mánadagur 18. juli 2011síða 33
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mánadagur 18. juli 2011 · Nr. 82
Sosialurin
Ítróttarblaðið
vørt vikuskifti
Miðvági var róðrarteinurin 960
metrar ella 60 metrar longri, enn
hann verður tað á Ólavsøku, tá
ið vestmenningar fáa enn ein
møguleika at basa klaksvíkingum.
Hvassi er tætt við
Í kappingini millum 5-mannafør
við gentum, hava genturnar í
róðrarfelagnum á Oyri mest sum
tryggjað sær FM heitið. Um tað
ikki skal eydnast hjá teimum
í Sundalagnum, so skal tað á
Ólavsøku vilja meiri enn illa til hjá
Hvassa gentunum, sum leygardagin
vunnu fyri fimtu ferð í ár.
Sum næstan hvørja ferð fyrr í
summar, so var tað aftur hesa ferð
Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði, sum
var størsta hóttanin hjá teimum
av Oyri. Erla Kongsdóttir legði seg
skjótt á odda, og tær úr Fuglafirði
vóru fremstar størsta partin av
róðrarteininum.
Tá ið tað restaðu einir 400
metrar, tók Hvassi Erlu, og hóast
tað var tætt og harvið spennandi,
so eydnaðist tað ikki Erlu at taka
Hvassa aftur.
Í FM kappingini er Hvassi nú sjey
stig frammanfyri Erlu Kongsdóttir.
Tískil er eingin spenningur um FM
heitið, og gullið liggur á silvurfati
og bíðar eftir Hvassa. Men gongd
in leygardagin leggur upp til
spennandi kapping um sigurin á
Ólavsøku.
Spógvin legði bragdliga fyri,
og tað eydnaðist gula bátinum at
vinna á Beintu úr Miðvági, sum
hevur mest sum tryggjað sær
bronsukrónurnar í FM kappingini.
Tambar var nógv aftastur.
10-mannafør
Klaksvíkingur hevur
ongantíð áður vunnið so ofta
í einum róðrarári sum í ár
Myndir: Álvur Haraldsen
6-mannafør
Riddarin var greiður vinnari av róðrinum
hjá 6-mannaførum við monnum
5-mannafør gentur
1 Hvassi
06:16.17
2 Erla Kongsdóttir
06:17.09
3 Spógvin
06:25.24
4 Beinta
06:41.10
5 Tambar
06:59.24
Støðan
1 Hvassi
41
2 Erla Kongsdóttir
34
3 Beinta
30
4 Spógvin
25
5 Sílið
15
6 Drekin
5
7 Tambar
3
8 Teistin
3
9 Ørnin
3
6-mannafør menn
1 Riddarin
08:02.13
2 Lómur
08:09.08
3 Smyril
08:12.13
4 Skúgvur
08:28.00
5 Tvørabáturin
08:34.04
6 Húsfrúgvin
08:44.22
Støðan
1 Riddarin
42
2 Lómur
36
3 Smyril
30
4 Skúgvur
21
5 Tvørabáturin
17
6 Gongurólvur
14
7 Húsfrúgvin
5
10-mannafør
1 Klaksvíkingur
09:58.06
2 Vestmenningur
10:01.17
3 Hoyvíkingur
10:19.13
Støðan
1 Klaksvíkingur
42
2 Vestmenningur
36
3 Hoyvíkingur
30