mánadagur 18. juli 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juli 2011 · Nr. 82
24
Sosialurin
Oddur á Lakjuni
Rótamerikanska countrymentanin
var í hásæti, tá ið The Tennessee
Mafia Jug Band spældu á Spæli
plássinum leygarkvøldið. Ternutu
skjúrturnar, seðlabuksurnar, yee
haw-rópini og dunnufloytan gingu
upp í eina hægri eind av fólksligari
bygdasligheit.
- Vit eru komnir at luta sál og
mentan við tykkum, segði Mike
Armistead. Og tað var júst tað, sum
tað var. Sál og mentan. Heimasíða
teirra sigur at teir hava røtur sum
vísdómstenn. Og sum teir spæl
du, kendist at hetta vóru verulig
ar, ektaðar røtur - ikki onkur, sum
royndi at taka afturíaftur eitt
tónleikaslag, men nakrir mans
sum veruliga livdu hesa mentan
ina; á staðnum, har hon er upp
staðin. Tað merktiskt ikki bert í
tónleikinum; tað sást á klæðunum
og á kropsburðinum, tað hoyrdist
á skemtinum og málførinum. Tón
leikurin tyktiskt at vera ein full
komiliga nattúrligur partur av tí,
sum teir eru.
Teir eru allir serfrøðingar á sín
um ljóðførum: banjo, fiól, gittar,
bassfiól og, ja, krukku. Lítli Lester
Armistead blásti óført í krukkuna,
sum tíverri ikki hoyrdist. Hinvegin
breyt hann út í ein tufludans, sum
meira enn nakað annað fekk lív í
fjøldina. Vaksibrettið og floyturnar
vóru stuttlig, men vórðu tíbetur
ongantíð brúkt til meira enn eitt
skemtiligt ískoyti. Veruliga styrkin
var dugnaskapur teirra á ljóðføru
num, og samband teirra til sangir
nar.
Sum teir skiftust at koma
framat at syngja, hoyrdist, at teir
í tekstunum ikki einans sungu
sangir - teir høvdu søgur at siga
frá. Søgur, sum eru partur av men
tanini. Tíverri var ljóðið ikki serliga
hart frá, og einstøku ljóðførini vóru
í stóran mun doyvd í heildarljóði
num. Eisini var keðiligt, at í longri
løtum hoyrdist bassurin als ikki.
Hetta seinasta kom tíbetur í rætt
lag, áðrenn Ernie Sykes á bassfiólini
kom framat at syngja ein sang, har
hann á skemtiligan hátt segði frá
søguni um sigarettina.
The
Tennesse
Mafia
Jug
Band høvdu eina fína konsert á
Spæliplássinum. Ein konsert, sum
tó kanska tyktiskt at vera ein
hampulig gerandisframførsla hjá
teimum. Hinvegin komu teir veru
liga til sín rætt kvøldið fyri, táið
teir framførdu í lítla Hoyggjhús
inum. Teir stóðu tá samankroystir
inni í einum horni og spældu, og
Hoyggjhúsið var á tremur. Á leið 50
áhoyrarar høvdu trokað seg inn at
lurta. Teir vóru tá heilt greitt meira
tendraðir enn á Spæliplássinum, og
áhoyrararnir við. Tað var júst rætti
intimi dámurin til ein tílíkan bólk.
Og har komu einstøku ljóðførini
eisini til sín rætt. Serliga hoyrdi
man tá, hvussu framúrskarandi teir
báðir Leroy Troy og Dan Kelly eru á
ávíkavist banjo og fiól.
- I’m a good old country boy,
segði Mike. Eingin ivaðist; tað er kul
at vera bygdasligur.
The Tennessee Mafia Jug Band
Tað var júst rætti intimi
dámurin til ein tílíkan bólk
Mynd: Jens Kristian Vang