mánadagur 18. juli 2011síða 35
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mánadagur 18. juli 2011 · Nr. 82
Sosialurin
Ítróttarblaðið
inum, og vit eru ivaleyst tað felagið,
sum luttekur í flestu kappingum,
sigur formaðurin í Argja Róðrarfelag,
Høgni Jacobsen, ið hevur nógvar
royndir sum kapprógvari og í ár
rør við 6-mannafarinum Lómi.
Argja Róðrarfelag eigur og mannar
10-mannafarið Hoyvíking, 8-manna
farið Argjabátin, 6-mannafarið Lóm
við monnum, og 5-mannaførini Blik
og Teistan.
Argjabáturin hevur verið suve
renur í ár, men Høgni Jacobsen
sigur, at nevndin í felagnum fer ikki
at gera nakað fyri at fáa manningina
á 8-mannafarinum næsta ár at fara
umborð á 10-mannafarið.
– Um teir sjálvur ynskja tað, so
er sjálvsagt einki í vegin fyri tí. Men
á Argjum hevur Argjabáturin altíð
verið roknaður at vera flaggskipið.
Hann man vera tann av kapp
róðrarbátunum, sum nú rógva, og
sum longst hevur verið mannaður
út í eitt, og tað telur ikki so lítið, at
hann eigur so nógvar sigrar.
Gongurólvur
Hóast tað í summar hevur verið
soltnari hjá Havnar Róðrarfelag enn
mangan áður, so er tað framvegis
møguleiki fyri, at eitt sett av gull
krónum
eftir
ólavsøkuróðurin
verður handað manning hjá elsta
høvuðsstaðarfelagnum.
Gongurólvur við kvinnumanning
hevur staðið seg væl, men eftir at
Gongurólvur noyddist at lúta fyri
Hvessingi bæði á Vestanstevnu og
Varmakeldu, so tóktist møguleikin
fyri FM sigri at verða kámari.
Á Fjarðastevnu á Strondum
fekk Gongurólvur aftur um end
an. Gongurólvur var fremstur
allan
róðrarteinin.
Hvessingur
royndi eina løtu at vinna inn aftur
nakað av stóru bátslongdini, sum
Gongurólvur hevði tikið, men í
endaspurtinum var als eingin ivi.
Gongurólvur var á málinum væl og
virðiliga leysur av Hvessingi.
Úrslitið ber við sær, at Hvess
ingur og Gongurólvur liggja stavn
um stavn í FM kappingini, og tí
verður talan um finaluróður á
Ólavsøku.
Jallurin við dreingjum
Í kappingini millum 5-mannafør við
dreingjamanningum verður eisini
talan um finaluróður á Ólavsøku.
Kappingin stendur millum Jallin
og Royndina Fríðu, ið liggja borð
um borð við 32 stigum, og so Blik
hjá Argja Róðrarfelag, sum hevur
29 stig.
Undan Fjarðastevnuni hevði
Jallurin ikki vunnið í summar. Fýra
ferðir hevði hann verið næstfremst,
og fleiri av hesum ferðunum hevði
hann verið fremstur, tá ið farið varð
undir endaspurtin.
Leygardagin stemmaði tað ordu
liga væl hjá Jallinum, sum vann
tann tryggasta sigurin, sum er
vunnin í hesi kappingini í ár.
Royndin Fríða og Havfrúgvin
kappaðust um næstfremsta pláss
ið. Í spurtinum kom Royndin
Fríða fyri seg, og nú er lagt upp
til eirindarleysa kapping um FM
heitið millum dreingirnar í Knørra
felagnum í høvuðsstaðnum og
vágsdreingir.
Jallurin við kvinnum
Tað hevur verið aðru hvørja ferð
hjá Jallinum og Junkaranum. Rút
man varð brotin, tá ið Junkarin
vann bæði á Varmakeldu og Vest
anstevnu, men Jallurin syrgdi
leygardagin fyri, at Junkarin ikki
uttan kapping skal hava kós ímóti
FM heitinum.
Bæði á Varmakeldu og Vestan
stevnu vóru sigrarnir hjá Junk
aranum teprir, og sigurin hjá Jall
inum á Skálafjørðinum leygardagin
var eisini tepur.
Jallurin setti dám á beinanvegin,
og frástøðan aftur til Junkaran,
sum var næsti kappingarneytin,
øktist stútt og støðugt.
Í sjálvum endaspurtinum ress
aðist Junkarin við, men tá hevði
Jallurin syrgt fyri so góðari odda
støðu, at tað ikki eydnaðist Junk
aranum at taka seg so mikið
inn á Jallin, at talan gjørdist um
spenning síðstu metrarnar fram
ímóti málinum.
Blikur og Beinta vóru í sera
tættari kapping um bronsuplássið,
og ta kappingina vann Blikur.
Úrslitið ber við sær, at tað á
Ólavsøku verður sonn finala um
FM heitið. Junkarin er eitt stig
frammanfyri Jallin. Tað vil siga, at
tann av hesum báðum, sum verður
fremri í ársins síðsta róðri verður
meistari!
