður hevur verið. Teir hava framført fyri bæði Dr. Mart­in Luther King og fyri Barack Oba­ma. Og nú vóru teir í Syðrugøtu. - Vit hava verið næstan alla­stað­ ni, men vit hava ongantíð verið her, segði forsangarin Jimmy Carter, sum var við at stovnað bólkin á ein­um heimi fyri fyri littar blindar dreing­ir í 1939. Hann lat heldur ong­ an iva vera um, at teir í dag hava sama boðskap sum tá. - Vit eru ein gospelbólkur, og um tú leitar eftir nökrum øðrum, so ert tú komin á skeivt stað, segði hann. Og gospel var tað; so sum vit ongan­tíð hava hoyrt tað áður. Tað var ektað svart gospel, á so høgum støði sum tað fæst. Tónleikararnir spældu framúr væl og við einum øgi­lig­um yvirskotið. Fyrst og frem­ st var tað tó ovfarakætið og gleðin, sum lýsti av teimum trimum, sum smitt­aði til fjøldina. Carter var eyð­vit­að ikki vorðin troyttur av at syng­ja í sama bólki í 72 ár - í meira lív­ligu sangunum var hann mest sum ein smádrongur, sum ikki fæst at sita niðri. Aftaná at hava sungið Amazing Grace til lagið hjá The House of the Rising Sun komu teir til seinasta sang­in, Look Where He Brought Me From. Har, sum sangurin van­ liga hevði endað, helt lívliga gospel­ rút­man fram. Teir tríggir vórðu nú so spentir, at yngru tónleikararnir aftan­fyri tyktust at óttast fyri at teir gomlu skuldu overvað seg. Við eitt fór Carter oman á sandin og reikaði syngjandi, rópandi og dans­an­di ímillum áhoyrararnar, með­an hjálparfólkini av øllum alvi stríddust at ansa eftir honum. Áhoyr­ara­fjøldin var rivin við, og tyrptust rundan um hann alla­stað­ ni hann fór. Føroyingar sungu, flen­ tu - og grótu. Komin aftur á pall, settist Carter at presenterað tónleikararnar með­ an sami sangur enn koyrdi. At enda var­aði hesin seinasti sangurin 25 minut­t­ir - og øll ynsktu at hann skul­di halda fram. Look Where He Brought Me From við The Blind Boys of Ala­b­ a­m­a var besta løtan á G! 2011. Vit vitstu øll aftaná at vit høvdu upp­ liv­að nakað serligt. Jimmy Cart­ er segði at hann vónaði at verða bjóðaður aftur til Føroya at fram­ føra onkuntíð. Vit vóna júst tað sama. Hetta er nakað sum øll, ikki eina­ns gestir á G! Festivalinum, mu­ gu sleppa at upplivað. The Blind Boys of Alabama Tað var ektað svart gospel, á so høgum støði sum tað fæst