Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-18, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juli 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 18. juli 2011 · Nr. 82 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Í mong harrans ár hevur kappingin líkst sær sjálvari, tí byrjað hevur verið við prologi í Klaksvík, longum teini í Eysturoy, einkultstarti í Sand­oy ella Vágum, longum teini í Suðuroy og so at enda longum teini í Streymoy, sum er endaður við nøkrum umførum í Havnini. Hetta hevur tikið fimm dagar at avgreitt, og soleiðis hevur tað verið hvørja ferð tey mongu seinnu árini. Men í ár tekur kappingin bara tríggjar dagar og fevnir um fýra teinar. Lagt verður fyri við einkult­ starti fríggjakvøldið, longum teini leygardagin, fjallaeinkultstarti sunnu­morgunin og so longum teini seinna­partin sunnudagin. – Hetta er eitt val, vit hava gjørt, tí vit ikki høvdu møguleikan at skipa fyri kappingini í fullari longd hesa ferð. Ein orsøk var, at vit ikki høvdu nakran stóran høvuðsstuðul, umframt at fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar á Isle of Wight eisini hava kravt sítt, sigur Gunnar Dahl-Olsen, ið saman við Sverra Mohr Edvinsson hevur lagt súkklu­ kappingina til rættis hesa ferð. – Fyri at halda útreiðslunum niðri, hava vit skert kappingina nakað, tí annars kundu vit ikki havt hana. Eg kann nevna, at bara í fjør høvdu vit flutningsútreiðslur fyri 25.000 krónur, so tað er ikki heilt bíligt at ferðast runt alt landið. Heilt uttan stuðul eru vit tó ikki, og hesa ferð eitur kappingin KS Kring Føroyar, tí KS Timburhús er størsti stuðulin. Teinarnir øðrvísi Ein onnur avleiðing av skerdu kappingini er, at tað mesta gongur fyri seg rundan um Havnina, so lættari er at samskipa ymsu tein­ arnar. Einasti teinur uttan fyri Havnina er tann í Suðuroynni leygardagin. Hartil er so eisini at siga, at eingin teinur er líka við teir, sum hava verið hini árini. – Tá vit nú allíkavæl skuldu broyta so nógv, kundu vit akkurát tað sama eisini broyta teinarnar, so vit kundu royna okkurt nýtt. Sjálvt um kappingin hesa ferð bara er í tríggjar dagar, halda vit okkum hava sett hana saman, so hon verður minst líka spennandi, sum tá hon er í fimm dagar, sigur Gunnar. – Fjallaeinkultstarturin sunnu­ morgunin er ein gamal dreymur hjá mongum, og Sverri hevur í øllum førum tosað um hann í áravís. Nú skal hann so roynast og tað gleða vit okkum til. Eisini hava vit broytt teinin í Suðuroynni, so vit ikki fara um Hestin hesa ferð. Har er vegurin so vánaligur, at vit heldur velja at venda í Lopra og so koyra allan vegin aftur til Tvøroyrar, báðar vegir um Hovsegg. Teinurin í fyrsta einkultstart­in­ um fríggjakvøldið er tann, ið vanliga verður brúktur til FM, so hann kenna súkklararnir, og teinurin seinnapartin sunnudagin, sum er norður ígjøgnum Kaldbakstunnilin og suðuraftur á Oyggjarvegnum, er nakað styttri enn tann vanligi, ið plagar at byrja í Tjørnuvík og eisini fara til Gomlurætt, áðrenn koyrt verður á mál. Mest føroyingar Uppaftur ein onnur avleiðing av skerdu súkklukappingini, ið kortini fevnir um 185 kilometrar eftir bara trimum døgum, er útlendska uppmøtingin, ið væntandi verður meira avmarkað, nú ikki so nógv er gjørt burturúr, sum vanligt. – Vit vita bara um ein útlending, sum er, og tað er Kristian Gosvig, ið gjørdist nummar tvey í Statoil Kring Føroyar í fjør. Væntandi kemur heldur eingin íslendingur hasa ferð, so tað vera eftir øllum at døma mest føroyingar, ið fara at kappast. Men tað kann saktans gerast gott og spennandi fyri tað, sigur Gunnar Dahl-Olsen. – Nú fáa vit at síggja, hvussu broyttu teinarnir roynast, tí tað kann fáa ávirkan á, hvussu vit fara at leggja kappingina tey komandi árini. Longu nú eru vit í ferð við at samráðast við ein høvuðsstuðul til næsta ár, so vit vóna, at vit tá kunnu venda aftur til gamla leistin við fleiri døgum og kilometrum, soleiðis sum vit jú kenna kappingina. Nógv bendir á, at í øllum førum einir 15-20 súkklarar vera við til KS Kring Føroyar, sum er bæði fyri unglingar, elitusúkklarar og motiónistar. Luttøkugjaldið er 200 krónur, og sum vanligt verður kappast um pengavinningar. hilmarjan@sosialurin.fo Súkklukappingin endavend KS Kring Føroyar 1. teinur, einkultstartur Fríggjadagin 22. juli kl. 19.00 Startur og mál: Plantusølan, Tórshavn Einkultstartur, uml. 30 km: Tórshavn - Kaldbak - Tórshavn 2. teinur, samlaður startur Leygardagin 23. juli kl. 11.00 Startur og mál: Effo Tvøroyri Teinur, uml. 70 km: Tvøroyri – Øravík – Fámjin – Øravík – Hov – Porkeri – Vágur – Lopra – Vágur – Porkeri – Hov – Øravík – Tvøroyri (2 umfør á Tvøroyri) Ung og mótiónistar: Tvøroyri – Lopra – Tvøroyri 3. teinur, fjallaeinkultstartur Sunnudagin 24. juli kl. 9.00 Startur: Hotel Føroyar Mál: Sornfelli Teinur, uml. 15 km: Hotel Føroyar – Sornfelli 4. teinur, samlaður startur Sunnudagin 24. juli kl. 16.00 Startur: Vaglið, Tórshavn Mál: Gundadalur, Tórshavn Teinur, uml. 70 km: Vaglið – Kaldbakstunnilin – Oyggjarvegurin – Ringvegur – R.C. Effersøesgøta – Gundadalur – Áargeil (6 umfør í Havnini) Eftir fimm ár sum málmaður hjá HB gevst Marcin Dawid nú í fe­lagnum og fer heimaftur til Pólands. 31 ára gamli Marcin Dawid kom til Føroya í 2003 at verja málið hjá Sumba, og hann spæl­ di eisini eitt kappingarár við GÍ. Í 2007 flutti Marcin Dawid til HB at spæla, og hann hev­ ur spælt 90 dystir fyri havna­ felagið síðani. Hann var við til at vinna tvey meistaraheiti. Bæði Pf. Havnar Fótbóltur og Marcin Dawid sjálvurm undir­ strika yvir fyri heimasíðuni hjá HB, at partarnir eru samdir um at steðga samarbeiðinum her og skiljast í allar bestu semju. Marcin Dawid gevst í HB Súkkling – Sjálvt um kappingin hesa ferð bara er í tríggjar dagar, halda vit okkum hava sett hana saman, so hon verður minst líka spennandi, sum tá hon er í fimm dagar, sigur Gunnar Dahl-Olsen, nú tað stundar til árligu súkklukappingina kring Føroyar, sum hesa ferð eitur KS Kring Føroyar BROYTT KAPPING Árliga súkklukappingin, sum í ár eitur KS Kring Føroyar, er munandi broytt, tí í ár verða fýra teinar súkklaðir í tríggjar dagar Mynd: Hilmar Jan Hansen