mánadagur 18. juli 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juli 2011 · Nr. 82
34
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Á Fjarðastevnu hilnaðist tað betri
hjá bátunum úr høvuðsstaðnum,
enn tað hevur gjørt fyrr í summar.
Havnar Róðrarfelag plagar at
vinna nógvar sigrar, men soleiðis
er tað ikki í ár. Hini bæði feløgini
í høvuðsstaðnum – Róðrarfelagið
Knørrur ella Knørrafelagið, sum tað
ofta verður nevnt – og Argja Róð
rarfelag eru feløgini, sum luttaka
við flestum manningum, og tey eru
við í kappingini um fleiri FM heiti.
At umstøðurnar ikki altíð eru
avgerandi fyri, hvussu áhugin er, og
hvussu tað hilnast, er Knørrafelagið
gott dømi um.
– Áhugin fyri at rógva er stór
ur. Vit høvdu viljað, at 10-manna
farið hjá okkum Ormurin Langi,
8-mannafarið Knørrur og 6-manna
farið Jarnbardur við monnum vóru
mannað, men tað hevur ikki eydn
ast. Nú eru vit byrjað frá botni av.
Børn og ungfólk, sum eru uppald í
felagnum, vísa ídni og nærlagni, og
vit vænta og vóna, at tað eisini á
mannfólkasíðuni um ikki so langa
tíð fer at hava við sær, at størru
bátarnir verða mannaðir.
Hetta sigur Petur í Gong, sum
í drúgvt áramál hevur verið og
framvegis er nevndarlimur í Róð
rarfelagnum Knørri.
Felagið hevur ikki góðar um
støður. Tveir bátar eru í neystinum,
har felagið upprunaliga helt til
á Skálatrøð. Talan er um tann
Jarnbardin, sum vann so ógvuliga
nógvar róðrar, og sum varð skiftur
út fyri trimum árum síðani, og um
ein trist, sum smábørn rógva við.
Í Evensens pakkhúsi, har Lands
handilin helt til – hetta er á veg
av Kongabrúnni og út í Tinganes
– standa bláu bátarnir, sum nú
verða brúktir at kapprógva í og
eisini Ormurin Langi og Knørrur.
Her er einki umklæðingarrúm ella
annað felagshøli. Innivenjingin er
í Saltsøluni á vestaru bryggju, har
felagið hevur vektir og maskingur.
Men hóast umstøðurnar ikki eru
góðar, so er Róðrarfelagið Knørrur
millum tey størstu, og felagið hevur
møguleika at vinna tvey FM heiti.
Merkisvert er tað, at nøvnini á
øllum bátunum eru úr kvæðinum
um Ormin Langa. Hetta er navnið
á 10-mannafarinum, sum vann
tríggjar róðrar í 2008, og so er tað
8-mannafarið Knørrur, sum í 2006
vann fimm róðrar og var suverentur
FM vinnari.
6-mannafarið Jarnbardur við
kvinnum hevur í hesi øldini vunnið
meiri enn nakar annar bátur – sjey
ferðir FM - og felagið luttekur
í ár eisini við gamla Jarnbardi,
sum nú eitur Herningur, og fleiri
5-mannaførum: Jallurin, Pílurin og
Tambar.
Góðar umstøður
Argja Róðrarfelag eigur gott neyst
á Argjum. Har er rúm fyri øllum
teimum reyðu bátunum hjá felag
num, og har eru venjingarhøli, um
klæðingarhøli og felagshøli.
– Tað er nógv virksemi í neyst
Knørrur og
Argir verja
høvuðsstaðin
KAPPRÓÐUR Tveir bátar hjá Argja Róðrarfelag og tveir hjá Róðrarfelagnum Knørri vunnu á
Fjarðastevnu, og nú hava feløgini í høvuðsstaðnum møguleika at vinna fimm FM heiti
8-mannafør
Argjabáturin hevði aftur munin hesaferð
5-mannafør
Jallurin vann róðurin
hjá 5-mannaførinum við
dreingjum, og lagt er upp til
veruliga finalu á ólavsøku