mánadagur 18. juli 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 18. juli 2011 · Nr. 82
Sosialurin
Sissal Kampmann
Meshuggah. Eg fór til konsertina, tí
eg skuldi ummæla ein bólk, eg vis
ti, eg ikki hevði skil fyri, hvørki so
ella so, og at eftir øllum at døma eg
fór at finna meg sjálva standandi
mitt í rokanum í einum inferno av
ljóði og ljósi, uttan at kunna meta
um hvørki eitt ella annað av tí, sum
fór at ganga fyri seg á pallinu ella
rundanum meg, uttan at fara heilt
skeiv, hóast eg hevði gjørt mítt for
arbeiðið so væl sum til ber.
Eg hevði lisið um bólkin og lurta
eftir tónleikinum hjá teimum, men
eg var enn líka lost. Eins lost sum tá
eg var ung, og mínir vinir royndu at
læra meg at lurta eftir hesum slagi
av tónleiki, og eg steðgaði við Sepul
tura.
Ja, bólkurin eg tosi um, er svens
ki eksperimenterandi metal bólkin
Meshuggah, sum var stovnaður í
1987, og sum var umtalaður sum
eitt av mest spennandi nøvnunum
á G! í ár. Eftir at hava lurtað eftir
tónleikinum
hjá
bólkinum
á
netinum, og eftir at eg hevði lisið
meg framm til, at navnið á bólki
num hevur rót í er hebraiska orði
num “meshuga”, sum merkir “svakt”
ella “crazy”, um vit skulu fara yvir
til enska heitið, var eg tí hampiliga
væl fyrireikað uppá eina avbjóðing
av teimum heilt stóru, bæði so og
so, og har var onki at gera enn at
fara í eldin.
Tá eg kom oman á sandin, stóð
ein skari á eini 300 fólk har tolin og
bíðau. Tey vóru øll á kroppi, tí tað
oysti framvegis niður hesa svørtu
nátt. Men hóast regnið tóktust øll
at vera líkaglað, tí hetta var vert at
bíða eftir, søgdu tey mær, novicuni.
At byrja við helt eg, at tað vóru
merkiliga fáir áskoðarar, men tá
eg hugsaði meg um, kom eg til tað
niðurstøðu, at prosentvís vóru
helst teir flestu av fjepparunum til
hetta slagið av tónleiki í Føroyum
savnaðir her.
Fjøldin rópti ótolin á bólkin
leingi, leingi, og eftir eina langa
intro, byrjaði eitt satt kaos at taka
skap, sum vardi alla konsertina.
Meshuggah
spældu
mekaniskt,
rátt, perfektionistiska korrekt og
óhugnaliga aggressivt, tungt og
myrkt út í eitt, frá byrja til enda.
Eg hugsaði alla tíðina um, hvussu
hetta kundi lata seg gera, tí tað var
sum um tað vóru maskinur á palli
num og ikki menniskju. Bara røddin
á forsangaranum var imponerandi
áhaldandi og eitt studium verd.
Eg var imponerað, samstundis
sum eg hevði hug at renna heim, tí
eg var eitt sindur ótrygg við støðu
na. Eg fekk eina kenslu av ikki at
passa inn í henda heimin, sum er
heilt, heilt serligur. Eg hevði eina
kenslu av, at um tú ikki er við, ja,
so mást tú fara, tí inni í miðuni er
ikki pláss fyri at standa og gløða.
Eg dugdi heldur ikki at hoyra mun
in á tí, eg hevði hoyrt heima og
liveframførsluni, og tað helt eg eisi
ni vera áhugavert, men visti ikki,
um tað var eg, sum bara ikki dugdi
skilja dagar ímillum?
Tá konsertin var liðug, skilti eg
framvegis ikki, hvat eg hevði verið
og lurta eftir, og var fullkomiliga í
villareið um, hvussu eg skuldi lýsa
hesa uppliving. Men tá eg setti
meg niður at skriva vóru tað mest
kenslur eg sat við. Ein heildar
kensla, sum leyp saman í eitt langt
trancendental strekki, har eg á ein
ella annan hátt varð tikin inn í eitt
univers, har tónleikurin skapaði
eina kenslu av at hvørva inn í ein
urheim, ella inn í eina kjarnu av
bara at vera til og vera inni í sær
sjálvum, meðan tónleikurin bar
meg avstað.
Um eg dámdi tað ella ei, kann eg
ikki svara uppá, tí eg skilji framvegis
ikki, hvat hetta gekk út uppá. Men
tey, sum hava skil fyri hesum slagi
av tónleiki søgdu fyri mær, at hetta
var feitasta konsertin á G! í ár, so eg
lati teirra orð standa eftir sum tey
seinastu her, og góðtaki at eg ikki
hoyri heima í hasum felagsskapi
num, og latið plássið til ein, sum
dugur at skilja fantastisku góðsku
na øll metalverðin sigur Meshugg
ah hevur. Eg má so ganga mesugah
onkra aðra staðni.
Let´s go
meshuga!
Meshuggah spældu mekaniskt,
rátt, perfektionistiska korrekt og
óhugnaliga aggressivt, tungt og
myrkt út í eitt, frá byrja til enda
Myndir: Jens Kristian Vang