mánadagur 18. juli 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 18. juli 2011 · Nr. 82
Sosialurin
Sissal Kampmann
Bólkurin, sum fekk æruna av
at inntaka stóra pallin sum hin
fyrsti,
var
svenski
bólkurin
Movits.
Sambært
yvirlitinum
yvir luttakandi bólkar á G! 2011,
er Movits kendur fyri at vera
“vælsvingandi
og
festligur”.
Hetta
vóru
orð,
sum
góvu
festivalgestunum vónir um ein
bólk, sum kundu leggja tónleik
til eitt gott uttandura ball, og
skapa akkurát tær vibratiónirnar,
sum vóru neyðugar, fyri at halda
hitanum í kuldanum.
Tá Movits fór á pall, vóru ikki
so nógv fólk sum ein kanska
hevði væntað, men tað gekk
ikki long tíð áðrenn sandurin
so at siga var hálvfullur. Movits
løgdu út við at blaka kaskadur
av
ljósareyðum
ljósi
út
yvir
áksoðararnar. At byrja við var
pallurin tómur, bæði hvat viðvíkti
mennsikjum og ljóði, men tað gekk
ikki long tíð, áðrenn tónleikur
og ein yrkjarakendur upplestur
fylti tómleikan. Tónleikurin og
upplesturin broyttist spakuliga til
vísukendan tónleik, sum sviar sum
kunnugt eru víðakendir fyri, við
nøvnum sum fevna so víða sum frá
eldri yrkjarum og sangarum sum
Bellmann, Sven Bertil – og Evert
Taube til nýggjari ræddir sum Bjørn
Afzelius og eisini Lisu Ekdahl.
Henda inndraganin av vísukendum
tónleiki er tó ikki so løgin, tí navnið
Movits vísur til faðir Movits, sum
er ein karakterur í Epistlunum av
Fredman, sum Bellmann yrkti yvir
eitt tíðarskeið uppá 20 ár.
Pallurin á sandinum var stórur
til teir tríggjar menninar, sum
nú komu inn á pallin við stórum
armrørslum, íklæddir klædningi,
hvítari skjúrtu, Run DMC skóm,
tað vil siga sneakers, og við einari
rættari stórbýarattitudu, sum var
ein sterkur mótsetningur til tað
forsangarin seinni í konsertini
greiddi frá, at teir høvdu røtur í
einum lítlum svenskum býi, sum
kallast Luleå.
Tónleikurin var sanniliga eisini
eitt virvar av millum annað soul,
mamba, funk og rap, so tá Movits
verður lýstur sum ein bólkur, sum
spælir swing blandað við hip hop,
var hetta ikki heilt av leið. Teir
tríggir liminir, vóru so fullir av
lívi, orku og ótamdari spæligleði,
at hetta skjótt plantaði seg í
áskoðarafjøldina, sum avgjørt fekk
rørt seg, um tað so stóðst av hugi
til at dansa ella av kulda. Men ljóðið
var tíverri ikki av tí besta. Tað var
so at sig ómøguligt at hoyra nakað
av tí, sum var sungið ella sagt av
pallinum. Ljóðið leyp stutt og greitt
saman, og ljóðmyndin var alt ov
botnutt og var eitt stórt rót. Ljóðið
var til at liva við, um ein stóð beint
framman fyri ljóðteltinum, men fór
tú eitt lítið sindur út til síðurnar,
var heilt galið, og tað var keðilig,
tí eg vildi fegin fingið við, hvat teir
høvdu upp á hjartað - lyriskt.
Okkurt
spennandi
og
nýskapandi hevur tað helst verið,
serliga orsaka referancunum til
vísutónleikin, og tað hevði verið
gott, tí tónleikurin hjá Movits í
sær sjálvum bleiv skjótt rættuliga
einstáttaður og keðiligur, og var
ikki nóg fjølbroyttur til at bera ein
góðan, heilan tíma.
At alt eisini var playback uttan
saxofonin, vokalurin og gittarin
var sjálvsagt eisini eitt minus. Men
hipster tónleikur var tað í stóran
mun, gevi eg unga manninum, sum
stóð við síðuna av okkum rætt í.
Har var tann rætta attitudan, tey
røttu útrykkini, rørslurnar, klæðini
og alt tað heila. Men eg haldi, at eitt
sindur av bara onkrum serligum,
ella lat okkum bara kallað tað
øðrvísi ella nýskapandi, hevði verið
við til at gjørt upplivingina betur,
bæði so og so. Mann bleiv tíverri
alt ov skjótt troyttur av Movits og
hevði hug at fara. Troyttur av antin
av bara at standa og lurta eftir
orðum, tú ikki hoyrdi, og/ella av at
dansa á sandi. - So bleytur er hann
heldur ikki.
post@sosialurin.fo
Gev mær meir Bellmann!