Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juli 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 18. juli 2011 · Nr. 82 Sosialurin Oddur á Lakjuni Leygarnáttina kl. 00:40 kom amerikanski sirkusbólkurin Helza­ popp­in á pall á Spæliplássinum. Hetta er besta tíðspunkt sum er at spæla á festivali, og tí var spæli­ pláss­ið á tremur, hóast eingin ordi­ liga vitsti, hvat fór at henda. Fá mun­d­u havt væntað eitt sovorðið und­ar­l­igt bland av sjálvpíning og ó­ráð­tøkni. Helzapoppin leggja stóran dent á at kalla seg eitt sideshow; altso. at tey framføra ikki gandakynstur, har gyklað verður fyri fólki. Tað, tú sært, er júst tað, sum hendir. Æt­ laða styrkin í showinum eru teirra egin­leikar at gera tílíkt, sum vanlig fólk ikki megna - ella kanska enn meir: at gera tílíkt, sum vanlig ikki høvdu kunna funnið uppá at gjørt. Meira enn helvtin av tíðini fór við Zamora the Torture King - so­kall­aða torturkonginum. Hann kom á pall við jøvn­um millum­bil­ um, og hevði hvørja ferð hættsligari og hættis­ligari má­t­ar at fara illa við sær sjálvum. Frá at eta eldlogar, fór hann til at tyggja eina knústa ljós­peru. Hann legði seg seinni á knúst glas, og fekk ein festivalgest at hoppa uppi á sær. Áskoðararnir vóru satt at siga deildir ímillum eitt ynski um at fáa mannin at gev­ast, og forvitni um, hvat í allari víðu verð fór at henda næst. Til endans kom hann á pall við einari rúgvu av jarnpinnum, sum hann trýsti ígjøgnum armarnar, og ein ígjøg­num undirmunnin. Hetta var drig­ið út í eina óendaligheit, og tað var meira enn nakað annað ein sann­ur lætti, táið hann endiliga gavst. Drongurin aftanfyri meg gav ljóð til kensluna hjá flestu áhoyra­r­un­um, táið hann rópti “nei, hetta er ólekk­urt!” Harafturat undirhelt verturin við at trýsta majskorn upp í nøsina, og fáa tey útaftur ígjøgnum eyguni. Og ikki at gloyma við at trýsta eitt skrúvu­blað langt upp í nøsina. Nokk mest atkomiliga undir­ hald­ið hendan tíman var ein før­ur maður úr Budapest, sum b a l a n s e r a ð i alt frá einum s a m a n ­r u k k ­ a ð ­u m pengaseðla til ein bakar­ovn á andlitinum. Stuttligast var tá­ið hann bjóðaði einum smádrongi upp á pallin og bað hann seta seg á ein stól. Hann lyfti so bæði stól og drong upp um høvd og javnvigaði hann á andlitinum. Í stóran mun var tað torført at gera av innan í sær sjálvum, um fram­førsl­ur­nar vóru flottar, stutt­ lig­ar ella bara ótespiligar. Óvanligar vóru tær í hvussu er. Kvinnan í kallar seg Maegan Machine vendi rygg til, og verturin tveitti dartpílar eftir henni, so at teir stóðu fastir í baki­num. Og fólk klappaðu. Ein lítil maður kom á pall, og at síggja til var hansara einasta uppgáva at standa har og vísa, at hann hevði nógv hár um alt høvdið. Og fólk klapp­aðu. Hetta var langt frá tað besta, sum var á G!, men fólk flest tyktust at vera undirhildin - nokk mest av øllum tí at tað var so ótrúliga marg­háttligt, tað heila. Sigast má so eisini at hetta var besta tíðin at fram­føra. Klokkan 1:00 leygarkvøld er fjøldin á Spæliplássinum altíð tendr­að og við uppá tað, líkamikið hvat hendir á pallinum. Hetta sóðu vit til dømis betri enn nakrantíð táið Johnny Reimar framførdi júst hetta tíðspunktið fyrraárið. post@sosialurin.fo Nei, hetta er ólekkurt! Í stóran mun var tað torført at gera av innan í sær sjálvum, um framførslurnar vóru flottar, stuttligar ella bara ótespiligar. Óvanligar vóru tær í hvussu er Myndir: Jens Kristian Vang