mánadagur 18. juli 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juli 2011 · Nr. 82
22
Sosialurin
Fallulah, -
hin whiskey
drekkandi
poppprinsessan
Sissal Kampmann
Veruliga navnið hjá Falluluh er
Maria Apetri, og hon var fødd í
Tårnby á Amager í 1985. Mamman
er donsk, pápin var rumeni, og
foreldrini
vóru
fólkini
handan
b a l k t i s k a
fólkadans
ara bólkin
Crihalma,
so
lítla
Maria
vaks
upp
í
einum
umhvørvi, har dansur
og tónleikur fylti eina rúgvu,
og ferðaðist nógv í Balkan og
Eysturevropa, so tað er helst ikki
so løgið, at hon eisini hevur valt
eina yrkisleið sum tonleikari og
dansari.
Sjálv sigur Fallulah, sum vit velja
at kalla hana her, at tónleikurin hjá
henni heldur skal flokkast sum
ein blanding millum indie rock og
baltiskar rytmur, enn sum poppur.
- Og hetta gevi eg henni rætt í.
Á pallinum var bæði harmonika
og banjo við meira, og tónleikurin,
hon framførdi á G! var avgjørt
eitt etniskt og stílmessugt mix
av mongum ymiskum genrum og
tónleikarum. Millum annað hugsaði
eg Gogol Bordello, Tom Waits, Edie
Brickell, Rage Against the Machine
og ikki minst klezmer tónleik,
sum enn hevur sterkt fótafesti á
tónleikapallinum í dag, hóast hesin
tónleikastílur hevur verið ótrúliga
væl umtóktur millum annað í
Danmark
og
Íslandi
seinastu
nógvu árini. Klezmer íblásturin er
sanniliga eisini at finna á føroyska
tónleikapallinum í dag, til dømis við
nýggjasta ískoytinum til genruna,
ungi bólkurin Gipsy Train, sum
eisini var á G! skránni í ár, men sum
vit seinastu árini kanska mest hava
sæð hjá tónleikarum sum Búa Dam
og Dánjal á Neystabø.
Upprunin hjá Falluluh kom
ikki bert til sjóndar í tónleikinum,
men eisini í dansinum hjá henni,
sum avgjørt var við til at gera
heildarmyndina
av
konsertini
betur, hóast eg byrjaði at sakna
meir gjøgnumslagsorku longu eftir
teim fyrstu tíggju minuttunum.
Pallmyndin var eisini flott og
kreativ, og ikki minst klæðini hjá
ungu songkvinnuni. Ein svartur,
strammur
kjóli
við
brúnum
fjarðum niður eftir síðunu fangaðu
eygað, og var við til at gera showið
meir fullfíggjað. Rock elementið
royndi hon at toga inn í myndina
við skála í Jack Daniels fleiri ferðir
undir framførsluni. Hetta er ein
mynd, sum fær tey flestu at hugsa
um góðar menn sum Slash og
aðrar tungar dreingir, sum avgjørt
hava gjøgnumslagsorku, og eru
ímyndin av rock ´n´ roll. Men hjá
Falluluh riggaði henda referancan
og postmodernaða samanrenning
av ymiskum genrum absolut ikki,
men var heldur við til at ein sum
áskoðari stóð eftir við eini kenslu
av ørkymlan.
Fallulah
vantaði
sál
og
gjøgnumslagorku, stutt og greitt,
hóast hon bæði syngur løttu løgini
og dansar væl og elegant. Og tað
kann ein fløska av whiskey ella
royndir á at headbanga (!) ikki
bjarga. Ei heldur ein í veruleikanum
forpoopað og spøk klezmer roynd.
Tíverri. Miðskeiðis í konsertini var
tó komið hampiliga gott lív í nógva
fólkið, sum var komið at lurta, hóast
tað regnaði illa. Lagið var eisini
fínt millum áskoðararnar. Kanska
serliga í millum tey heilt ungu,
sum nýttu fría framførsluháttin og
tónleikin hjá Falluluh. At enda á
konsertini misti hon tó sambandið
við fólkið, sum sóust fara frá
konsertøkinum, so við og við, og
møguliga var hetta eitt tekin til
hennara um at byggja konsertirnar
og tónleikin upp á ein annan hátt
enn sum eitt 50 minuttir langt dráp,
sum skuldi “gerast gott aftur” við
einum hitti sum seinasta lag.
post@sosialurin.fo
Fallulah vantaði sál og
gjøgnumslagorku, stutt og greitt,
hóast hon bæði syngur løttu
løgini og dansar væl og elegant
Mynd: Jens Kristian Vang