mánadagur 18. juli 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juli 2011 · Nr. 82
20
Sosialurin
Rólant Waag Dam
Aftur hesaferð var útselt til tjald
plássið fleiri ferðir. So ofta var út
selt, at til endans vóru bara 150
pláss eftir boðaðu fyrireikararnir
frá. Lat meg vera púra erligan og
siga, at hesin sølutaktikkur virkar
pent eitt sindur kiksaður. Eisini í
fjør var útselt meiri enn einaferð,
áðrenn fyrireikararnir brádliga
gandaðu nøkur 100 tjaldingarpass
fram aftur. Í so máta var tað einki
nýtt í tí. Tað nýggja var hinvegin
sjálvt tjaldplássið.
Fyri fyrstu ferð síðani G! byrjaði
at hýsa tjaldandi gestum, var tjald
plássið ikki millum kirkjuna og
skúlan í Gøtugjógv, men omanfyri
bygdina Syðrugøtu. Sambært fyri
reikarunum vóru almennu orsøk
irnar til at flyta plássið eitt nú, at
gamla tjaldingarøkið var minkað
nógv orsaka av útbyggingini av
skúlanum. Tí segðist eisini vera
komin til at royna okkurt nýtt, og
so skuldu fyrimunirnir við nýggja
økinum vera fleiri.
Við tjaldplássinum í Syðrugøtu
varð alt festivaltiltakið savnað í
einari bygd. Ferðslutrygdin øktist,
sjálvt tjaldplássið var størri og enn
tá slættari enn tað við Gøtugjógv,
vildi tónleikastjórin hjá G!, Jón
Tyril, vera við.
Helst er hald í fyrstu uppáhald
unum hjá fyrireikarunum, men tað
hava so verið einastu fyrimunirnir
við nýggja økinum. Slættari er tað
ikki. Tað er avgjørt heldur ikki høg
ligari at koma til. Hentleikarnir,
sum tjaldplássið við Gøtugjógv
hevði í skúlanum, fingu tjaldararnir
ikki gleði av í sama mun. Stutt sagt
er nýggja tjaldplássið ein verri
loysn.
Størsti trupulleikin er fjarstøð
an. Áður hava fólk válað aftur og
fram millum tjaldplássið og festi
valøkið – á sløttum. Tað plagdi at
vera ein javnur streymur av fólki
báðar vegir, sum gekk frá Gøtu
gjógv og inn í Syðrugøtu, framvið
Grundini og endaði so inni á sjálv
um festivaløkinum. Hóast tjaldar
arnir í fjør og árini fyri tað gingu
frá einari bygd til aðra, so virkaði
alt meiri savnað tá.
Nýggja tjaldplássið er upp á ong
an máta ein partur av festivaløki
num, og Grundin var í ár eitt slag
av einum blindtarmi.
Nýgggja tjaldplássið dumpaði
Nýggja tjaldplássið omanfyri Syðrugøtu lá ov langt vekk, var ikki nóg slætt og vantaði hentleikar
Nýggja tjaldingarøkið
var ein lítið tespilig sjón
sunnudagin, tá alt var av
Nøkur gjørdu meiri burtur úr “tjøldunum”
Tey, sum vóru millum tey fyrst at seta tjaldið
upp mikukvøldið, fingu góð pláss
Myndir: Rólant Waag Dam