Argjabáturin
Fjórði báturin í høvuðsstaðnum,
sum hevur møguleika at vinna
FM, er Argjabáturin. Í roynd og
veru hevur Argjabáturin longu
tryggjað sær meistaraheitið, hóast
tað á pappírinum ber til at rokna
seg fram til, at hann ikki verður
meistari.
Heldur ikki hesa ferð bendi
nakað á, at Argjabáturin ikki skal
verða meistari við fullum stigatali.
Aftur hesa ferð hevði Ørvur hug
at bjóða av fyrra partin av róðrar
teininum, og aftur hesa ferð stakk
Argjabáturin seg fram um Ørv og
allar hinar, tá ið teinurin var hálv
rógvin ella so.
Og aftur hesa ferð var Argja
báturin meiri enn eina bátslongd
fremstur, tá ið hann fór um malið.
Tá ið Ørvur dragnaði frá Argja
bátinum høvdu bæði Nevið Reyða
og Miðvingur hug at bjóða av í
kappingini um næstfremsta plássið,
men á málinum var Ørvur skutin
frammanfyri teir báðar næstu,
sum vóru rættuliga javnir, meðan
Kvívíkingur enn eina ferð tók sær
av fimta plássinum.
Blikur í barnaróðrinum
Eftir at tær vunnu á Fjarðastevnu er
gentumanningin á Bliki favorittur
at vinna FM í barnakappingini
fyri gentur. Kappingin er við Ørn
ina úr Sandavági, sum vann tvær
tær fyrstu ferðirnar, og sum á
Fjarðastevnu endaði á bronsu
plássinum.
Tann av hesum báðum, sum
verður fremri á Ólavsøku, verður
meistari.
Spógvin hjá Kappróðrarfelag
num NSÍ hevur longu tryggjað sær
FM heiti í barnakappingini millum
dreingirnar. Spógvin er so mikið
frammanfyri allar hinar, at eingin
av teimum hevur møguleika at
røkka honum á Ólavsøku.
8-mannafør
1 Argjabáturin
07:31.04
2 Ørvur
07:34.13
3 Nevið Reyða
07:35.11
4 Miðvingur
07:35.22
5 Kvívíkingur
07:40.12
Støðan
1 Argjabáturin
42
2 Ørvur
36
3 Nevið Reyða
29
4 Miðvingur
24
5 Kvívíkingur
19
6-mannafør kvinnur
1 Gongurólvur
05:40.08
2 Hvessingur
05:45.21
3 Jarnbardur
05:56.08
4 Páll Fangi
06:04.10
Støðan
1 Gongurólvur
39
2 Hvessingur
39
3 Jarnbardur
30
4 Páll Fangi
8
5 Herningur
8
5-mannafør kvinnur
1 Jallurin
06:05.12
2 Junkarin
06:06.19
3 Blikur
06:13.15
4 Beinta
06:13.17
5 Falkur
06:15.09
6 Teistin
06:19.07
Støðan
1 Junkarin
39
2 Jallurin
38
3 Blikur
29
4 Beinta
25
5 Falkur
18
6 Teistin
13
5-mannafør dreingir
1 Jallurin
05:33.10
2 Royndin Fríða
05:35.17
3 Havfrúgvin
05:37.01
4 Blikur
05:38.20
5 Drekin
05:38.24
6 Teistin
05:41.08
7 Erla Kongsdóttir
05:48.05
8 Firvaldur
05:48.17
9 Frúgvin
05:50.20
10 Svanur
05:52.13
11 Pílur
05:54.20
12 Sandingur
05:55.22
13 Sílið
05:56.20
14 Tjógvin
05:59.08
Støðan
Jallurin
32
2 Royndin Fríða
32
3 Blikur
29
4 Drekin
23
5 Havfrúgvin
19
6 Sílið
12
7 Erla Kongsdóttir
11
8 Frúgvin
5
9 Teistin
4
10 Pílur
1
Barnaróður gentur
1 Blikur
03:03.01
2 Royndin Fríða
03:04.09
3 Ørnin
03:05.00
4 Jallurin
03:05.01
5 Hulda
03:09.13
6 Havfrúgvin
03:15.17
7 Pílur
03:25.12
8 Firvaldur
03:28.05
Støðan
1 Blikur
35
2 Ørnin
34
3 Hulda
27
4 Royndin Fríða
24
5 Jallurin
21
6 Tambar
16
7 Pílur
9
8 Havfrúgvin
2
Barnaróður dreingir
1 Spógvin
02:51.22
2 Junkarin
02:55.19
3 Fípan Fagra
02:56.22
4 Firvaldur
02:58.08
5 Pílur
03:01.19
6 Havfrúgvin
03:13.20
7 Teistin
03:14.11
Støðan
1 Spógvin
41
2 Fípan Fagra
30
3 Firvaldur
29
4 Tambar
18
5 Junkarin
15
6 Frúgvin
14
7 Havfrúgvin
9
8 Teistin
5
9 Pílur
3
10 Silja
1
5-mannafør
Kvinnurnar umborð á Jallinum høvdu munin á Junkaranum
Barnaróður
Genturnar á Bliki vunnu
barnaróðurin hjá gentum