mánadagur 18. juli 2011síða 32
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juli 2011 · Nr. 82
32
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Teir tríggir bátarnir, sum undan
Fjarðastevnu
høvdu
vunnið
allar fimm ferðirnar, vóru aftur
leygardagin
fremstir.
Meðan
Argjabáturin so ofta hevur vunnið
rættuliga nógv, so er tað at vinna
hvønn róður í einum kappingarári
nakað spildurnýtt fyri bæði Ridd
aran og Klaksvíking.
Riddarin hevur ongantíð verið
í nánd av at vunnið so ofta, sum
hann hevur megnað í summar.
Sigurin hjá Klaksvíkingi leygar
dagin var tann sætti í ár, og so
ofta hevur hesin báturin ongantíð
vunnið í einum róðrarári.
Søgan hjá Riddaranum
Miðvingar hava ikki luttikið so
leingi við 6-mannafarinum Ridd-
aranum. Fyrsta ferðin, at teir
róðu við honum, var í 2007, tá ið
teir hvørja ferð vóru millum teir
aftaru.
Í 2008 hilnaðist væl betri, men
hóast teir vunnu á Eystanstevnu,
Fjarðastevnu,
Vestanstevnu
og
Ólavsøku ella fýra ferðir í alt, so
eydnaðist tað kortini ikki at vinna
FM. Sundabáturin vann FM við 45
stigum, og Riddarin var næstbestur
við 42 stigum.
Árið eftir var Riddarin aftur
framvið. Hann var uppaftur nærri
FM heitinum, men tað eydnaðist
akkurát ikki at vinna. Riddarin vann
á Norðoyastevnu, Sundalagsstevnu
og á Jóansøku ella tríggjar ferðir
tilsaman. Tvørabáturin vann hinar
fýra ferðirnar, og úrslitini bóru við
sær, at Tvørabáturin vann FM við
46 stigum, meðan Riddarin var í
hølinum á honum við 45 stigum.
Í fjør vann Páll Fangi FM við
fullari úrtøku, og nú er tað Ridd
arin, sum er heilt suverenur og
hevur fulla úrtøku undan finalu
róðrinum.
Sera sannførandi
Leygardagin gekk, sum tað plagar at
gera, tá ið 6-mannaførini við monn
um í fínum líkindum kappaðust.
Riddarin var skjótt í oddinum,
og so var tað bara ein spurningur,
hvussu sannførandi sigurin fór at
verða. Á málinum var Riddarin sjey
sekund frammanfyri Lóm, sum eina
løtu fekk kapping frá Smyrli. Men á
málinum var kortini eingin ivi, og
harvið var úrslitið, sum tað so ofta
hevur verið.
Riddarin er ikki meistari, men
tað skal ganga verri enn illa hjá
miðvingum, um teir ikki skulu vinna
gull á Ólasvsøku, og um dømast skal
út frá úrslitunum higartil í ár, so er
tað einki, sum bendir á, at Riddarin
ikki skal vinna gull bæði í FM og
ólavsøkuróðrinum.
Á Norðoyastevnu var marginal
urin frá Riddaranum og aftur til
Lóm trý sekund, tvær tær næstu
ferðirnar var hann átta sekund,
á Varmakeldu var hann fimm
sekund, á Vestanstevnu var hann
fýra sekund, og leygardagin vóru
tað sjey sekund frá Lómi og fram
til suverena Riddaran.
Vestmenningur bjóðar av
Tað var ein vøkur sjón, tá ið
punktum varð sett fyri kapp
róðurin á Fjarðastevnu. Í dýrdar
góðum líkindum at rógva í, fóru
10-mannaførini
skúmandi
frá
Rókalandinum innanfyri Saltnes og
meiri ella minni tvørtur um fjørðin,
framvið býlinginum við Sjógv og
inn ímóti Hulki.
Klaksvíkingur var aftur hesa
ferð fremstur, og aftur hesa ferð var
hann eina bátslongd frammanfyri
Vestmenning, tá ið teir fóru um
málið.
Eisini
hesa
ferð
hevði
Vestmenningur hug at bjóða av
fyrsta partin av teininum. Kanska
var hann hálvan skutin fremstur í
startspurtinum, so gekk eina løtu
javnt á, áðrenn Klaksvíkingur
stakk seg framum og legði seg ein
mannin fyri og annan eftir fram
um Vestmenning, og tá ið hesir
báðir kappingarneytarnir komu
skúmandi fram ímóti málinum var
leyst teirra millum.
Hoyvíkingur
hjá
Argja
Róðrarfelag var aftur hesa ferð á
bronsuplássinum.
Nú er tað ikki spurningurin,
hvør fer at vinna FM gull og silvur.
Spenningurin næstu dagarnar verð
ur, um Vestmenningur á Ólavsøku
fer at megna at gera nakað við
kappingarneytan, sum teir alt
summar hava givið góða kapping,
men ongantíð hava vunnið á.
Metið hjá klaksvíkingum
Síðani tað fyri 38 árum síðani
– í 1973 – varð farið undir FM
kapping í tí líki, sum tað framvegis
verður kappast, hava sigrarnir hjá
klaksvíkingum verið fáir. Klaks
víkingur hevur bara vunnið FM
í 2006 og í 2009, og tað er bara
hesi bæði árini, at 10-mannafarið
í Klaksvík hevur vunnið nakrar
róðrar.
Í
2006
vann
Klaksvíkingur
FM við 43 stigum ella við seks
stigum fleiri enn Eysturoyingur.
Ta ferðina vann hann fýra róðrar:
á Sundalagsstevnu, Eystanstevnu,
Fjarðastevnu og á Ólavsøku.
Í 2009 vann Klaksvíkingur FM
við 47 stigum ella fýra frammanfyri
Eysturoying, sum aftur tað árið var
næstbestur. Ta ferðina vann hann
fimm ferðir: á Sundalagsstevnu,
Jóansøku,
Varmakeldu,
Vestan
stevnu og á Ólavsøku.
Leygardagin varð sætti sigurin
vunnin í ár, og harvið er samlaða
talið av sigrum í FM kappróðrum
hjá Klaksvíkingi í 38 ár fimtan.
Hósdagin í næstu viku verður
finaluróðurin fyri í ár. Hann verður
á 901 metra teininum frá Argja
landinum og framvið Molanum.
Higartil hava vestmenningar hvørja
ferð í summar verið aftanfyri
klaksvíkingar. Á Norðoyastevnu
var eingin munur, og síðani hevur
munurin mest sum hvørja ferð
verið 3-4 sekund.
Undantakið var á Vestanstevnu,
har Vestmenningur var eitt stórt
sekund aftanfyri Klaksvíking. Í
Seta nýtt met hv
KAPPRÓÐUR Klaksvíkingur og Riddarin vunnu aftur
á Fjarðastevnu, og teir hava ongantíð áður vunnið
so ofta, sum teir hava gjørt tað í summar
6-mannafør
Genturnar umborð á Hvassa vunnu